Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 1
Nevtollur og nýggjari
føroysk lóggáva um oyðing
av skaðafugli.
Eftir E. A. Bjørk.
í stóra bókaverki sínum um søgu norðurlanda fólka
(Historia de gentibus septemtrionalibus), sum kom í 1555,
sigur sviin Olaus Magnus, at í íslandi var lóg, ið læt
hann, sum drap skaðadjór, fáa eina samsýning frá kongsins
fúta. Henda frásøgn stendur í byrjanini á 15. kapitli, sum
hevur hesa yvirskrift: »De lege corvorum necandorum«.
Tað er tó bert í einum lítlum parti av kapitlinum, eitt
sindur stendur um at beina fyri ravni. Har stendur1):
»Cum itaque corvi, etiam albi ibidem plus, quam in aliis regionibus,
agnellus S. porcellos impetuoso volatu, ac ungularum raptu occidendo,
sint seviores, juvenes terrarum incolæ co labore se habilitant 6. indurant,
ut hanc depopulationem ulciscantur, plurimos corvorum occidendo sagit=
tis: solæ rostra funibus alligata præsidibus pro signo mercedem peti.
turi demonstrant: quam fx liberalissima largitione pari sagittarum nu»
mero, ut bestiæ interemptæ, compensant. Ita 6. de reliquis animalibus
damnoisi in tota Septentrionali plaga opservatur,..«
■) Hetta er tikið úr frumútgávuni (Romæ 1555 bls. 149) og umsett
stendur: »Tá ið so ravnar, eisini hvítir, sum eru grummari enn í øðrum
londum, við rúkandi ferð skjóta seg niður eftir smálombum og grísa»
hvølpum og drepa tey við klónum, er ungdómurin har nærlagdur at
læra seg at skjóta ein hóp av ravnum við ørvi fyri at hevna hetta rán.
Bert nevini verða tikin, og tey verða drigin upp á band og sýnd fram
hjá fútunum sum prógv, til at fáa løn afturfyri, og teir lata við stórum
gávumildi samsýning, sum er eins nógvar ørvar, sum djór eru dripin.
Henda skipan er í øllum Norðurlondum eisini viðvíkjandi hinum
skaðadjórunum.......«