Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 65

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 65
Strandarrætturin í Føroyum 71 so víða sum málsøki heimastýrisins røkkur, sbr. §§ 4—5 í heimastýrislógini. Øllum landsins borgarum er frítt at søkja sjógvin um alt sjóøkið við teimum í lóggávuni ásettu avmarkingum. Teir kunnu ótálmaðir sigla, fiska og veiða har, men einki er til hindurs fyri, at hitt almenna kann avmarka atgongdina til sigling, fiskiskap og veiði og yvirhøvur gera fyriskipandi reglur fyri hesi øki, og er hetta eisini gjørt í vissan mun.1) Somuleiðis kunnu borgararnir ogna sær tann gróður, ið vexur niðri á botni, t. d. tara, og eisini sjálvt tilfarið í hav? botninum, t. d. við sandtøku, gróttøku o. tl., har hitt al< menna hevur ikki skipað reglur móti tí.2) Endiliga verður hildið, at harraleysir lutir, ið funnir verða á sjóøkinum, eru ogn hansara, ið finnur.3 * * * * * 9) >) Bann fyri sigling á pørtum av sjóøkinum er helst ikki at finna í Føroyum. Viðvíkjandi fiskiskapinum verður víst til løgtingslóg nr. 20 frá 28. mars 1949 um friðing av landgrunnum og løgtingslóg nr. 5 frá 31. december 1948 § 3 um minnsta mál á fiski. Viðvíkjandi veiði verður víst til løgtingslóg nr. 27 frá 9. september 1954 § 14 um bann fyri skjóting undir friðaðum bjørgum. 2) Tað er valla nakað til hindurs fyri at seta bann fyri sandtøku o. ø. á sjóøkinum. Ein viss heimild til hetta er annars í teirri eisini fyri Føroyar galdandi lóg frá 23. januar 1862 um burturflytan av gróti, sandi og eyri o. ø. (í Danmørk er lógin avtikin við strandafriðingarlóg nr. 149 frá 18. mei 1906, men er enn galdandi í Føroyum). 3) Um hval, ið funnin verður á havinum, galda taer gomlu reglurnar N. L. 5—12—2 og 12, og eftir teimum eru ið hvussu so er hvalir undir 9 alna longd ogn hansara, ið finnur, sbr. 5—12—1. Um rekavið er tó eitt amtsskriv frá 2. juni 1834 (avritabók N. nr. 144), har amtið »anser det for rigtigst, at alt det Drivtømmer, som bringes med Baad, efter at være opdaget fra en Bygd, bliver delt imels lem Bygdens Beboere efter gammel Vedtægt«, men hin vanliga hugsanin man vera tann, at tílíkur viður er ogn finnaranna, sbr. Jóan Chr. Poul» sen s. 15—16. Um skipbrotsfæ, ið funnið verður rekandi á sjónum, verður avgjørt í strandingarlógini (nr. 49) frá 24. mars 1899 § 14, at hetta í vissum førum, helst tá ið tað er av lítlum virði, kann verða latið til finnararnar. Sambært § 18 í strandingarlógini samanhildin við kavarareglugerðina frá 16. mars 1843, sum sambært skriv 22. august 1871 frá løgreglumála*

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.