Fuglaframi - 13.06.1899, Side 4

Fuglaframi - 13.06.1899, Side 4
royna, má eg tó taka til. Tað er at nú skulu útvøkstirnir vera á akslunum, og hetta, siga tey mær, heitur >puff«. — Ja, eg sigi bara puff-huff! tí so er mær sagt, at so ágrýtnar eru summar eftir hesum vælsignaða pynti, at tá tær. einki annað vitað sær, so taka tær og skera brøkurnar um til puff. Ja, puff-huff sigi eg, synd erítykkum, tit eru sum tann evigi jøtin, íð ongantíð fær frið! K a 11 u r. Kirkjurnar í Føroyum. (Framhald.) Sandoy. — Norðoyar. Kirkjurnar í Sandoy eru 6 í talið. Yngsta kirkja er Skopunar kirkja. sum er steinkirkja (bygd 1897). Eldst er Sands kirkja. sum er trækirkja (bygd 1837). Húsavíks, Skálavíks og Skúgvoya kirkja eru allar av steini. Prestur helđur messu 6 ferðir um árið í hvørjari kirkju uttan Dímuna kirkju, har er hann bert 2 reisur um árið. I Sands kirkju brúkast bæði Kingos sálmar og_ aðrir nýari sálmar við nýum tónalagi. í Skálavíks kirkju líkaleiðis, men har brúkast gamla tónalagið til Kingos sálmarnar og tað nýa til hinar. í Skopunar kirkju brúkast bert nýir sálmar. Urga er bert í Sands og Skopunar kirkju. Tær tvær bygdirnar Dal og Skarvanøs, sum ikki hava kirkju, hava 2 fjórðingar langan kirkjuveg hvør. - Norðoyar kirkjur eru 7: Fugloyar, Svínoyar, Viðareiðis, Kunoyar, Mikladals, \ Húsar og Vágs kirkja. Eldst er Fugioyar kirkja (bygd í 1839), yngst Viðareiðis (bygd í 1892). Nýir sálmar og tónalag brúkast í Viðareiðis og Vágs kirkju. Prestarnir koma 6 ferðir til hvørja kirkju vestan fyri Múla, tó tey síðsti árini l 8 ferðir til Vágs kirkju, men ikki meiri enn 4 ferðir til Fugloyar og Svínoyar. Steinkirkjur eru Viðareiðis, Svínoyar og Mykladals kirkja. Longstan kirkjuveg hava Skálatofta- menn — o. u. 7 fjórðingar. Viðareiðis kirkja er merkilig við ta gávu, hon í 1847 fekk frá bretska ríkis- stýrinum — ein tøkk fyri blíðskap, sum Viðingar høvdu sýnt mannskapinum av • skipinum íMarwood**). Gávan umfatar *) Tá xð mannskapið var farið frá skipinum og kom á lanđ á Viðareiði í skipsbátinum, vóru Viðareiðs fólk stødd í kirkjuni, og visti av ongum fyrr enn hesir ókunnugu neyðar skipsmenn komu og pikkaðu uppá hurðina. 1 kannu, 2 skálun 1 kalekur og 1 doypu- fat, alt av besta silvuri. Innan í botninum á fatinum er skrivað: >Presendet by the british government to the congregation of Viðoy in acknow- ledgement of the charity and hospitality shown to the crew af the british brig >Marvood< wreked on the Faroelslands — january 1847.«: (Givið av bretska ríkis- stýrinum til meinigheitina í Viðoy í takk- samheit fyri blíðskapin og kærleikan. sum vístur var mannskapinum av bretsku briggini >Marwood«, sum fórst undir Før- oyum í januari 1847). Lýsingar. Fólkafnndur. Fleiri Føringafelagslimir i Norðoyggj- um bjóða til fólkafund uppi við Klakk (beint uppi yvir Klakksvík) sunnudagin tann g. júli kl. 2. Umtalsevni: Skúlar og upplýsning. Sum talara á fundinum hava lovað at komið: Jóanes Patursson, Sverre Paturs- son, R. Effersø, Simon P. Rasmussen og S. F. Hansen. Græs, Ænder, Æg og Vildt opkøbes til højeste priser. Jensen & Rasmussen, København K, Alle Mennesker paa Færeerne bør kjøbe Klæder hos Jens Kjeldsen, Kjøbenhavn. Færøiske Trøjer og Strømper tages i Bytte. Klædninger (Voxne) fra 15, 20, 25, 30 Kr. Overfrakker fra 15, 20, 25, 30 Kr. Benklæder 4, 6, 8, 10 Kr. Jens Kjeldsen, Vestervoldgade 5, Kjøbenhavn. »FuglaframÍ« kann bíleggjast á øllum posthúsum í Føroyum, Danmark, Noregi og'Svøríki og kostar 1.14 hálv- árið. Bílagt frá ekspeditiónini kostar blaðið 1.60 til Noregi, Svøríki og ísland. Trykt i „Færo Amtstidendes Bogtrykkeri“, Thorshavn

x

Fuglaframi

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fuglaframi
https://timarit.is/publication/11

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.