Tķmarit.is
Leita | Titlar | Greinar | Um vefinn | Algengar spurningar |
skrį inn | Íslenska | Føroyskt | Kalaallisut | Dansk | English |

Oyggjarnar

PDF  | HQ_PDF  | JPG  | TXT  |
Skoša ķ nżjum glugga:
PDF  | HQ_PDF  | JPG  | TXT  |


Ašlaga hęš


Vafrinn žinn styšur ekki PDF skjöl
Smelltu hér til aš skoša blašsķšuna sem JPG
Oyggjarnar

						hina    gomlu:    >Alt    tók   hann
deyðin frá mær.    Alt! Alt!«
Urið dikkar ákaminhylluni;
vindurin leikar um húsið. Tað
særda hjartað grætur: »Henni
ránaði deyðin alt — mær rán-
aði lívið alt.«
(Eftir deuskum.)
Eru  tað  sannur  framburðs-
menn?
Y m i s t.
L í 11 i P o u 1: Læt okkum
nú bæði tvey spæla, at vit eru
gift tilsaman.
Lítla Elin: Nej —
mamma hevur sagt, at vit ikki
mugu illsemjast sunnudag.
»Tað var sum sjálvur fanin« var mín
fyrsta hugsan, tá eg sá hattar inhbjóðilsi
frá teimum vælsignaði blíðu norðmonn-
inum, framsett uppá útlændskt mál av
oddamonninum í Havnar framburðs-
felag, og eg brendi tá alt í einum á ein
av teirra næstingum. »Eg dugi ikki at
týða tær tað ervisi«, sigur hann, enn at
vit allir mugu fara í langa brakur og
seta hogan hat upp á hevdi, tá vit fara
eystur at vitja.«
Nej — nú veit eg ikki longur, hvat j
ið feroyskur framburðir er. Tað sær j
devils óhugnaligt út, at teir, ið vit fegin
vilja rópa okkara undangongumenn,
skriva um vára almannaviðurskiftir uppá
ikki-foroyskt mál, men verri er at síggja
teir taka undir eitt n o r s k t skriva
innbjóðilsi til Feringar uppá útlændskt
mál!
Sannur framburðsmenn eru einans
teir, ið nýta sítt móðurmál í skrift og
tali. Tað átti teir at minnt meg á og
ikki eg teir.
Eg má siga sum unglingin fúsi:
»Nú er einkið eftir at lesa í teimum
politisku bløðinum uttan frá Kirkjube-
bóndanum, síðan Rasmus Effersee, Símun
úr Konoy og háskúlamenninir hildu upp
at at skrivae.                                D. P.
„Telefon"-mál.
Ein føroyskur keypmaður,
ið síðsta he)rst fekk tíðinda-
tráðin settan inn um krambúð-
ina hjá sær, byrjaði sum skjót-
ast við at »royna« hann. Tað
stendur til at tosa við ein mann
á Borðoynni, men fellur ikki
væl í lag. Keypmaðurin spyr
og ha'ar og spyr, men fatar
einki uttan óljóð og støk orð
gjøgnum tráðin. Konufólkini
og »telefon«-menninir, ið inni
eru, standa tipt av látri. Teir
biða hann siga navn sítt og
snakka føroysk, so fekk hann
nokk aftursvar.
Tá batti.
Maðurin var bilsin við at
føroysk mál kundi skiljast í
»telefonini«! Niels v æ 1 s i g n-
a ð u r spurgdi ein mann, um
teir ikki noyddist at
tosa danskt í hesa tele-
fonina.
Besta bót fyri hárvøkstir.
Skrava skælið av hjálpirótum
og flísa tær ógvuliga tunnt.
Set út á, í glerað ílæti, eitt
mál hjálperót og valla 2 mál
av køldum vatni; tá ið tað
hevur smáttkóka 2—3 tímar, er
løgurin avsílaður og 1 flís av
ósaltaðum smøri væl umrørd
úti í — áðrenn løgurin er kald-
ur. Hav tættan prop á fløsk-
unum. Tað ger hárið betur
»livandi«, at eitt sindur av
góðum franskum ella spiri-
tus vini er latið út í hettar hár-
vatnið.
Hvat er sundagsyrki, og hvat
er gerandis?
Gentan, ið ikki var ætla
at vera til.
Eg   eiga   eina mostur,   sum
eg   tíðin   plagi   at   vitja,   gifta
innu í Eysturoy; ikki tí Jóhanna
mostur og eg altíð sita so væl
um sátt. men húsið er stórt, og
bara ein gomul arbeiðskona
og 17-ára gamalur drongur er
til hjálp. 011 5 børnini eru út
gift.
Mostir dámar væl at
rósa sær; eitt, hon ger
seg nógv til av er, at hon
heldur seg halda sunnudagin
betur, enn nakar har í bygdini
— likaskjótt betur enn nakar í
oynni. Tað sanna er, at eingin
forsyndar seg so illa ein halgju-
dag sum hon.
Tað nyttar mær einki, at
eg havi verið í kirkju sunnudag,
tá ið eg kan seta meg við
søgubók ella bregda eitt band
seinri á degi; eg fái tá aldrinn
syndabót fyri halgjubrot! Sjálv
fær hon ikki stundir at ganga
í kirkju, til tess hon letur alt
húsið mestur røkta seg sjálvt
og dregur saman og goymur
til sunnudag, so har verðir eitt
skil, hvar ikki er livandi undir
taki, fyrr enn at kvøldið.
Gerðandis heittist hon at
taka sær av mati og drekka;
tað gongur eftir tí gamla før-
oyska siðunum: sum lættast
sleppst frá og best ber til.
Hon situr á øllum dagsstundum
við stokkum ella ulltæðing nokk
so ambráð mitt í sínum vesal-
igasta hússetri; tá ið legging-
artíð er komin, fer hon at breiða
seingina aftir hjá Mikali mann-
inum; uppreiðingin og annað
hvønndagsyrki í kamarinum
bíðar til sunnudag; tvær ferðir
um vikuna kembir hon sær,
annars »glattar« hon sítt tjúkka
hár framman til, og f jælir rest-
una undir turklæði; anlitstváð-
ing nýtir hon ikki gerandis,
tó plagar hon við hvørt at
dyppa ein dukkulappa í lunka
vatn og strúka sær mitt um
enni, men sunnudag tekur hon
lappan niður at hálsinum;
kroppstvá trúgvi eg ikki hon
veit um at siga siðan hon lá
í blæðu. Mikal heldur uppá.
at krambúðin skal verða tváða
og rudda hvønn morgum; til
tess gongur honum tilhándis
ein  einkja, ið býr dyr um dyr
					
Fela smįmyndir
Blašsķša 1
Blašsķša 1
Blašsķša 2
Blašsķša 2
Blašsķša 3
Blašsķša 3
Blašsķša 4
Blašsķša 4