Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Qupperneq 26
74
Stk. 4. Innheintingarreglumar eftir hesi grein verða
eisini at nýta í sambandi við innheinting av krøvum
til Stuðulsstovnin, sum stava frá tíðini, áðrenn henda
lóg kom í gildi.
Kapittul 7
Fyrisiting, kcerumøguleiki o.a.
§ 9. Stuðulsstovnurin fyrisitur útbúgvingarstuðulin.
Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um stovnin.
Stk. 2. Stuðulsstovnurin fær heimild til at fáa tær
upplýsingar um tann einstaka umsøkjaran frá al-
mennum myndugleikum, ið em neyðugar fyri at út-
rokna stuðulin.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um inni-
hald av umsóknum, lániskjølum o.ø., um útgjalding
av stuðuli, um hvørjar upplýsingar, ið kunnu krevjast
skrivliga, og um freistir fyri umsóknir, inngjaldingar
og fráboðanir.
Stk. 4. Fólk í útbúgving skulu upplýsa navn, bústað
og persónstal, tá ið søkt verður um stuðul.
§ 10. Landsstýrismaðurin kann avgera, at Stuðuls-
stovnurin skal fyrisitast saman við ella av øðmm al-
mennum stovni.
§ 11. Allar avgerðir tiknar av Stuðulsstovninum
kunnu kærast til Kærunevndina hjá Stuðulsstovnin-
um, áðrenn 6 vikur eru gingnar, eftir at boðað er frá
avgerðini. Avgerð kæmnevndarinnar er endalig innan
fyrisitingina.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin setir kæmnevnd við 3
limum. Formaðurin skal vera løgfrøðingur.
Limimir verða settir fyri 4 ár í senn. Landsstýrismað-
urin kann áseta reglur fyri kæmnevndina.
§ 12. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um
annan útbúgvingarstuðul og lán til lesandi, ið ikki
koma undir hesa lóg.
§ 13. Henda lóg kemur í gildi 1. august 1999, og
samstundis fer løgtingslóg nr. 109 frá 15. september
1988 um útbúgvingarstuðul sum broytt við løgtings-
lóg nr. 43 frá 30. mars 1990 úr gildi. Tó kemur § 5 í
hesi lóg ikki í gildi fyrr enn 1. august 2000.
Stk. 2. í tíðarskeiðnum frá 1. august 1999 til 31. juli
2000 fær lesandi, sum er heimabúgvandi og undir 18
ár kr. 7.303 í útbúgvingarstuðli í einum stuðulsári.
Stk. 3. í tíðarskeiðnum frá 1. august 1999 til 31. juli
2000 fær lesandi, sum er útibúgvandi og undir 18 ár
kr. 16.430 í útbúgvingarstuðli í einum stuðulsári.
Stk. 4. Kunngerðir ásettar við heimilđ í løgtingslóg
nr. 109 frá 15. september 1988 verða verandi í gildi,
til tær verða settar úr gildi við reglum ásettar við
heimild í hesi lóg.
Tórshavn, 23. apríl 1999
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður