Fróðskaparrit - 01.01.1959, Blaðsíða 60
Strandarrætturin í Føroyum.
Eftir E. A. Bjørk.
í eldri tíð var strandarrættur tað sama sum skipbrots*
rættindi, t. v. s. rætturin til at ognast skipsrov og skip*
brotsfæ, ið rekur á land. Germanskur rættur tykist upp*
runaliga at hava givið fólki, sum við strondina býr, ein
víttfevnandi rætt til skipsrov, soleiðis at skipbrotsmenn
enntó kundu gerast trælir. Tó tykist tíðliga at verða gingið
frá hesi áskoðan; í teim norrønu landspartalógunum verður
soleiðis hildið, at skipbrotsmenn hava rætt til at bjarga
ognum sínum við egnari ella fremmandari hjálp. Skipbrots*
rættindini røkka eftir røttum ikki longur enn til at ognast
harraleysar lutir, hvørs eigari sigur ikki til sín, áðrenn ávísar
frestir eru útgingnar. Tað tykist langt niður í tíðina at hava
verið torført at fáa hesa meginreglu framda, men tað vil
føra ov vítt at siga meira um hetta her.
Skipbrotsrættindini gjørdust tíðliga ein framíhjárættur
kongsins (regale), sum kongur tó læt aðrar fáa í vissum
muni. Frá miðøldini finnast dømi um, at furstar og bispar
høvdu skipbrotsrættindi, og eisini aðalin vann sær skip*
brotsrætt so við og við. Hesin rættur varð góðkendur í
handfestu Fríðriks III ár 1648 og seinri staðfestur í fram*
íhjárætti aðalsins 24. juni 1661 § 18, sum »af kongelig Naade
og Mildhed« gevur aðalinum rætt til »at nyde Vrag, som
for deres egen Grund strander.« Hesi aðalsins sonevndu
fjørurættindi (»forstrandsret«) duttu burtur í Noregi við
grundlógini 17. mai 1814 og í Danmark við grundlógini
5. juni 1849. t Føroyum hava fjørurættindi aðalsins helst