Fróðskaparrit - 01.01.1959, Blaðsíða 65
Strandarrætturin í Føroyum
71
so víða sum málsøki heimastýrisins røkkur, sbr. §§ 4—5 í
heimastýrislógini.
Øllum landsins borgarum er frítt at søkja sjógvin um alt
sjóøkið við teimum í lóggávuni ásettu avmarkingum. Teir
kunnu ótálmaðir sigla, fiska og veiða har, men einki er til
hindurs fyri, at hitt almenna kann avmarka atgongdina til
sigling, fiskiskap og veiði og yvirhøvur gera fyriskipandi
reglur fyri hesi øki, og er hetta eisini gjørt í vissan mun.1)
Somuleiðis kunnu borgararnir ogna sær tann gróður, ið
vexur niðri á botni, t. d. tara, og eisini sjálvt tilfarið í hav?
botninum, t. d. við sandtøku, gróttøku o. tl., har hitt al<
menna hevur ikki skipað reglur móti tí.2) Endiliga verður
hildið, at harraleysir lutir, ið funnir verða á sjóøkinum, eru
ogn hansara, ið finnur.3 * * * * * 9)
>) Bann fyri sigling á pørtum av sjóøkinum er helst ikki at finna
í Føroyum. Viðvíkjandi fiskiskapinum verður víst til løgtingslóg nr. 20
frá 28. mars 1949 um friðing av landgrunnum og løgtingslóg nr. 5 frá
31. december 1948 § 3 um minnsta mál á fiski. Viðvíkjandi veiði verður
víst til løgtingslóg nr. 27 frá 9. september 1954 § 14 um bann fyri
skjóting undir friðaðum bjørgum.
2) Tað er valla nakað til hindurs fyri at seta bann fyri sandtøku
o. ø. á sjóøkinum. Ein viss heimild til hetta er annars í teirri eisini fyri
Føroyar galdandi lóg frá 23. januar 1862 um burturflytan av gróti, sandi
og eyri o. ø. (í Danmørk er lógin avtikin við strandafriðingarlóg nr. 149
frá 18. mei 1906, men er enn galdandi í Føroyum).
3) Um hval, ið funnin verður á havinum, galda taer gomlu reglurnar
N. L. 5—12—2 og 12, og eftir teimum eru ið hvussu so er hvalir undir
9 alna longd ogn hansara, ið finnur, sbr. 5—12—1.
Um rekavið er tó eitt amtsskriv frá 2. juni 1834 (avritabók N. nr.
144), har amtið »anser det for rigtigst, at alt det Drivtømmer, som
bringes med Baad, efter at være opdaget fra en Bygd, bliver delt imels
lem Bygdens Beboere efter gammel Vedtægt«, men hin vanliga hugsanin
man vera tann, at tílíkur viður er ogn finnaranna, sbr. Jóan Chr. Poul»
sen s. 15—16.
Um skipbrotsfæ, ið funnið verður rekandi á sjónum, verður avgjørt
í strandingarlógini (nr. 49) frá 24. mars 1899 § 14, at hetta í vissum
førum, helst tá ið tað er av lítlum virði, kann verða latið til finnararnar.
Sambært § 18 í strandingarlógini samanhildin við kavarareglugerðina
frá 16. mars 1843, sum sambært skriv 22. august 1871 frá løgreglumála*