Oyggjarnar - 20.05.1908, Blaðsíða 4

Oyggjarnar - 20.05.1908, Blaðsíða 4
teirra. Neytuni røktar arbeiðs- konan og đrongurin, og tað við lít og so góðum skili, sum fer at verða sjálsamt nú á døgum; hin gamla hevur m. a. alla skúringina leygardag. So kemur sunnumorgum! frið- og halgjudagur! tá skuldu tit sæð ferðina á mostir um tað heila hús at rudda og skava, vaska ílætir, ið standa grógvin frá døgum, vaska hosur, sokkar, tveingir m. a., busta klæðir; tá kókar hon kjøt og' søta súpan, bakar pannukøkur, melur kaffi, við hvørt brennir hon kaffi sunnudag! allar dyr hevur hon opnar eftir sær! Tá ið dagurin líðir, er hon farin í reint; so tekur hon lestrabók- ina, men tá er dimmið mest komið og sleppur henni frá lestrinum. A tann hátt heldur Johanna mostir sundagsfrið og hálg mótsatt allar hampuligar konur, ið »taka húsið« frá morgum- stund og gera sum mest frá sær leygardag, til tess at m' ta e i n hugnaligan hvíldardag um vikuna; enn tá vil hon eitast at halda hálg betur enn annar, bara tí hon læsur stokkarnar og seym niður í ovasti skuffu leygarkvøld og setur seg við lestrabók sunnudag eftirmiddag so síðla, at hon sleppir frá at lesa! men hon hevur systrar — nógvar tíverri. Annelisbet gongur inn til mostur. Hon spyr meg altið eftir »miðlingargentuni«, sum hon rópar Evu mostir, ið gongur heifna ógift og ber nógv orð av at vera tídligt fólk og ógv- uliga skjemtingasom. Mær hevur altíð tykt stutt- leika í at lurta eftir eldri fólki, vegna tey siga frá mongum natúrligari og trúsk}'ldigari enn vit yngri. »Hvussu ber tað til Anne- lisbet, at tá ið fleiri systrar eru, so gongur mestur altfð tann vakrasta eftir ógift. Evu haldi eg meg minnast tann fagrasta genta, eg havi sæð, men mamma og Johanna mostir eru einki fram um fólk fle.st?« »Hvør man kenna sínasøgu sum best, og søgur vita øll um, sum hava verið ung. Evusa skaði var, at hon ikki var »tilbørliga« giftulistin, sum fólk eiga at vera í teimum ungu árinum«, heldur Anne- lisbet. Annelisbet eigir eina hálv- bitta dóttir Friderikka, sum hon átti 6 ár aftaná 3 dreingir og eina gentu. »Tað er Guđs fingur við Fridrikku«, sigur Annelisbet, »vit vóru for arm til at æla upp fleiri børn, og so legði eg meg uttar í stov- una, men hon kom alikavæl — Stakkal . . . .« P. N. Trangisvágsgenta. Húshaldi. Høsn, ið fáa eina mjólka- skál út í garðin upp ímillum, verpa dúgligari enn tey, ið noyðast at sakna mjølkina. Verpingatíðin er nú uppá tað hægsta. Knip tí ikki um tær átuligu og matmiklu eggja- rættinar. Eggjaloypingur\ Teytt 2 spónur av mjólk ella róma uppí hvørteggiðásamteittsindur av salti og sukur. I.æt smør- flis í r e i n t — helst glerað — ílæti uppi yvir eldinum og hav smátt skornan leyk út í. Um- far evni hovliga eftir botninum við træspón og hav tað út av meðan tað er lint, til tess loyp- irgurin ilcki verðir harðir og turrir. Eggjaloypingurin (morg- ummatir) er borðreiddur heitur á flatum fati, har »tomat« flísar sandaðar við pipar kunnu breið- ast íkring; enn tá skal eingin græsleykur í. Eggjajmólk. Umfar 3 — 4 eggjareyðar, ásamt sukur í súpanabollanum. Stoyt næst tað i'/2—2 pottar av kókandi mjólk út yvur meðan evni er brádliga og javnt um- farið. Borin á borð við brank- aðum hveititerningum. Hørðsoðin egg i persillusós. Smørflis og mjøl er tynnt upp vil mjólk til javning; hav salt og sukur út á eftir vild og hartil mongd av smátt saksað persillu. I.at hartkók- aði, tvískorin flógv egg niður í sósina og borðreið tey á flatum fati. Persillu kann ein, so at siga við ongum ómaki, hava sær fríska árið íkring. Nøkur orð um urtabrúk. (av H. Norđby Olsen.) — Alle slags »grønsaker« er god mat: det er mykje mat- mun i dei, og dei er lette aa melta; mange av dei er sers rike paa slike grjot — emne som kroppen treng mest til, kalk, jarn og fosfor. Ogberre ein prøver syner det seg snart, at dei fleste er lette at lage til rettes, og at ein ikkje torv bruka mykje av dyre tilsetn- ingar, slikt som smør rjome og egg. Ei husmor, naar hon nokre aar hev vore van ved aa hava ein liten kjøkenhage um summaren og ein kjellar um vinteren med kaal, gulerot, pastinakk, persille, kaalrot o. dl., ho vil ikkje missa dei for mykje gott. Og fær ein litevetta aa av- henda( so det vert ein skilling aa tena, me teg imot den med. Lýsingar. -O— Joks. Patursson : Færøsk Politik 1 kr. — Gunløgskvæði 25 oyr. — Tingstarv 25 oyr. Sverre Patursson: Dagdvølji 25 oyr. fæst í bókhandlinum i Havn. Blaðs;ýrari: Helena Patursson. Prentað í Prertsmiðju »Di'mmalætting«s*

x

Oyggjarnar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Oyggjarnar
https://timarit.is/publication/16

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.