Oyggjarnar - 07.09.1905, Blaðsíða 3

Oyggjarnar - 07.09.1905, Blaðsíða 3
royna at bera tað, eingin skulđi vita, at hon syrgdi og aldrig rnamman. Hon breytt seg uttar. »Hví hevur tú verið so leingi har innari?« Mamman hugdi gløgt uppá døttrina, og fataði at nakað baddi. Gentan, sum var begynt at sópa gólvi, rætti seg upp. >Mær bæðar einki!« »Jú, nakað sakar teg«, helt hin gamla fram; »tú er blivin lík- bleik og hevur gráti?« Á góða mamma, trúgvi mær, tá eg sigi tað; meg sakar einki, men eg bleiv so hugtung, tá ið eg sat har innari; eingin er altíð eins glaður. Hin gamla setti seg við grúgvuna og stærdi teinkjandi fram fyri seg. Hettar, at ungar gentur kundu vera hugtungar, kendi hon, men bara tað ikki var naka annað, íð sakaði døttrini. Hjartasorgin var tó tyngst av øllum. »Hevur tú frætt frá Stein- grimi.« Hettar kom so óvarandi. at sterkur roði alt i einum stóð um anlitið á gf'ntuni. Veikt og piprandi mælti hon tá: »Nej, eg havi ikki fingið bræv —■' hann skrivar sjálđan.« Mamman sá tað tárutunga brosið á kinninum; tað skar í hennara hjarta, ti nú vistu hon, hvat sum bæđdi. Hon reisti seg, tók døttrina inn at sær. »Stakkalin, synd er í tær. Sig mær nú alt.« »Góða mammai. Gentan hugdi undranđi uppá mammu sína. »Mær bæðar einkið. Trúgvi mær, tá eg sigi tað«. Hin gamla stóð ivandi. Hví vildu døtturin ikki siga sína sorg fyri henni .... II. Fjært i vestri var sólin dalað millum reyðar skuggar. Døggin breiddi seg' svalandi yvir allar blómur, sum høvdu tyst um dagin og nú lagt bløðini saman. Upp fra tjarninum steyg mjørkin sum ein tjúkkur hvítur roykur og fjalđi brátt fjøll og dalar; einans teir hægsti tindar- nir stóði uppundan sum smáar oyggjar i einum stórum havi, hvar alt varstilt; eingin streymur og eingin vindur. Uppi í haganum hoyrdist kýrnar belja, og niðri við bø- garðarnar ljóðaði hjartans látur. Tað vóru tær ungu gentirnar, sum fóru til neytar. Tvær og tvær gingu tær niðan í brekkuna, prátaði sína millum um tað, sum hent var hendan dag. Aftast gekk ein. Hon ænsaði ikki teirra kæti. tí henni var bara um at sleppa sær einsamøll — goyma seg burtur frá fólki. Verðin hevði sett lás fyri henn- ara lívsgleði, stongt hana úti í svartasta dimmi. Alt, sum henni var tilbori, nivdi hugin niður. — Gentan var Anna. Skjótt funnu tær neytuni, og hvør settist undir sina kúgv. Mjølkin rann hvít og froðanđi i đyllurnar, meðan kýrnar, mettar og dovnar, stóði og beljaði stund um stund. Tá gentirnar vóru lidnar at mjølka, tók hvør sína dyllu millum herðarnar, og so til gongu við skemt og látur, sum vón er til, tá íð sinni er ungt, og fóturin lættur; men eftur hjá kúnum sat ein genta — Anna. Hon sat og stærdi inn í mjørkan, sum vildi hon har hóma ljósið, í kundi leiða hana úr myrkrinum; men um hana var bara neyð og grátur, eins og í hennara forpíndu sál. Hon tveitti seg niður á vøllin — græt og græt. Døggin trongdi køld og rálin gjøgnum búnan; hon ænsaði tað ikki. Jesus, hvat í hon var tung og troytt . . . Hví hevur tú svikið meg? hví gjørdi tú so illa? »Kom — kom aftur til mín, eg vil, eg kan tilgeva tær«, teskaðí hon fram fyri seg. Har kom eingin, bara kýrnar stóðu og stærdu at henni. Hon var svikin, svikin! tárini runni stríðari og stríðari; men tey lætti um hennara sára hjarta. Siðla var, áðrenn hon var ment at reisa seg, og tungsom var gongdin oman móti bygdini. Við eina á omanfyri bøgarð- arnar tvætti hon sær um anliti . . . eingin skuldi síggja, at hon hevði gráti. Nú var hon einsamøll, einsa- møll skuldi hon bera tað; eingin skuldi vita, at hon var svikin. Haldur. Luf ttry ksvaski maskina. Sterk og bilig. Av vaskimaskinu, sum keyp- maður S. P. Christensen í Hor- sens hevur vunnið patent fyri, er okkum beind ein frá Magnus Einarsson, Tórshavn — sum hevur tær til sølu fyri 5 kr. 50oyrur(fabriksprísurin). Hend- an roynist soleiðis: slítur einkiS toyið, viðkar tey ullinti klæðini væl út, ein verður nðgv skjótari liðugur enn við at nýta vaski- bretti. Ikki minst hevur tað uppá seg. at toyið kann vaskast í sjóðandi heitum vatni. áv ti at hendirnar ikki koma í tað. Toyið verðir kóka sum van- ligt og stoytt — við tí kókandi lútinum — niður í balju ella annað ílæt, sum er okkurt um 22—24 tummar høgt og 18—20 breitt. So nógv sum 3—4 løk ella 6—7 stykkir av klæðnaðum mugu fara i baljuna ísenn, uppá tað, at nakað bleytt kann vera undir Maskinini, sum er ein stór bliktrakt, har smá rør ganga inni í, hvar lúturin skal renna út og inn; áføst við ovara endan á traktini er ein long stong. Hettar »apparat« skal tá setast niður á toyið og lyftast upp og niðir — rætt sum ein stendur og kyrnar á gamlari kyrni. Lúturin rennur tá út og inn gjøgnum toyið og reinsar tað brádliga. Maskinan ska 1 ikki lyftast upp um vatnskorp- ina, men flytast við og við í baljuni. .Væl av vatni skal vera í. Toyið verðir skola á sama hátt. Tá liðugt er, skal ma- skinan beinast burtur á turt pláss. Tað er vinningur at standa

x

Oyggjarnar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Oyggjarnar
https://timarit.is/publication/16

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.