Fuglaframi - 13.06.1899, Side 3

Fuglaframi - 13.06.1899, Side 3
Hon verður đrigin av einum ella tveimum hestum og eru tí drottrastengur á henni framman til. A tveimum hjólum gongur hon, og við tað at tey mala seg á meðan framdrigið verður, fíra tey á eitt annað minni hjól, sum aftur koyrur á nøkur onnur, inntil snúðurin endar í einum lítlum kasti (sveivi). sum skúgvar líggja- blaðið aftur og fram við rokandi ferð. I.íggjablaðið, sum gongur út til viks frá maskinuni høgru megin, er tent mest sum sag (tvørskerari) og liggur í einum slíðra, sum eisini er tentur. Slíðratennirnar eru flikaðar opnar aftan í frá og fram ímóti oddinum, og ígjøgnum hesar flikur er tað at líggjablaðið við sínum nvestu tonnum furar seg og við tað klippur grasið av. Altíð skal eitthvat vera til atfinning, og tað hevur verið sagt, at maskinan slær ov ósnøgt. Ja, hon rívur ikki bark, tað ger hon ikki, men tað er ein stilling til ma- skinlíggjan, sum sláttumaðurin kann brúka til at lata hana skera so snøgt og so ósnøgt sum nýtist. Tað er forderviligt at sláa ov nær. Tað eigir altíð at standa ein fittur stubbi eftir av hóvnum til at líva grassvørinum móti vetri. Tann, sum g'evur tí ans, vil síggja, at tann snøgt sliđni bøurin snarari mosagongst enn hin, sum eisini hitt, at hann fornast skjótari. Tó má sjálvtsagt hógvurin rættast nógv eftir grasslaginum og sláttutíðini. Meiri um búnan. Tað sær undarligt út fyri mær, at »Sveinur« so skuldi lata seg teppa av einu »Kvinnu«. Mær dámar tað einki, at hann so skjótt gav fyri tapt, og tá eg haldi meg eisini hava nakað at tosa um, fari eg at biðja tygum, harra blaðstýrara, soleiðis sum teir plaga at siga í løgtinginum: Má eg biðja um orðið! Mær tykist tað lítið sømuligt, at tit brigsla okkum um eingilskar hattar, nú vit við so strangari lóg hava stongt fyri ein- gilskum sjómonnum. Tygum skuldi, góða kvinna, bara vita, hvussu fegin ein eingilskur keypmaður var nýliga, tá hann fekk selt 3 kassar av forriknum hattum, surn vóru so gamlir og úr móta, at hann ætlaði at lata teir gera um til eina gólvmáttu. Og so væl sum hesir hattarnir komu við í Før- oyum! Eg skal siga tygum, at tygum ikki hevði sloppið í eitt einasta brúðleyp, og eingin maður hevði fingið konu, um eingilsk- maðurin ikki hevði sent okkum hesar gomlu hattarnar, vit mátti jú hava teir til — b rúðgómshattar. Enn minni mátti verið at sagt um frakkarnar, helst tá teir svørtu hvølpalitaðu. Mær tykist altið stuttligt at síggja gririda- hvalir, og tygum mátti minst til, hvussu fegin vit vóru nú_ á páskum, at fáa grind so for- kunniga. Ólíka stuttligavi haldi eg tá vera at kunna innbilla sær at síggja hópin av grindahvalum, hvørja ferð fólk er í hægsta stási, sjálvt um tað er um jóltíð. Og tosaði tygum um langbuksur, tá haldi eg tað vera tað hentasta og klæðiligasta plagg, sum til er; tí, vil eg vera heilt fínur, lati eg brøkurnar darla niður á skógv, vil eg vera »gemeinur« maður, bróti eg tær upp til ølclar, og vil eg agera fyri at vera Føroyingur, so rulki eg tær í ein bólk uppi við knæ; eg kann soleiðis gera tríggjar menn burtur úr einum manni. Men — eg má jú ársaka tygum, tí tygum sýnast at hava so lítið til at fara í sjálv, í tað minsta tykist tað at sita tygum so illa, at tygum noyðast til at forandra ella keypa ty- gum nýttí heilum. Ónatúrligaundarligtertað tó kortini; nú eru so nógvar seymimaskinur í landinum og so nógvar seymikonur, tó vera konufólkaklæðini so illa gjørd, at tað hugsast ikki um at fáa tey so væl seymað, at tey kunnu pássa longur enn eina tveir mánaðir í tað hægsta. Frægari var tað tó fyrr, tó tá hvørki vóru maskinur ella seymi- konur. Tá dugđi konufólkið tó so væl at virka, at dóttirin tók við klæðunum óslitnum. sum^móðurin hevði brúkt alla sína tíð. Mær tykist synd i tykkum. konufólk! Som nú er vorðið hjá tykkum, haldi eg tit náa ikki til at hugsa um annað ting í verðini uttan um klæðini uppá kroppin, og — tó er tað ongantíð til pass álíkavæl. Hvussu langt er tað siðani tit royndu at fara í nakað, sum skuldi líkna tykkum við sátur, tað var ta ferðina, tá tit funnu uppá at ganga í hesum útspentu jarngjarðum, sum minst fjaldi eitt hálvt gólv ísenn. Ikki passaði tað tó leingi, ti so skuldu gjarðirnar flytast og spennast tvørtur um miðjuna, so at hvat fyrr hevði verið avgjørt í víðilsi, tað skulđi nú gerast í krympilsi. Tó dugdi tað heldur ikki leingi, helst tí at tá bleiv skapilsið alt ov beint, tað hjálpti ikki uttan at fáa ein vøkstur onkurstaðni, so at útsíggjandið kundi skeiklast onkran veg. Og skuldi tað blíva nakran veg, so mátti tað blíva har, sum tað bleiv — tað mátti blíva til ein hala, ella — rættari sagt — til ein halatógva. Aftur skuldi tá tógvin burtur — men hvat galt! nú var uppaftur alt ov slætt, so var einki uttan at fara og rympa. Tá vóru rukkur! tær fullu sum boðabrot niður eftir barminum, aftur og fram, hvør um aðra um allan bulin, so tað sá út sum tað rísnasta toppagjólv, íð sæst i nakrari íðu íFøroyum. Enn skuldi hetta leggjast burtur og annað takast uppaftur, men eg má støgga, tí alt at rokna upp, hevði varað mær nógvar dagar, enn tað seinasta, tit

x

Fuglaframi

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fuglaframi
https://timarit.is/publication/11

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.