Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Blaðsíða 23
71
Stk. 2. Reglur um døming og reglur um, hvussu próv-
skjøl verða tilevnað og útflýggjað, verða ásettar av
landsstýrismanninum.
Kapittul 4
Skúlaskipanin o.a.
§ 12. Undirvísingin fer fram í skúla, sum er góðkend-
ur av landsstýrismanninum.
§ 13. Starvsliga upplæringin fer fram á upplæringar-
plássum, ið eru góðkend av skúlanum og útbúgving-
arráðnum í felag.
Stk. 2. Leiðsla skúlans og útbúgvingarráðið hava í
felag ábyrgdina av at tryggja tørvin á upplæringar-
plássum.
Stk. 3. Starvsligu upplæringarplássini hava ábyrgdina
av starvsvenjingini, herundir at vegleiða næmingin.
§ 14. Utreiðslumar av skúlaundirvísingini og av
starvsvenjingini verða goldnar úr landskassanum.
Stk. 2. Utbúgvingarráðið skal ummæla fíggjarætlan
skúlans, áðrenn hon verður send landsstýrismanninum.
§ 15. Utbúgvingin eftir hesi lóg er ókeypis fyri næm-
ingin.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um
gjald fyri útreiðslur til undir-vísingartilfar.
§ 16. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um
leiðsluviðurskiftini í útbúgvingunum.
Stk. 2. Leiðsla skúlans setir í starv og loysir úr starvi
lærarar og onnur starvsfólk skúlans.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um førleika-
krøvini til leiðslu skúlans og læraramar.
§ 17. Leiðsla skúlans hevur mótvegis landsstýris-
manninum ta dagligu fyrisitingarligu og fíggjarligu
leiðsluna av skúlanum um hendi.
Stk. 2. Leiðsla skúlans, sbr. § 16, hevur ta fakligu
leiðsluna av skúlanum og útbúgvingunum um hendi
og hevur ábyrgdina av, at útbúgvingamar verða
framdar samsvarandi teimum reglum, ið ásettar em
við atliti at galdandi førleikakrøvum.
Kapittul 5
Ráðsskipanin
§ 18. Landsstýrismaðurin setur eitt útbúgvingarráð,
sum í ummælum sínum til landsstýrismannin viðger
mál um almanna- og heilsuútbúgvingamar sambært
teimum heimildum, tí em givnar.
Stk. 2. Gjøllari reglur viðvfkjandi útbúgvingarráðnum
verða ásettar av landsstýrismanninum.
Stk. 3. Reglumar sambært stk. 2 skulu greitt lýsa
mannagongdina fyri ráðsarbeiðið, hemppií skriv-
stovuhjálp og útreiðslur til útbúgvingarráðið, tilnevn-
ing og val av ráðslimum og um atkvøðugreiðslur.
§ 19. Útbúgvingarráðið hevur 5 limir. Ráðslimimir
verða valdir fyri fyra ár. Fyri hvønn ráðslim verður
ein varalimur valdur.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin velur formannin.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin tilnevnir limir, ið skulu
hava fakligt innlit í tey arbeiðsøki, sum lógin um al-
manna- og heilsuútbúgvingamar fevnir um.
Stk. 4. Útbúgvingarráðið kann eftir tørvi innkalla ser-
køna hjálp til at møta á ráðsfundum.
§ 20. Útbúgvingarráðið ger ummæli til landsstýris-
mannin um:
1) reglur um útbúgvingamar sum heild og hvørja
útbúgving sær, sbr. § 3,
2) reglur um upptøku í skúla og um skúlasamstarv,
sbr. § 4, stk. 2, § 5, stk. 1 og § 8, stk. 1,
3) reglur um serundirvísing og semámsfrøðiligan
stuðul, sbr. § 9, stk. 1,
4) reglur um ráð og vegleiðing til næmingin við-
víkjandi útbúgvingini og persónligum viðurskift-
um, sbr. § 9, stk. 2,
5) útbúgvingarreglur við gjøllari ásetingum, sbr. §
10, stk. 1,
6) frítøku fyri partar av útbúgvingini, sbr. § 10, stk.
4,
7) reglur um próvtøku, sbr. §11, stk. 1,
8) reglur um døming og hvussu útbúgvingarskjøl
verða tilevnað og útflýggjað, sbr. §11, stk. 2,
9) fíggjarætlan skúlans, sbr. § 14, stk. 2,
10) reglur um gjald fyri undirvísingartilfar, sbr. § 15,
stk. 2,
11) reglur um leiðsluviðurskiftini í útbúgvingunum,
sbr. § 16, stk.l,
12) reglur um førleika, sbr. § 16, stk. 3,
13) tørvin at endumýggja reglur og at koma við upp-
skoti um hetta, sbr. § 21, stk. 2,
Stk. 2. Útbúgvingarráðið skal eisini
1) góðkenna og tryggja tørvin á upplæringarpláss-
um, sbr. § 13, stk. 1 og 2,
2) góðkenna lesiætlanir, smb. § 21, stk. 1.
Stk. 3. Útbúgvingarráðið kann eftir áheitan ráðgeva
landsstýrismanninum um, hvussu útbúgvingarskipan-
in eigur at verða løgd til rættis, so at sett mál og krøv
verða rokkin, og tað kann av sínum eintingum um-
røða og bera fram alt, ið tað heldur hava týdning fyri
útbúgvingamar.
§ 21. Skúlin skal gera lesiætlanir, sum neyvt lýsa
innihaldið í undirvísingini við støði í teimum reglum,
ið sambært § 3 em ásettar fyri hvørja útbúgving sær.
Lesiætlanimar skulu góðkennast av útbúgvingarráðn-
um.
Stk. 2. Skúlin og útbúgvingarráðið eiga eisini at
fylgja við, um tørvur er á at endumýggja nevndu
reglur og at koma við uppskoti um hetta.
Kapittul 6
Kærurættur
§ 22. Avgerðir, sum leiðsla skúlans tekur við atliti at
útbúgvingar-, undirvísingar- og próvtøkuviðurskift-
um, kunnu kærast til landsstýrismannin.
Stk. 2. Kærast kann í seinasta lagi 4 vikur eftir at
kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.