Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Side 23

Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Side 23
71 Stk. 2. Reglur um døming og reglur um, hvussu próv- skjøl verða tilevnað og útflýggjað, verða ásettar av landsstýrismanninum. Kapittul 4 Skúlaskipanin o.a. § 12. Undirvísingin fer fram í skúla, sum er góðkend- ur av landsstýrismanninum. § 13. Starvsliga upplæringin fer fram á upplæringar- plássum, ið eru góðkend av skúlanum og útbúgving- arráðnum í felag. Stk. 2. Leiðsla skúlans og útbúgvingarráðið hava í felag ábyrgdina av at tryggja tørvin á upplæringar- plássum. Stk. 3. Starvsligu upplæringarplássini hava ábyrgdina av starvsvenjingini, herundir at vegleiða næmingin. § 14. Utreiðslumar av skúlaundirvísingini og av starvsvenjingini verða goldnar úr landskassanum. Stk. 2. Utbúgvingarráðið skal ummæla fíggjarætlan skúlans, áðrenn hon verður send landsstýrismanninum. § 15. Utbúgvingin eftir hesi lóg er ókeypis fyri næm- ingin. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um gjald fyri útreiðslur til undir-vísingartilfar. § 16. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um leiðsluviðurskiftini í útbúgvingunum. Stk. 2. Leiðsla skúlans setir í starv og loysir úr starvi lærarar og onnur starvsfólk skúlans. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um førleika- krøvini til leiðslu skúlans og læraramar. § 17. Leiðsla skúlans hevur mótvegis landsstýris- manninum ta dagligu fyrisitingarligu og fíggjarligu leiðsluna av skúlanum um hendi. Stk. 2. Leiðsla skúlans, sbr. § 16, hevur ta fakligu leiðsluna av skúlanum og útbúgvingunum um hendi og hevur ábyrgdina av, at útbúgvingamar verða framdar samsvarandi teimum reglum, ið ásettar em við atliti at galdandi førleikakrøvum. Kapittul 5 Ráðsskipanin § 18. Landsstýrismaðurin setur eitt útbúgvingarráð, sum í ummælum sínum til landsstýrismannin viðger mál um almanna- og heilsuútbúgvingamar sambært teimum heimildum, tí em givnar. Stk. 2. Gjøllari reglur viðvfkjandi útbúgvingarráðnum verða ásettar av landsstýrismanninum. Stk. 3. Reglumar sambært stk. 2 skulu greitt lýsa mannagongdina fyri ráðsarbeiðið, hemppií skriv- stovuhjálp og útreiðslur til útbúgvingarráðið, tilnevn- ing og val av ráðslimum og um atkvøðugreiðslur. § 19. Útbúgvingarráðið hevur 5 limir. Ráðslimimir verða valdir fyri fyra ár. Fyri hvønn ráðslim verður ein varalimur valdur. Stk. 2. Landsstýrismaðurin velur formannin. Stk. 3. Landsstýrismaðurin tilnevnir limir, ið skulu hava fakligt innlit í tey arbeiðsøki, sum lógin um al- manna- og heilsuútbúgvingamar fevnir um. Stk. 4. Útbúgvingarráðið kann eftir tørvi innkalla ser- køna hjálp til at møta á ráðsfundum. § 20. Útbúgvingarráðið ger ummæli til landsstýris- mannin um: 1) reglur um útbúgvingamar sum heild og hvørja útbúgving sær, sbr. § 3, 2) reglur um upptøku í skúla og um skúlasamstarv, sbr. § 4, stk. 2, § 5, stk. 1 og § 8, stk. 1, 3) reglur um serundirvísing og semámsfrøðiligan stuðul, sbr. § 9, stk. 1, 4) reglur um ráð og vegleiðing til næmingin við- víkjandi útbúgvingini og persónligum viðurskift- um, sbr. § 9, stk. 2, 5) útbúgvingarreglur við gjøllari ásetingum, sbr. § 10, stk. 1, 6) frítøku fyri partar av útbúgvingini, sbr. § 10, stk. 4, 7) reglur um próvtøku, sbr. §11, stk. 1, 8) reglur um døming og hvussu útbúgvingarskjøl verða tilevnað og útflýggjað, sbr. §11, stk. 2, 9) fíggjarætlan skúlans, sbr. § 14, stk. 2, 10) reglur um gjald fyri undirvísingartilfar, sbr. § 15, stk. 2, 11) reglur um leiðsluviðurskiftini í útbúgvingunum, sbr. § 16, stk.l, 12) reglur um førleika, sbr. § 16, stk. 3, 13) tørvin at endumýggja reglur og at koma við upp- skoti um hetta, sbr. § 21, stk. 2, Stk. 2. Útbúgvingarráðið skal eisini 1) góðkenna og tryggja tørvin á upplæringarpláss- um, sbr. § 13, stk. 1 og 2, 2) góðkenna lesiætlanir, smb. § 21, stk. 1. Stk. 3. Útbúgvingarráðið kann eftir áheitan ráðgeva landsstýrismanninum um, hvussu útbúgvingarskipan- in eigur at verða løgd til rættis, so at sett mál og krøv verða rokkin, og tað kann av sínum eintingum um- røða og bera fram alt, ið tað heldur hava týdning fyri útbúgvingamar. § 21. Skúlin skal gera lesiætlanir, sum neyvt lýsa innihaldið í undirvísingini við støði í teimum reglum, ið sambært § 3 em ásettar fyri hvørja útbúgving sær. Lesiætlanimar skulu góðkennast av útbúgvingarráðn- um. Stk. 2. Skúlin og útbúgvingarráðið eiga eisini at fylgja við, um tørvur er á at endumýggja nevndu reglur og at koma við uppskoti um hetta. Kapittul 6 Kærurættur § 22. Avgerðir, sum leiðsla skúlans tekur við atliti at útbúgvingar-, undirvísingar- og próvtøkuviðurskift- um, kunnu kærast til landsstýrismannin. Stk. 2. Kærast kann í seinasta lagi 4 vikur eftir at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.