Fróðskaparrit - 01.01.1989, Blaðsíða 51
FØROYSKA MÁLNEVNDIN
55
unum, áttu at fingið góða málsliga uppvenj-
ing. Nevndin skal leggja sær eina við at hava
gott samstarv við stovnar og fjølmiðlar, ið
hava málsliga ávirkan. Um hetta kann eg
vísa til tað, ið eg havi sagt um málfundirnar
við tíðindafólk, og Orðafar, brævið frá mál-
nevndini.
Eisini stendur í reglugerðini, at mál-
nevndin skal hava samvinnu við orðanevndir
hjá feløgum og stovnum og styðja tær eftir
førimuni. Her verður hugsað um nakað tað
sama, ið Málfelagið gjørdi við at seta nevnd-
ir fyri ymsar yrkisgreinir til at savna og skapa
orðatilfar. Tá ið vit gjørdu uppskotið til
reglugerðina var sum nevnt hugt at tí, sum
hinar málnevndirnar høvdu at ganga eftir.
Hetta er mest tikið eftir reglunum hjá ís-
lendsku málnevndini. í íslandi sita ikki færri
enn 20 orðanevndir fyri ymiskar yrkis- og
vinnugreinir, og málnevndin veitir teimum
tann stuðul, hon kann. Tílíkt er vón okkara
at fáa betur skipað eisini her hjá okkum.
Verkfrøðingafelagið hevði eina sovorðna
orðanevnd fyri einum tjúgu árum síðan. Hon
savnaði rættiliga nógv, tá ið samstarvi við
Málstovnin, men har er steðgur komin í.
Annars hava vit borið hetta upp á mál við
ymsar stovnar og fyritøkur, men neyðugt
verður at gera eitthvørt betur skipað. Post-
felagið hevur fingið áheitan um at endur-
skoða postorðalistan hjá Hanusi við Høga-
dalsá og fáa tað við, sum seinni er komið
aftrat. Árni Dahl hevur tikið á seg at savna
máltilfar úr ítróttamáli. Vónir eru um at
Jóannes Rasmussen ger orðalista úr jarð-
frøðimáli og Hanus Debes Joensen úr
læknamáli, tá ið stóra læknabók hansara er
liðug. Hetta verður gjørt vegna Málstovn
Føroya Fróðskaparfelags, men í samstarvi
við málnevndina. Sjálvur havi eg leingi
savnað til fólkanavnalista, sum málnevndin
hevur havt til viðgerðar á fundum. So er ikki
minst vert, at Sigurð Joensen heldur skeið
fyri løgfrøðingar um føroyskt løgfrøðimál.
Burtur úr tí er longu komin stórur listi við
løgfrøðiorðum, men enn er ein triðingur eft-
ir at gera. Tað verður stórhending, tá ið tann
listin verður liðugur. Men mangt annað er at
tríva í. Ikki er vandi fyri, at málnevndin
verður gerðarleys í bræði. Tó eru tað dagligu
spurningarnir, sum eru besta prógvið fyri, at
tørvur er á sovorðnari máltænastu.
Ein lítil kanning, ið varð gjørd í 1985 og
endurtikin í 1986 av tí, ið málnevndin fekk
spurningar um, og tí, ið spurt varð um, og
hvør ið spurdi, gav hetta úrslit:
Hvat verður spurt um?
____ 1985 1986
Stavseting 8% 12%
Mállæra 9% 8%
Týðing til føroyskt
(orð, orðafelli) 60% 55%
Orðing 5% 4%
Upplýsing um føroysk orð 4% 4%
Upplýsing um útlendsk orð 2% 2%
Fólka- og staðanøvn 6% 6%
Hvør spyr? (1986)
Almennir stovnar 29%
Fjølmiðlar 10%
Lýsingastovur 2%
Handlar, virki o.t. 18%
Skúlar, rannsóknar-
stovnar 8%
Høvundar, týðarar 8%
Einstaklingar 14%
Ikki upplýst 7%
Tað, ið mest verður spurt um er: Hvussu
eitur hetta á føroyskum? Tað bendir á, at vit