Fróðskaparrit - 01.01.1982, Page 83

Fróðskaparrit - 01.01.1982, Page 83
Grindatøl 1584—1640 og 1709—1978 91 Sergeant (1962) m. a. til í sambandi viS eina stóra kanning av lívfrøðini hjá grindahvalinum, sum hann skipaði fyri í 1954— 59. Kanningartilfarið varð fingið úr tveimum hvalvágum í Newfoundlandi, har framleiðsla av lýsi úr grindaspiki var vinna í summarmánaðunum í árunum 1949—61. Best vóru árini 1956—58, tá umleið 8.000 hvalir í miðal um árið vóru riknir á land og dripnir (t. e. á leið tvær ferðir so nógv sum tey bestu grindaárini í Føroyum). Grindadráp hevur ongantíð verið vinna í Føroyum. 1 flestu førum eru tað grindir, sum av tilvild eru sæddar av landi ella frá bátum og skipum, ið eru á sjónum í øðrum ørindum. Við- hvørt hevur verið hugt eftir grind, serliga fyrr í tíðini. Grinda- veiðan er sostatt ikki, eins og fiskivinnan, bundin at veiði- orkuni (bátatal og veiðidagar). Kortini er óbeinleiðis samband millum hesar veiðihættir: meiri fiskiveiða kring oyggjarnar økir møguleikan fyri at síggja grind. Ávirkanir av mannaávum Flest allir tættir av mannaávum, ið hava ávirkað grinda- veiðuna gjøgnum árini, kunnu býtast sundur eftir sum teir hava við fólkavøkstur, broytingar í vinnumynstri og tøknilig (teknologisk) framstig at gera. Hetta býtið í bólkar verður mett hóskandi, hóast teir ikki eru óheftir, soleiðis at skilja, at t. d. tøknilig framstig kunnu broyta vinnumynstrið munandi, sum so aftur kann ávirka fólkavøksturin. Yvirhøvur kunnu meting- arnar av hesum táttum illa gerast støddarliga (kvantitativt), tað verður einans víst á, at tey og tey viðurskifti mugu haldast at hava havt týdning, í størri ella minni mun kanska. Yvir eitt so langt áramál, sum her snýr seg um, kann ein spyrja, um broytingar í siðum hjá føroyingum( so sum kost- vanar og hugsanin um grindadráp) hava havt týdning. 1 hvussu so er síðani umleið 1600 eru eingi tekin um nakrar broytingar í so máta. Sjálvsagt varð etið meiri av turrari og saltaðari grind fyrr enn nú á døgum við teimum betri goymslumøguleik- unum (frystiskáp). Áhugin fyri grindamati er framvegis stórur.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.