Fjarðbúgvin - 19.12.1970, Blaðsíða 4
LEYGARDAGUR, 19. DESEMBER 1970
SIt)A 4
ALFRED NOBEL
OG
NOBEL-
VIRÐISLONIN
Hvørt ár í desembur lesur
ein íbløðunum, ateinella
annar kendur maður hevur
fingið Nobelvirðislønina;
hann kann vera annaðhvørt
lækni, evnafrøðingur, rit-
høvundur ellafriðarvinur. At
tað snýr seg um nógvanpen-
ing og um enn størri heiður,
skilir ein av blaðskrivanini.
Men hvør hevur latiðpening-
in, og hvi hevur hann gjørt
tað?
Ferðast ein millum fjalla,
har vegir skulu leggjast ella
berghol gerast, hoyrir hann
ferð eftir ferð harðar brest-
ir av dynamitspreingingum,
ið skulu lætta og stytta um
arbeiðið. Hvat erdynamit,
og hvør hevur funniðfram til
tað?
Maðurin æt Alfred Nobel.
Alt lív sítt arbeiddi hann við
spreingievnum; ikki fyri at
menniskjan í vitleysum bar-
døgum skuldi drepa hvørja
aðra, tihannhataði bardaga;
men fyri at verkfrøðingar
lættari kundu fara í holt við
risastór tiltøk til frama fyri
hansara egna og onnur lond.
Hesin sami maðurvar tað, ið
gav sína veldugu peningaogn
fyri at eggja monnum til at
striðast fyri friði, list og
visund.
Alfred Nobel varð føddur
21. oktober 1833 í Stokholm.
Faðirin var evnafrøðingur,
ið framdi nógv uppfinnilsir;
men ikki hevði hann eydnuna
við sær, og húski livdi undir
ógvuliga trongum viðurskift-
um. Móðirin var av bónda-
ætt, ein trúføst og hjartagóð
kvinna, sum varð elskað av
børnum sínum; tað er helst
henni fyri at takka, at alt
gekst so frægt sum taðgekk.
t 1837 matti faðirin rýma
til Ruslands fyri at sleppa
undan atkomaifongsulvegna
skuld. Her gekst honum væl,
og í 1842 flutti alt húski til
Leningrad, har tey livdu
undir fíggjarliga góðum við-
urskiftum. Her fekk tann
níggju ára gamli Alfred sína
fyrstu verunligu útbúgving,
meðan hann samstundis íðin
las við hús.
Seinra partin f 1850'unum
flutti Nobel við húski heim
aftur til Svøríkis, har hann
setti á stovn eitt nitroglyce-
rinvirki 1 Stockholm, tað
fyrsta í'heiminum.
Nitroglycerin er flótandi
evni, ið ikkibrestur, um eld-
ur kemur at tí; men fær tað
slag eellai verður trýst harð-
liga, brestir tað. Hetta evn-
ið varð latið í íløt hóskandi
til tað, tey skuldu nýtast til.
Hesi íløt vóru ofta ótøtt, og
hendu ofta spreningngar,
ið aloftast kostaðu manna-
lív. Millum annað sprongd-
ist verksmiðiahansaraein
dagin; tá doyði millum onn-
ur ein bróðir hansara.
Men Alfred Nobel gavst
ikki kortini. Dreymur hans-
ara var at gerast førur fyri
at binda nitroglycerini sam-
an við øðrum evni til fast
evni. Hetta eydnaðist honum
at enda; hann fekk bundið
nitroglycerin saman við
jarðevni, ið kallast kisilgur.
Hetta evnið, iðlíkistknústum
kriti, kann upptaka tríggjar
ferðir so nógv nitroglyce-
rin, sum tað sjálvt vigar.
Hann kallaði hetta nýggja
evni dynamitt.
NÚ var Nobel endiliga
komin á mál. Hann byrjaði nú
at seta virkir tilframleiðslu
av dynamitti á stovn um all-
an heim, og kom hetta at
hava alstóran týdning fyri
t.d. verkfrøðingar og arbeiði
teirra. Hann gjørdist skiótt
ríkur maður, menhóast ríki-
dømi sitt var hann alt sítt
lív ólukkuligur og einsligur.
Hann giftist t.d. ongantið.
Tað einasta, sum fultogheilt
upptók hann, var arbeiði
hansara. Hann fekk patent
upp á 355 ymisk ting íalt^og
var millum annað inni á blóð-
transfussión og royndum við
kunstsilki. Ta hann varð
troyttur av arbeiði sínum,
yrkti hann ella skrivaði
skaldsøgur, ið ongantíð
vórðu fullførdar. Hann var
ein stórur uppfinnari, ein
droymari, men ein ógvuliga
einsligur maður.
Ein kvinna kom kortini at
hava alstóran týdning fyri
hann, tað var BertavonSutt-
ner - friðarvinurin mikli.
Tað var eitt mál, sum tey al-
tið tosaðu um - friður. Ogtá
vegir teirra skiltust, hildu
tey á fram við at standa í
samband hvørt við annað, og
alla tíðina stuðlaði Alfred
Nobel hana í bardaga henn-
ara fyri friði, frøddist yvir
hennara sigrar, og uggaði,
tá tað miseydnaðist fyri
henni.
Um morgunintann 10. des-
ember 1896 varðAlfredNo-
belfunnin deyður á verkstaði
sinum, boygdur yvir arbeið-
isborðið, hann var deyður
av hjartaslag.
Men eisini eftir deyðan
tænti hann teirri søk, sum
hevði ligið honum og Bertu
von Suttner so mikið á hjar-
ta. - 011 peningaogn hans-
ara, 36 mill. kr. varð um-
sett í virðisbrøv. Oj* rent-
urnar skulu hvørt ar útbýt-
ast til menniskjur, ið hava
framt okkurt mentunarligt
stórverk ella veitt manna-
ættini stóran bata.
Mong týðandi menniskjur
hava gjøgnum árini fingið
nobelvirðislønina, og kennist
hetta stórur heiður, ikkibert
fyri hann, ið fær hana, men
eisini fyri landið, hann er
ættaður úr. - Ein føroying-
ur, Niels R. Finsen, hevur
fingið virðisløn Nobels.
Ein av teimum, sum í ár
fáa Nobelvirðislønina, er
russiski rithøvundurin Alek-
sander Solsjenítsyn.
Hesin maður, sum erfødd-
ur i 1916, var púra ókend-
ur sum rithøvundur, tá hann
í 1962 fekk loyvi frá Krus-
tjov til at geva út sina stóru
skaldsøgu "Ein dagur f lívi
Ivan Denisovitjs". Hendabók
lýsir eina av teim mongu
lagnunum, ið so mangir
russiskir borgarar hava
havt í fangalegum Stalins
og Beria.
Solsjenítsyn er ein av rit-
høvundunum, sumgangaund-
ir heitinum Toybilsmenn-
inir". Við hesum verður
hugsað um teir menn, sum
stríðast fyrioglítafram mó-
ti tí degi, tá ein rithøvundur
ella einhvør annar listar-
maður uttan at óttast kann
skriva ella framleiða tað,
hann vil. Hesin maður royn-
ir við skaldaverkum síhum
at bræða tann ís, ið sum ein
nívandi hóttan hvílir yvir
øllum listarmonnum, við
øðrum orðum skapa eitttoy-
bil til frama fyri talu- og
skrivifrælsi. Henda rørsla
tók seg upp í 1954, tá kendi
rithøvundurin Ilja Ehren-
burt gav út bók sína "Toy-
bil", ið lýsir hina russisku
menniskjuna sum eina und-
arliga veru, sum válar um i
støðugum angist og sálarlig-
um kulda av ótta fyri ikki at
lúka tey krøv, ið verða sett
av maktgirndarmonnunum í
Kreml. BÓkin lýsir eina
tráðan eftir, at tað niður-
frysta kenslulívið skalbráð-
na, so at andslívið aftur kann
spretta og blóma.
Mikið stríð hevur staðið
um Solsjenitsyn í Sovjet-
samveldinum; hannerógvu-
liga væl dámdur og ein av
hægst mettu rithøvundunum
har í landinum, menteiror-
todoksu kommunistarnir eru
í heilum eftir honum við
hvøssum álopum. Hetta sæst
eina best í, at honum ikki
eydnaðist at ognast hinahøgt
mettu Leninvirðislønina,
sjálvt um fleiri kendirruss-
arar høvdu stillað hann upp
sum vissan vinnara av hesi
virðisløn. At hetta stríð als
ikki er atendakomiðenn,
sæst skilliga á tí, sum fram
er farið, síðan avgjørt varð
at latahannfáa bókmenta-
virðisløn Nobles. Tá hesi
tíðindi spurdust, byrjaðu
bløð og einstaklingar beinan
vegin at spilla hann út, vifr
tað at hann varðlagdur undir
at skriva ríkisfíggindarligar
bøkur og annað tílílct. Sam-
stundis verður Vesturheim-
urin lagdur undir at geva
honum virðislønina einans
fyri atargaSovjetsamveldið.
At hesar skolur havanotið
honum fast sæst týðiliga av
orðaljóðinum 1 tibrævi, hann
herfyri sendi svenska aka-
deminum. Her greiðir hann
frá, at hann, sjalvt um hann
fegin vildi, ikki hættar sær
at koma til Stokholm at fáa
handaða virðislønina av ótta
fyri, at hann, um hann ger
!
framhald á bls 5.
Eitt gott jólagávuuppskot:
Carmen Curlers
fyri at hon sjálv lættari kann fríðka
sær hárið.
RADIOBtÐIN
tlf. 7008
Elarbeiói verða gjørd; hús og heim,
skip og bátar, runt alla oynna uttan
eyka útreiðslur.
ELBtJÐIN, Strenđur
tlf. 7394
TOSØRSÆOMM
í RUMAVÍK
ERrfAM A
vim
>v