Tíðindablaðið - 08.01.1975, Blaðsíða 2

Tíðindablaðið - 08.01.1975, Blaðsíða 2
TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 8. januar 1975 Tíðindablaðið L/tgevari og blaðstjórn: Finnbogi Isaksen (ábyrgd) Ámi Absalonsen » Adr.: Klokkaragøta 19, Tórshavn. Tlf. 1 48 49 Leysasøluprisur 2,00 kr. eintakið. Prent: Tíðindablaðið og Dimmalætting. Blaðið er óheft av øllum politiskum flokkum. Skúli, framburður og stættarstríð Skeiðið Tað er hundalív at vera veljari í Føroyum. Fyrst at hoyra allar valrøður- nar og lesa allar valgreinamar uppundir løgtingsval í november. Síðani býráðs- og bygdaráðsval i desember. Og nú fólka- tingsval í januar. Um tvey ár verður so aftur býráðs- og bygdaráðsval. Og nær fólkatingsval verður av nýggjum, kann ongin meta um. Tey hava verið títt í sein- astuni. Eitt fólkatingsval skuldi verið óneyð- ugt nú. Kanska ikki í Danmark, har tey politisku og búskaparligu viðurskiftini hava verið so fløkt og ótrygg. Men í Før- oyum er eitt fólkatingsval óneyðugt. Okkara umboðan í fólkatinginum hevur onki beinleiðis samband við dansk- an politikk. Tann ávirkan, sum Glistrup, ring búskaparstøða, Erhard Jacobsen og viðurskiftini hjá donskum sethúsaeigar- um hava á ta politisku støðuna í Dan- mark, henda ávirkan nýtist ikki at hava týdning fyri okkum. Teir føroysku — og ivaleyst eisini grønlendsku — fólkatingssessimir geva hesum báðum tjóðum møguleika at føra síni sjónarmið fram á danatingi. Annan týdning hava teir ikki. Tað skuldi tí einki verið til hindurs fyri, at okkara umboðsmenn sótu í ávísa tíð, og at fólkatingsval var í Føroyum t.d. fjórða hvørt ár. So kundu danir havt val, tá teir hildu tørv vera á tí — kanska fleiri ferðir inn ímillum, at fólkatingsval var í Føroyum. í orðaskiftinum um før- oyskan skúlaskap er tann hugsan sett fram frá fleiri síðum, at skúlin sum heild átti at lagt størri dent á at givið næmingunum kunn- leika, ið teir fingu brúk fyri í føroyska vinnulívinum. Víst hevur verið á, at tey tilboð um framhalds- og yrkisútbúgving, ið higartil hava staðið næmingunum í boði, einvíst hava roynt at beina næmingarnar inn á útbúgvingarræsur, ið leiða teir burtur úr før- oyska vinnulívinum og so- statt eisini í stórt mát burtur úr føroyska samfel- agnum. Hesar hugsanir tykjast helst teim flestu so innlýs- andi rættar, at fáur hevur mótmælt, hóast ein væl kundi hugsað sær, at t.d. praktiskt virkandi skúla- menn kundu peika á nógv- ar trupulleikar við at seta slikar ábøtur í verk. Men í Dagsins máh í Tiðindablaðnum hin 6. de- sember trein so ein stud- entaskúlanæmingur, Tummas í Dali, fram, og hevði hug at andøva ímóti. Hetta er kanska áhuga- vert í sjálvum sær, men tað, ið eg kundi havt hug at gjørt eitt sindur við er sjálvur argumentatións- hátturin, ið nýttur varð, tí at hann er rættuliga eyð- kendur fyri studentar víða hvar tey seinastu árini, og vit fara óivað at møta honum alt oftari, sum frá- liður. Tað er t.d. eyðkent og vert at geva gætur, at spumingurin um tað sam- felagsgagnliga í tiltakinum als ikki verður umrøtt. Tað tykist vera uttan áhuga tá Árni Olafsson, cand. polit. skrivar í hesi grein, at samfelagið sum heild við- urkennir, at tann týdning- armesta framleiðslukraftin ikki er nøgdin av fram- leiðslutólum, men dygdin hjá teimum fólkum, ið virka í vinnuni. ið ein skoðar heimin við hesum «marxistisku» ella «nýmarxistisku» brillum. Tað, sum verður hildið at hava týdning er, at tað er fiskasølustjórin, ið verður uppfataður sum talsmað- urin hjá føroysku kapital- ismuni, ið hevur verið tann ídnasti forsprákarin fyri broytingum. Og, at tað samband ímillum skúla og vinnulív, ið henda umskip- an førir við sær fer at geva vinnulivinum, og tað verð- ur útlagt í kapitalinum, størri ávirkan á skúlaskap- in. Einasti spumingurin er sostatt, um tey uppskotnu tiltøkini gagna kapitalin- um. Svarið er ja, og niður- støðan kemur — við somu presisión sum úr eini data- maskinu: Tiltakið er skaði- ligt! burtur við tí! Tað, sum eg nú vil peika á er, hvørjar fylgjur tað fær, um øll uppskot til á- bøtur í samfelagnum fyri framtíðina skulu dømast út frá hesum málinum og bert tí. Lat okkum brúka skúla- skipanina sum eitt dømi. Tað, ið kundi hugsast at komið burtur úr er, at skúlin verður meira fjøl- broyttur. Minkað verður um snobbaríið fyri teoret- iskum bóklærdómi, tey, ið hava hug og hegni til praktiskt virksemi fáa fleiri tilboð, ið hóva teim- um. Innan yrkisútbúgv- ingina sleppa t.d. eisini teir, ið kundu hugsað sær at gjørst dugnaligir fiski- mennupp í part. Ja, enntá á studentaskúlanum kundi ein hugsað sær at møgu- leikar vórðu skaptir fyri faksamansetingum, ið kundu komið fólki til gagns, um tey ikki vildu í holt við eina akademiska karrieru aftaná. Alt i alt skuldi hetta ført til, at fleirtalið av næmingunum fekk meira burturúr. Færri høvdu smokkað «niðurúr» vegna tørvandi hug og evni til tað bókliga, og færri høvdu kent seg troðkaði upp í eina lestrar- karrieru, ið tey ikki høvdu gávur til. (Og sum uni- versitetslærari má eg siga, at teimum sært tú ikki so fá av í dag). Sum búskap- arfrøðingur havi eg sjálv- andi áhuga fyri teimum gagnligu búskaparligu fylgjum, ið hetta kann fáa. Tann vinna, ið av nátúr- givnum orsøkum má halda Landsstýrið Um samráðingarnar at skipa eitt nýtt landsstýri millum javnaðarflokkin, tjóðveldisflokkin og fólka- flokkin skrivar 14. Sep- tember: Tað er einki at taka seg aftur í, at gongur henda ætlan flokkanna út og verður hon sett í verk, kemur hetta at merkja tíð- arhvarv í føroyskum poli- tikki. Tað er óneyðugt at nevna øll tey mongu stór- mál, ið eru uppi hjá okkum her í Føroyum — mál, ið vit mugu fara undir at SJÓNARMIÐ loysa so ella so — bæði mál, ið venda út eftir, og so tey mongu innanhýsis mál. Rætt er tað, at ó- semja millum hesar triggj- ar nevndu flokkar hevur almikið darvað hesum mál- um. Tað verður einki tjóð- veldislandsstýri, ið vit fáa. Hetta mugu tjóðveldisfólk lata sær lynda. Tað verður einki javnaðarlandsstýri, ið vit fáa. Hetta mugu javnaðarfólk lata sær lynda. Tað verður ei heldur nakað fólkaflokslandsstýr- i, ið vit fáa. Og hetta mugu fólkaflokksfólk lata sær lynda. Vit mugu heldur royna at síggja tað besta í hvørjum av hesum trimum flokkunum. Hetta merkir tíðarhvarv í føroyskum politikki og føroyskum samfelagslívi yvirhøvur. Vit eiga at fegnast um hetta tíðar- hvarv. Tíðirnar Um sama mál skrivar Sos- ialurin: Ein orsøkin til hesar drúgvu samráðingar man helst eisini botna í tí ó- tryggleika, sum ræður utt- an um okkum, og sum vit megu vænta eisini koma at raka okkum, bæði orsakað av hækkandi prisum á teim vørum, vit skulu keypa, og trupulleikar á sølumarknaðum okkara. Vit vænta, at tað fer at eydnast at skipa eitt landsstýri, at vit eisini á hesum sinni verða førir fyri at skipa okkara samfelag. Eitt sterkt landsstýri, eitt stýri, sum kennir á- byrgd sína, er tað, vit hava brúk fyri. Ongin skriða Summi fólkafloksfólk halda, at tann nýggja sam- gongan er ein skriða í før- oyskum politikki, men so er ikki, skrivar Dimma- lætting: Tað er minni sjálv sam- ansetingin av einum føroy- skum landsstýri, sum er avgerandi fyri veljaramar, harafturímóti í stóran mun úrslitið av tí politisku samvinnu, sum byrjar, ið kemur at telja í seinasta umfari. Teir, sum halda seg hava skil á viðurskift- unum, meta ikki, at stutt- ligar tíðir eru fyri stavn; men er tann rætti andin og handalagið til staðar, so verður altíð nóg mikið av annars vónsviknum veljar- um, sum eru til reiðar at fyrigeva, hvat atkvøða teirra er blivin brúkt — ella misbrúkt til. Politiskir flokkar Vallógin í Grønlandi er broytt síðani seinasta fólk- atingsval. Um hetta skriv- ar Grønlandsposten: Hereftir er tað liðugt við einmansuppstilling. Tann nýggja vallógin noyðir val- evni — ikki minst til fólka- tingið — at samarbeiða. fram við at vera høvuðs- vinnan í hvussu er hesa øldina út, fiskivinnan, kann fáa tilgongd av væl- lærdum fólki, og ikki sum annars bert av teimum, ið skúlin tveitir frá sær sum «sibbar» ella «ótangar». (Hesir vísa seg tó ofta seinri at vera skilamenn, sum antin tiðliga í skúla- gongdini hava rent seg fastar, tí teir ikki vóru so væl.í øgn við bókstavin, ella hava kett seg, tí at virkisfýsnið var størri enn rammur skúlans loyvdu.) Eisini aðrir næmingar, ið annars kanska høvdu kent seg noyddar at farið í holt við eina ivingarsama lestr- arkarrieru, høvdu heldur valt at nýtt evnini hjá sær i útbygging av einum fjøl- broyttari føroyskum vinn- ulívi. Búskaparliga úrslitið; Størri fólkatal, størri fram- leiðsla, størri úrtøka — til allar partar. Men tað ber ikki til at avnokta, at um føroyingar til ta tíð framvegis ynskja eina kapitalistiska samfel- agsskipan, so vería kapit- alistarnir, t.e. teir, ið eiga framleiðslutólini, helst eis- ini at fáa meira burturúr. Og halda menn hetta vera nóg góða orsøk til at mót- arbeiða slíkum tiltøkum, ja, so mugu teir heldur gera tað. Men, tað ið om- anfyri er sagt, vísir greitt, at á tann hátt koma menn ofta at berjast imóti at royna at køva nakað, ið kann verða til minst líka nógv gagn fyri løntakarar- nar. Hvussu ein inntøku- vøkstur , verður býttur framhald á bls. 9 Tann nýggja lógin tykist at koma ti gamla siðinum heilt tvørs fyri, at ein mað- ur stillar upp. Hetta skilst av tiðindunum um, at Knud Hertling og Nikolaj Rosing nú hava gjørt lista- samband. Tað er óheppið, at tann nýggja vallógin skal noyða fólk av ymiskari politiskari áskoðan at ganga saman fyri at vinna veljarar fyri seg. Ein slík samanseting hevði verið óhugsandi í Danmark. Tann nýggja vallógin má merkja, at politiskir flokkar verða skipaðir i Grønlandi skjótast gjør- ligt. Tann núverandi støð- an fer bert at ørkymla veljararnar. *

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.