Fróðskaparrit - 01.01.1964, Blaðsíða 256
264
Jakob Jakobsen og ritgerðir hansara
— um Leith — til Hetlands, har hann dvaldist í 2 ár. 1895 var hann
aftur í Keypmannahavn. 26. juli 1896 fekk hann ritgerð sína »Det nor-
røne sprog pá Shetland® viðurkenda sum doktorsritgerð; verjan fór fram
27. apríl 1897. Opponentar vóru Vilhelm Thomsen og Ludvig Wimmer,
ex auditorio V. U. Hammershaimb, P. K. Thorsen og Axel Olrik. Av
øðrum donskum frøðimonnum, sum Jákup kendi, kann verða nevndur
Otto Jespersen, sum átti part í 1 jóðskriftini í antologiini. Einans ferð var
hann aftur í Hetlandi, tað var í 1905. í Orknoyggjunum var hann 4
ferðir, í 1909, 1910, 1912 og 1915 — ta ferðina mundi hann komið illa
fyri: fyrra heimsstríðið leikaði á, og bretar ræddust útlending, sum helt
til nærindis Scapa Flow. Men hann slapp burtur, kom til Noregs, og
haðani fór hann til Føroya, har hann steðgaði nakað, áðrenn hann fór
aftur til Keypmannahavnar. 1914 varð hann biðin um at halda fyri-
lestrar við lærda háskúlan í Aberdeen, men heimsstríðið voldi, at hetta
varð av ongum. Og tá ið stríðið var av, var Jákup deyður. Eisini í
London og Noregi vóru menn hugaðir at fáa hann til sín at halda fyri-
lestrar. Men einki kom burturúr her heldur.
Jákup var lítillátaður maður, sum hjálptist við lítið. Rúmari kor høvdu
ikki sakað, men »høvdu tey ikki gjørt hann mikið lukkuligari« (Maria
R Mikkelsen). Danska ríkið gav honum ein árligan studning, sum var
komin upp í 1500 krónur. Nevnt er, at Carlsberg-grunnurin styðjaði
vísindaliga arbeiði hansara — grunnurin bar kostnaðin av Hetlands-
orðabókini —, og frá Føroya Løgtingi fekk hann styrk til føroysku arbeiði
sini. Tá Hetlands-orðabókin var um at vera liðug, hevði hann í
hyggju at fara undir eina føroyska orðabók. Hann vendi sær til Løg-
tingið um studning, undirtøkan var góð, men áðrenn málið var enda-
liga greitt, komu deyðsboðini av honum. Á sumri 1918 kendi hann seg
veikan og móðan. Hann varð lagdur inn á sjúkrahús, har hann varð
skorin, men raknaði ikki við aftur og andaðist 13. august 1918. Hann
liggur grivin á Vestre Kirkegaard. — Pappírini, ið hann læt eftir seg,
eru á Landsbókasavninum í Havn. — Hann var heiðurslimur av Viden-
skapsselskapet í Oslo.
Jákup, doktari, var heldur stórur maður. í seinnu árum var hann
berskøllutur, tað prýddi hann. Til ber at hoyra málið í honum, hann
hevur kvøðið á fonografvals, sum verður goymdur á Dansk Folkeminde-
samling. Kvøðari var hann ikki framúr, men skilliga hoyrist, at hann
var maður við eldsál. Eina systur afturat átti hann, Sigrid Niclasen,
gift við Poul Niclasen úr Miðvági; hon helt fram við bókahandli og
bókbinding. Sonur hennara er Hans Niclasen, bókahandlari. Systur*
synir Hans Niclasens eru brøðurnir Jacob og Sigurd Lutzen.
— Sí annars inngangin til Greinir og Ritgerðir, 1957, inngangin til
Sagnir og Ævintýr, 1924, og greinina »Et nordisk sprogs undergang« í
Nordiske kronikker eftir Jørgen-Frantz Jacobsen, 1943.
Ulf Zacháriassen.