Fróðskaparrit - 01.01.1959, Blaðsíða 33
Føroyanavnið eina ferð enn.
Eftir Chr. Matras.
I 400 ár — tað vita vit við vissu — hava menn spurt:
Hvat merkir landsnavnið Føroyar? Líta vit at svørunum,
sum menn við penni í hond hava givið sær sjálvum, síni
tíð og okkum, sum spyrja í dag, so finna vit í tveimum
av teimum evni, sum fær huga okkara at sveima víðari,
enn vit frammanundan høvdu væntað. í øðrum førinum —
Torfæus (1695) — er borin fram tann hugsanin, at Føroyar,
áðrenn menn festu fót her, vóru »hjallur« hjá (sjórænarum
ella) víkingum (piratæ). Við øðrum orðum sagt: menn,
sum leitaðu vestur í hav at ræna fæ í bretskum og írskum
londum, hava onkuntíð slept seyð á land í Føroyum, seyð==
urin treivst væl og nørdist, so at altíð bar til at leggja at
landi har at fáa sær feskt. Seyður kundi tí vera í oyggj*
unum, tá ið norrønir menn seinni búsettust har, og lands*
navnið Føroyar »seyða*oyggjar« var hóskandi navn á hesum
óbygdu oyggjum, heldur Torfæus, sum vit seinni skulu
siga frá. Torfæus visti ikki, at írar høvdu búð í Føroyum,
áðrenn Grímur Kamban bygdi landið. í hinum førinum —
Brogger (1930, 1937) — veit høvundurin, at írar hava búð
í Føroyum, áðrenn norrønir menn nómu land har, og hans=
ara hugsan er tí, sum seinni verður greitt frá, at fyri sunnan
og vestan Føroyar frættu norrønir menn um land okkara,
og at tí er líkt til, at undir landsnavninum (t. e. Fær=)
býr írskt (geliskt) orð ella navn, sum hann hevur roynt at
finna. Báðar tær her nevndu hugsanirnar elva okkum til
at taka spurningin upp av nýggjum og royna at skoða
hann í sambandi við tað, sum vit nú halda okkum at vita
bæði um navnið og um elstu búsetingina í Føroyum.