Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Qupperneq 25
Nr. 45
73
23. apríl
Løgtingslóg
um
útbúgvingarstuðulsskipan
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Endamál við Útbúgvingarstuðlinum
§ 1. Endamálið við útbúgvingarstuðlinum sambært
hesi lóg er at gera tað fíggjarliga møguligt hjá øllum
borgarum í Føroyum at nema sær útbúgving.
Kapittul 2
Stuðulsheimilað
§ 2. Stuðulsstovnurin veitir eftir umsókn stuðul til
fólk í útbúgving í Føroyum sum:
1 eru í einari útbúgving, sum er stuðulsheimilað sbr.
nærri reglum ásettar av landsstýrismanninum,
2) hava danskan ríkisborgararætt,
3) hava útlendskan ríkisborgararætt, men, áðrenn
tey eru fylt 18 ár hava tikið fastan bústað saman
við foreldrunum í Føroyum, ella um tey, eftir at
hava fylt 18 ár, hava havt fastan bústað í Føroy-
um minst tvey samanhangandi ár, áðrenn farið
verður undir útbúgvingina, og ikki hava møgu-
leika at fáa stuðul úr heimlandinum,
4) eru lestrarvirkin, og
5) ikki fáa annan almennan stuðul, ið er ætlaður til
livikostnað.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur
fyri at veita stuðul, tá ið talan er um norðurlenskt,
evropeiskt ella alheims lestrarsamarbeiði.
Kapittul 3
Stuðulsskipanir og ásetingar
§ 3. Stuðul kann verða veittur sum:
1) Utbúgvingarstuðul.
2) ískoytisstuðul til undirvísingartilfar.
3) ískoytisstuðul til ferðing.
4) Iskoytisstuðul til vistarhald.
5) Lestrarlán.
Stk. 2. Lesandi á hægri útbúgvingum og lesandi, sum
eru forsyrgjarar, verða roknað sum útibúgvandi,
smbr. § 4, stk 2.
Stk. 3. Stuðulsárið er at rokna frá 1. august til 30.
juni árið eftir.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um:
1) hvørjar útbúgvingar geva rætt til stuðul,
2) útrokning av stuðli til útbúgvingar styttri enn eitt
ár,
3) treytimar fyri at vera roknaður sum heimabúgv-
andi og útibúgvandi, og
4) longdina av stuðulstíðini.
Kapittul 4
Útbúgvingarstuðul, ískoytisstuðul og lán
§ 4. Lesandi, sum er heimabúgvandi og 18 ár ella
eldri, kann í mesta lagi fáa 22.000 kr. í útbúgving-
arstuðli í einum stuðulsári.
Stk. 2. Lesandi, sum er útibúgvandi og 18 ár, ella
eldri, kann í mesta lagi fáa 33.000 kr. í útbúgvingar-
stuðli í einum stuðulsári.
Stk. 3. Lesandi, sum er 18 ár ella eldri, kann í mesta
lagi fáa 22.000 kr í lestrarláni í stuðulsárinum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur
um ískoytisstuðul til ferðing til og frá skúla til les-
andi, sum er 18 ár ella eldri.
§ 5. Lesandi, sum er undir 18 ár, kann í stuðulsárinum
fáa ískoyti til stuðul til keyp av undirvísingartilfari.
Stk. 2. Lesandi, sum er undir 18 ár, kann í stuðulsár-
inum fáa ískoytisstuðul til ferðing til og úr skúla.
Stk. 3. Lesandi, sum er undir 18 ár, sum noyðist at
flyta til útbúgvingarstaðið, kann fáa ískoytisstuðul til
vistarhald.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um
stuðulin sbr. stk. 1-3.
Kapittul 5
Javning av stuðulsupphæddum
§ 6. Upphæddimar sbr. § 4, stk. 1 og 2, verða tann 1.
august á hvørjum ári javnaðar við prosentvísu broyt-
ingini í miðalprístalinum fyri undanfama ár í mun til
miðalprístalið fyri árið undan hesum.
Kapittul 6
Rentan og afturrindan av lestrarskuld
§ 7. Lestrarlán sbr. § 4, stk. 3 verður at renta í út-
búgvingartíðini við eini árligari rentu, sum er 4%.
Eftir lokna útbúgving rentar upphæddin við 1% om-
anfyri ta til eina og hvørja tíð galdandi diskonto.
Stk. 2. Afturrindan av lestrarskuld skal vanliga byrja
1 ár aftaná, at tað stuðulsárið er endað, har ið út-
búgvingin er lokin.
Stk. 3. Um lántakari doyr, áðrenn lánið er afturgold-
ið, kann Stuðulsstovnurin strika restskuldina. Henda
áseting er eisini galdandi fyri lán, har lántakari
doyði, áðrenn henda lóg kom í gildi.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, hvussu
og nær lestrarskuld smbr. stk. 2 skal afturgjaldast.
Landsstýrismaðurin ásetir eisini reglur fyri, nær
Stuðulsstovnurin kann strika restskuld sbr. stk. 3.
§ 8. Um lántakarin ikki lýkur lánitreytimar ella letur
vera við at gjalda falnar rentur og avdráttir, kann
skuldin sigast upp til skaðaleysa afturríndan.
Stk. 2. Krøv sbr. stk. 1 kunnu verða innheintað og
pantað av Toll- og Skattstovu Føroya.
Stk. 3. Heimilað verður Toll- og Skattstovu Føroya at
innkrevja skuld sbr. stk. 1 og 2 við at afturhalda í A-
inntøku lántakarans smb. reglunum um hetta í
Skattalógini.