Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Qupperneq 22

Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Qupperneq 22
Nr. 44 70 23. apríl Løgtingslóg um almanna- og heilsuútbúgvingar Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: Kapittul 1 Endamál o.a. § 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri stigvíst uppbygdum útbúgvingum á almanna- og heilsuøkinum. Stk. 2. Utbúgvingarnar sambært stk. 1 eru útbúgving til heilsuhjálpara og útbúgving til heilsurøktara. Stk. 3. Útbúgvingamar verða lagdar til rættis soleið- is, at bæði ung og tilkomin hava atgongd. Stk. 4. Útbúgvingamar hava hvør sær til endamáls, at næmingamir eftir lokna útbúgving hava førleika at røkja uppgávur á almanna- og heilsuøkinum, saman- ber §§ 6 og 7. Stk. 5. Útbúgvingamar verða lagdar til rættis við fyriliti fyri teimum almanna-, heilsu- og starvsfólka- politisku málunum á teimum starvsøkjum, sum út- búgvingamar fevna um, og tær skulu lagast til gald- andi førleikakrøv. Hammframt skulu útbúgvingamar geva næmingunum møguleika at nema lestrarfør- leika við atliti at hægri útbúgving. § 2. Útbúgvingamar verða skipaðar soleiðis, at skift verður millum starvsvenjing á upplæringarplássum og undirvísing í skúla, og tær enda hvør sær við støðumeti. § 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um út- búgvingamar herundir um krøv, próvtøkuuppgeving- ar, próvtøkur, próvdøming, próvtøl og ummæli fyri hvørja útbúgving sær. Kapittul 2 Atgongd til útbúgvingarnar § 4. Atgongd til útbúgvingina til heilsuhjálpara er treytað av, at umsøkjari 1) í minsta lagi hevur 1 árs starvsligar royndir ella aðra útbúgving eftir loknan fólkaskúla (9. flokk) ella 2) hevur aðrar royndir, svarandi til krøvini í nr. 1. Stk. 2. Leiðsla skúlans ger av, um krøvini eftir stk. 1 em rokkin. § 5. Atgongd til útbúgvingina til heilsurøktara er treytað av, at umsøkjari 1) hevur útbúgving sum heilsuhjálpari ella 2) í minsta lagi hevur 1 árs viðkomandi førleika gmndaðan á annaðhvørt útbúgving ella starvs- royndir ella eina samanseting av hesum báðum ella 3) hevur lokið sjúkrahjálpara-, røktara-, røktar- heimsatstøðara- ella ítrivsvegleiðaraútbúgving. Stk. 2. Leiðsla skúlans ger av, um krøvini eftir stk. 1 em rokkin. Kapittul 3 Útbúgvingarskipanin § 6. Útbúgvingin til heilsuhjálpara tekur 1 ár og hev- ur til endamáls at geva førleika at røkja gmndleggj- andi stuðuls-, røktar- og umsorganamppgávur, har brúkarin býr. Stk. 2. Næmingarnir skulu kunna velja almennar læmgreinir móti stytting av starvsvenjingini. Tó kann starvsliga upplæringartíðin í mesta lagi verða stytt 1 mánaða. § 7. Útbúgvingin til heilsurøktara tekur I 'A ár og hevur til endamáls at geva førleika til sjálvstøðugt at røkja og leggja til rættis ítrivs- og umsorganampp- gávur, hemndir samskipandi og undirvísingarligt virksemi, og til sjálvstøðugt at røkja grandleggjandi heilsu- og sjúkrarøktamppgávur á almanna- og heilsuøkinum. Stk. 2. Næmingamir skulu kunna velja almennar læmgreinir móti stytting av starvsvenjingini. Tó kann starvsliga upplæringartíðin í mesta lagi verða stytt 1 ‘A mánaða. § 8. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um upptøku til útbúgvingina og um skúlasamstarv. Stk. 2. Upptøka av næmingum til útbúgvingamar sambært hesi lóg skal í størst møguligan mun lagast eftir tørvinum á almanna- og heilsuøkinum. § 9. Næmingi, sum hevur tað fyri neyðini, kann verða givin semndirvísing og annar semámsfrøðilig- ur stuðul. Stk. 2. Næmingi verður veitt ráð og vegleiðing við- víkjandi útbúgvingini og persónligum viðurskiftum. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur gjøllari reglur fyri tey í stk. 1 og stk. 2 nevndu viðurskifti. § 10. Landsstýrismaðurin ásetur reglumar fyri út- búgvingarnar. Stk. 2. Útbúgvingarreglumar verða lagdar soleiðis til rættis, at samanhangur er millum starvsligu upplær- ingina og skúlaundirvísingina. Stk. 3. Almennar læmgreinir kunnu bjóðast, saman- ber § 6, stk. 2 og § 7, stk. 2. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um, at per- sónar við serligum útbúgvingar- ella starvsligum fyritreytum verða frítiknir fyri partar av útbúgving- unum, samanber § 6, stk. 1 og § 7, stk. 1. Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetur reglur, ið era neyð- ugar fyri at seta í gildi sáttmálar millum Norðurlond. §11. Próvtøkur verða skipaðar eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.