Fuglaframi - 13.06.1899, Side 2

Fuglaframi - 13.06.1899, Side 2
ioo alin høgt og 200 alin lang't, tvørtur við sjógvnum; hará bygdi hann: virkihús 35 al. 1. og 20 br., sethús 30 al. 1. og 15 br., smiðju 10 al. 1. og 8 br., eitt trægólv norðanvert við virkihúsið til at draga hval- irnar uppá, meðan teir verða gjørdir til rættis, o. u. 60 al. 1. og 25 br. í ár byggist ein træbrúgv út í sjógvin, sum skal vera so langt út, at ein stór »skonnert« — sum Michelsen hevur til farmaskip — skal kunna leggja inn at, fyri at gera tað høggligari atlossa. Eisini skal byggjast eitt stórt kolhús. Snakkað hevur verið um seinni at bygt eitt guano-virkihús, um pláss fæst nóg mikið til tað. Fastir arbeiðsmenn hava verið bæði ífjør og íár, 12 Normenn og 4 Føroyingar umframt bønamenn, tá íð mest hevur verið at gjørt. Ifjør veiddi Michelsen 54 stórhvalir, harav vóru 6 royðrar, 4 stórar sildrekar. 10 ella 12 kúlubøkur, hitt var alt nebbafiskar. Tann 13. apríl í ár kom hann at landi á Kópagørðum við tí fyrsta hvalinum, og tann 24. mai kom hann við tí sætta — alt nebbahvalir *). Tann 4. mai fann Michelsen ein nýskotnan døgling; skutulin stóð í honum, og 30 favnar av línu uppi við. Ein guvubátur »Viking« kom til Kópagarðar**) 3. hvítusunnudag; Michelsen ætlar at brúka hann til sleipubát, meðan hann sjálvur skal liggja uttanfyri og skjóta í heilum. Utróðurin hevur verið litil, tí veðrið hevur verið ovruskut; tað sum nakar hevur roynt, hevur her um vegir helst verið eftir } reyðfiski, og einkultur bátar hava sloppið ! upp til 20 kr. á bát. Lambingin verður yvir høvur av tí ringasta her norðanfyri, uttan í Fugloy; har sigst at vera sum eitt meðalár til lomb. Kavi og kuldi hevur altið verið til reiðar, um onkur dagur hevur víst seg við betri veðri; so at ringari vár man fáur minnast. Tey gomlu søgdu, at tað vóru tsy ! ringastu várini, sum nakar mintist, tá íð tjaldur doyði i raki; men so ringt var í Hvannasundi, at har funnu teir, mitt í apríl, eitt tjalđur, sum var kropið inn í eitt neyst, og lá har deytt í tí púrasta raki. Ur Suðuroy. (Frá „Fuglafr.“s brævskrivara.) 23. mai 1899. Suðuroyar skipini hava fiskað væl, til hvítusunnu hevði »Johanne« fingið 172 skpd., *) Michelsen hevur nú fingið 16. Blaðst. **) Brævskrivarin hevur greitt frá, hví plássið nevnist Kópagarðar, men noyðist hendan frágreiðingin at bíða til næsta blað, tá hon ikki hesa ferð fær rúm. »Ørðvingur 170, »Albert-Victor« 110, »Re- gina« 120, »Robert Miller« 100, »Vábingur« 80, »Viking« 80, »William Clowes« 110, summu hava har aftur ímóti fingið ógvuliga lítið. Bátarnir hava eisini fiskað rættuliga nógv tá íð veðrið hevur verið til at fara til útróður — frá 5 og upp til 8 krónur í part. Burturgingin er deksbáturin hjá J. Dahl í Vági við trimum monnum, teir fóru úr Vági til Famjin og Sumba eftir turrum fiski og vóru lastaðir við 50 a 60 skip- pundum; óhappið barst til tann 13. í h. Við lembingini hevur tað verið av tí allar ringasta í ár, so at tað næstan ikki sæst meiri enn einkult lomb í haganum aftur imóti sum í góðum árum. Blaðstýraraskifti. R. Effersø varð á fundi í Havnar avhaldsfelag 1. hvítusunnu- dag kosin til stýrara á »Dúgvuni« staðin- fyri D. Isaksen, sum tá segði seg frá. Hr. Effersø, sum fyri uttan hevur blaðið »Føringat.« í hond, tók við frá fyrst út- komandi blaði. Dúgvan var í síðstuni byrjað eitt ørð- vísi flog, enn hon fyrr var von at brúka. Hetta flogið, sum kannske skuldi vísa, at hon var komin upp um unga-aldurin, hóaði tó ikki teimum, sum Dúgvuna áttu — Havnar avhalđsfelagi. Eisini aðrir menn á bygd vildu vera við tað, at flogið ikki passaði henni. Sum vera man, fekk maðurin, D. Isaksen, sum settur var av avhalds- felaginum at ansa eftir henni, alla skuldina fyri. at hon fleyg so løgliga. Til síðst vildi eigarnir ikki longur vita av hesum nýa floginum. 1. hvítusunnudag varð ti avhaldsfelagið stevmt saman til fund til at avgera um, antin Dúgvan skuldi av- lívast ella ikki. Men tá ið D. Isaksen við byrjan av funđinum segði seg frá at passa hana longur, vildi felagið ikki drepa hana, men kjósaði R. Effersø til at taka sær av henni. Búnaðarbólkar. A' J. Patursson. (Framhald.) Slátturmaskinan. Sum bøirnir leggjast meir og meir í flatnalendi, kemur sláttumaskinan til at rudđa sær inngongd' í Føroyum. Flest alla staðnis vil hon kunna brúkast — bert teigarnir vera avlagdir —, tí tað er frálíkt sum maskinsmiðirnir hava verið kringir í hesum seinasti ár til at gera hana skikkaða til at brúkast á brattari og óslættari mark.

x

Fuglaframi

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fuglaframi
https://timarit.is/publication/11

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.