Fróðskaparrit - 01.01.1966, Blaðsíða 11
Fólkanøvn í Sandoyar sýslu 1801
19
hetta sum seinna fornavn ella millumnavn, hóast øll seks
systkini bera tvey fornøvn.
1 Jacob Michael, 15 ára sonur bónda-einkjunnar á Skarðs-
garði, var hann ið seinni fekk sær eftirnavnið Widerøe.
9 Jens eru fýra í Skálavík: 82 ára einkju- og einbýlismaður
»Huusmand uden Jord og Almisselem«, 55 ára húskallur
í Dalsgarði, 44 ára óðalsbóndi undir Hagabrekku og 24
ára stjúksonur Hanusar bónda undir Hagabrekku. 1 Húsa-
vík er 33 ára bóndasonur á Lofti. í Skúvoy er 28 ára
bóndasonur og á Sandi eru tríggir, allir yngri enn 15 ár:
Tveir hálvbrøður á Klettum og ein sonur Mikkjals bónda
sála á Skarðsgarði.
34 Joen, vanligasta mansnavn í Sandoyar sýslu 1801, er í
øllum bygdum uttan Dímun. Aldur 1—90 ár.
1 Johan Michael er 15 ára prestasonur heima á Sandi.
13 Johannes eru í øllum bygdum uttan á Skarvanesi. Aldur
8—71 ár.
1 Lauritz er 23 ára ógiftur húskallur í Dali.
3 Lucas eru tveir 53 og 41 ára óðalsbøndur í Húsavík og
triði er 40 ára bróðir Óla bónda undir Hagabrekku í
Skálavík.
1 Lyder er 72 ára húsmaður við jørð í Skálavík.
4 Magnus eru 74 ára einkjumaður og 13 ára abbasonur hans-
ara í Skálavík, 46 ára giftur húsmanssonur í Dali og 13
ára sonur Mortans bónda í Trøðum á Sandi.
1 Melchior er 11 ára bóndasonur á Hamri í Skálavík.
Michael er bert í samansetingum Jacob M. og Johan M.
5 Mikkel eru tveir 52 ára húsmenn við jørð heima á Sandi,
og har á Klettum er 25 ára Mikkjal »Broder og Tiener«
hjá bónda-einkjuni. 1 Skálavík er 40 ára versonur undir
Hagabrekku, og í Húsavík er 32 ára bóndasonur á Lofti.
3 Morthen eru 66 ára kongsbóndi í Trøðum á Sandi, 33 ára
húskallur í Dali og ársgamal bóndasonur í Skálavík.
7 Niclas eru 75 ára uppgávumaður (Fledføring) á Sondum
heima á Sandi og 71 ára óðalsbóndi í Dali. Hinir fimm
eru allir í Skálavík. Aldur 14—79 ár.