Fróðskaparrit - 01.01.1963, Síða 73

Fróðskaparrit - 01.01.1963, Síða 73
Eitt sindur um setningar 79 Kvøldsetningur var at raka eina neytshúð, at raka 10 seyðaskinn ella at fletta 10 seyðir (H. —N. —K.), og vóru hesir 3 kvøldsetningar mettir at vera javnir, og umframt hesar 3 verður eisini nevnt, at kvøldsetningur var at skera og elta eina tálgavág (72 merkur = 18 kg) (H.). — í teimum arbeiðum, sum her eru nevnd, veldst sjálvandi um, hvussu raskur og hvussu dugnaligur maður var at greiða setningin væl úr hondum. Tað kann tykjast okkum stórur kvøldsetningur afturkomin av fjalli at fletta 10 seyðir og so aftur á fjall dagin eftir. 1 ritgerð, sum farin er til prentingar (Joensen 1964), havi eg viðgjørt hetta mál gjølla, og skal her bert vísast á, at enn liva menn, sum hava flett 10 seyðir og stundum meir sama kvøldið, sum teir høvdu verið á fjalli eftir skurðinum. Og tá ið her verður nevnt at fletta 10 seyðir sum kvøldsetning, roknast við tí hátta* lagi, sum nýtt varð, tá ið teir flettu á roykstovugólvi við ongum øðrum ljósi enn koluni. Og tá fór flettingin fram hjá hvørjum manni sær líka frá byrjan til enda, so at hon gav meiri arbeiði, enn mangir menn nú geva sær stundir til, tá ið teir fletta. Ein heimildarmaður (K.) sigur, at bert einaferð hevði hann kannað eftir, hvussu skjótt hann fletti, og tað var um ár 1910. Tá fletti hann sjey meðallomb (krovið vigaði um leið 15 kg) tveir teir fyrstu tímarnar. Ein annar (N.) sigur, at hann hevði flett 8 meðallomb tveir teir fyrstu tímarnar, tá ið hann var í bestu árum og aftur komin av fjalli. Báðir siga, at gamli kvøldsetningurin hjá fjallmanni at fletta 10 seyðir ikki kundi roknast at vera ov mikið, um raksturin hevði gingist toluliga. 9. Barnasetningar. Eisini børnini fingu setning settan í farnari tíð, tá ið arbeitt varð heima við hús. Úr einari bygd (Kf.) verður sagt, at smádreingir fingu eina hálva mørk (um leið 125 g) av ull at karða og spinna. Tað var byrjunarsetningurin, tá ið dreingir skuldu læra seg at spinna. Síðani varð nørt
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.