Tķmarit.is
Leita | Titlar | Greinar | Um vefinn | Algengar spurningar |
skrį inn | Íslenska | Føroyskt | Kalaallisut | Dansk | English |

Fjaršbśgvin

PDF  | HQ_PDF  | JPG  | TXT  |
Skoša ķ nżjum glugga:
PDF  | HQ_PDF  | JPG  | TXT  |


Ašlaga hęš


Vafrinn žinn styšur ekki PDF skjöl
Smelltu hér til aš skoša blašsķšuna sem JPG
Fjaršbśgvin

						FJAKPBUGDm
NR. 7          ^^                                                                                             FRÍGGJADAGUR 5. JULI1974                                                                                                    4. ÁRG.
MENNING
Hesi seinni árini hevur stórt
virksemi verið her í oynni og
nógv fólk er flutt til taer størru
bygdirnar. Nógv bygging er
farin og fer fram; men tíverri
nógvastaðni uttan fyrilit.
Kommunurnar yvirhøvur ha-
va ikki havt nakrar fastar býar-
plánir, og tí er og verður so nógv
tilvildarlig bygging framd.
Higartil hevur tað í teim flestu
bygdunum yerið soleiðis, at um
ein aetlaði sær at byggja sethús
ella hús til annað endamál, so
varð farið til eigarmannin at
biðja um grundøki, og varð tað
játtað, so fekst eisini altíð
byggiloyvi frá kommununi.
Staðbundnar kenslur hava í
mongum førum verið avgerandi
fyri bygging av havnarløgum og
ídnaðarvirkjum.
Ein byrjan, til at fáa skilabetri
nýtslu av byggilendi og tamar-
hald á menningini, varð gjørd,
tá ið býarplánur varð gjørdur
fyri Runavík og ein part av Salt-
angará, fyri einum 12—15 árum
síðani; men tíverri kom steðgur
í.
í seinastu løgtingssetu varð
viðtikin lóg, sum ger, at møgu-
leiki er hjá kommununum at
lána pening til størri jarðarkeyp.
Tað ber ikki til í longdini ikki
at hava nágreiniligar plánir, sum
vísa, hvar bygging til ymisk
endamál, skal fara fram. Tað má
og skal vera heilt greitt, at hesi
økir eru avsett til sethúsabygg-
ing — hesi til ídnaðarvirkir —
hesi til havnarløg — hesi skulu
als ikki byggjast á og so fram-
vegis.
Soleiðis, sum støðan er í dag,
hava taer flestu av kommunu-
num her i oynni ikki tamarhald á
menningini, og tær eru heldur
ikki førar fyri at steðga óskil-
inum.
Tað krevur serkøna hjálp, og
hon er dýr. Tað hevði tí kanska
verið ein loysn, um fleiri komm-
unur tóku seg saman og fingu
sett á stovn tekniskar deildir við
býarverkfrøðingum á odda. Til
dømis kundi allur Skálafjørðurin
verið saman, Fuglafjørður, Leir-
vík og Gøturnar saman o.s.fr.
Uppgavurnar eru nógvar: hav-
na- og vegagerð, kloakgerð,
skúlabygging, býarplánuro.s.fr.
Tað er fryktandi fyri, at um
ikki okkurt verður gjørt nú, so
endar alt í einum ruðuleika og
serliga í teimum kommunum har
vøksturin og tilflytanin er
størst. Vit hava ræðandi dømir
um hvat plánloysi førir til aðra-
staðni her á landi.
Um kommunurnar finna fram
til eina skilagóða loysn, so er
møguleiki til steðar fyri, at vit
sjálvi koma at stýra menningini
her í oynni. Tað gera vit ikki í
dae.
Glyvraskúll nýtt veggprýDi
Grete, Marianne og Lisbet
Nýggja veggprýði í skúlanum á  Glyvrum
Nls. england í Føroya-sigling
Byrlar ferDlrnar 9. lull.
»Kronprlns Frederik« verður lagdur
selt.
Hosdagin  11. juli  kemur ms.      Hetta skip skal loysa av »Kron-         »»England«, ið higartil hevur
»England«     fyrstu     ferð     á     prfns Frederik«, ið er elsta skip     røkt rutuna Esbjerg-Harwich«,
Havmna   i   regluhgan   siglmg      hjá DFDS, og sum nú verður     er bygt í 1963 á Helsingør Skibs-
Esbjerg-Torshavn-Tvøroyn.             tikin úr siglingini og møguliga     værft og hevur aftaná umbyggj-
an seinni nú 568 koyggjupláss
(Kronprins Frederik:311) og
pláss fyri um 100 bilum, ið koyra
beinleiðis umborð gjøgnum lúku
í síðuni aftan.
Skipið er 140 metrar langt,
19,30 metrar breitt, brutto-
støddin er umleið 10.000 tons.
Skipið varð skrásett í 1964 tQ
hægsta klassa hjá Bureau Verit-
as og er ísstyrkt.
Høvuðsmotorarnir eru tveir
B&W diesel, ið tilsamans hava
15.500 hestar, ið kunnu geva
eina hægstu ferð av 23 mílum.
Skipið hevur umframt vanliga
skrúvu eisini skrúvu í framskip-
inum, og síðustabilisatorar
(fins). Lastarúmini eru 38.000
kubikkføtur tilsamans og kunnu
tey verða niðurfryst til ávikavist
-5- 20 og -í- 10 stig. Á brúnni eru
2 radar, Decca navigator,
ekkolodd, gyro, V.H.F. radio-
tól, o.a.
Bert ein klassi er á skipinum,
so at ferðafólk uttan mun til,
hvar tað býr, kann ferðast um
alt skipið, ið hevur stór og ljgs.
uppihaldsrúm, 2 kioskir, barr og
skrivstovu.
Manningin tilsamans er 80
mans
— Nøkur tøl lýsa, hvat ið farið
er til av tilfari við byggjanini av
»England«: skipið vegar 5.600
tons, harav skrokkurin 4.500
tons (stálpláturnar 2.600 tons),
og báðir dieselmotorarnir vega
1.100 tons.
Fyri trimum árum síðani var
sangbólkurin Tritonus úr Køb-
enhavn á Glyvrum — gestir hjá
Glyvra kirkjukóri. Árið eftir var
Glyvra kirkjukór á flatlondum
og sang. Á hesum ferðum vórðu
fleiri vinarbond knýtt, soleiðis,
kom onkur at kenna eina av •
ungu listarkvinnunum, sum
jóansøkuaftan prýddi veggin á
niðaru gongd í Glyvrá ski'ila við
føgrum veggmálningi, sum við
Utum og evnum, talar til øll
millum 2 ár og 90 ár.
Tað eru tær tríggjar Marianne
Tiimmler, Lisbet Jensen og
Grete Pedersen úr Kbh., sum.
eru meistarar fyri hesum verki.
Tær báðar fyrr nevndu, hava
gingið í 4 ár á - Skolen for brugs-
kunstnere — og hava eitt áf eftir
til lokna útbúgving. Tær hava
fyrr skrýtt veggir á skúlum og
virkjum á móðirlandinum.
Grete, sum eisini er við í ferðar-
lagnum, ið er barnagarðslærar-'
innunæmingur, og eigur sín part
av æruni.
Fjarðbúgvin hitti tær á máli,
og frætti, at tær hava verið í
Føroyum í o.u. 14 dagar í besta
summarveðri, so tær hava í
hyggju at koma aftur næsta
summar, um onkur skúli ynskir
vegg prýddan.
Vit: Hevur nakar biðji
tykkum gjørt hetta arbeiði.
Tær: Nei, vit tóku sjálvar
initiativið, og var áhugin fyri til-
takinum ikki serliga stórur hjá
mynduleikunum. Hetta var jú
nakað nýtt, og eingin visti
hvussu tað kom at taka seg út,
—  uttan vit.
—  Fáa tit nakra samsýning? Jú
vit hava fingið málingina frá
Runavíkar Kommunu, men hava
ikki biðji um pengar.
Vit ynskja tykkum góða ferð
víðari, og vóna, at kommunan
gevur tykkum eina samsýning,
so ferðin ikki verður ov dýr.
Læknavaktir
Leygardagin 6. juli
Sunnudagin 7. juli
Sigvald Kristiansen
tlf. 47310 Skála
Leygardagin 13. juli
Sunnudagin 14. juli
Poul Olsen
tlf. 47010 Saltangará
Leygardagin 20. juli
Sunnudagin 21. juli
Sigvald Kristiansen
tlf. 47310 Skála
					
Fela smįmyndir
Blašsķša 1
Blašsķša 1
Blašsķša 2
Blašsķša 2
Blašsķša 3
Blašsķša 3
Blašsķša 4
Blašsķša 4
Blašsķša 5
Blašsķša 5
Blašsķša 6
Blašsķša 6
Blašsķša 7
Blašsķša 7
Blašsķša 8
Blašsķša 8
Blašsķša 9
Blašsķša 9
Blašsķša 10
Blašsķša 10
Blašsķša 11
Blašsķša 11
Blašsķša 12
Blašsķša 12