Fjarðbúgvin - 03.05.1973, Side 9
PJARÐBÚGVIN
SIDA 9
George
Harrison
úeorge Harrison bleiv borin
i heim 25/2 - 1943. Faðir
hansara varð busschaufførur
°g familiaji^búði { eini heilt
Vanligari íbúð. George hevur
altíð verið ein meiri stillfør-
ur persónur, sum ikki hevur
sligið út við ørmunum, um
hann var ein beatle.
Tann 21. januar 1966 bleiv
George Harrison giftur við
fotomodell Pattie Boyd^ Tey
Voru officielt saman fyri fyrstu
ferð, tá filmurin rtA Hard
Days Night" bleiv innspæld-
ur. Eingin av hinum gentun-
um fekk so nógv burtur úr
filminum sum Pattie. Honfekk
ein beatla, meðan hinar
tríggjar bert fingu arbeiði
sum mannequinir.
Tey sÆstu árini hevur Ge-
orge Harrison vist seg sum
framúrskarandi tónaskald.
Saman .við Bob Dylan, Leon
Russel og Eric Clapton hev-
ur^ hann gjørt fleiri góðar
plátur.
Aftaná atBeatlesvórufarn-
ir hvør til sítt, er tað ongin
yvi um, at George byrjaði
best. f november 1970 gav
hann út "All things must
pass", ið er fest á tríggjar
LP'ir. Um som u tið kom út
single-plátan "My sweet
Lord", sum bleiv ein landa-
plága yvir størsta partin av
heiminum. Seldar eru yvir 6
mill. eintøk.
Til frama fyri Bangla Desh
bleiv 1. august 1971 íMadi-
son Square Garden framførd
ein komcert, sum var fingin
í lag av Ravi Shankar - sjálv-
ur bengalari - ogGeorgeHar-
rison.
Við eru eisini nøvn sum
Bob Dylan, Eric Clapton, Le-
on Russel, Ringo Starr og
George Harrison
Badfinger. Har sang George
Harrison m.a.:
My Friend came to me with
sadness in his eyes
Told me that he wanted help
before his Country dies
Althoug I could not feel the
pain I know I had to cry
Now I'm asking all of you
to help us same some lives.
Koncertin bleiv framførd
tvær reisur, og bleivsamalað
billettinntøkan smáar 2 mill.
kr. Avgjørt bleiv at útgeva
eina plátu frá koncertini,
hvørs peningur skuldi fara ó-
skerdur til^hjálpina til tey
neyðstøddu í tí nýggja stati-
num í Indien, Bangla Desh.
Hetta yvirskot^ hevur rundað
tær seks milliónirnar.
Djoggy Nelson
Paul Mc Cartney
Ein hevur ikki hoyrt so nógv
um Paul McCartney, áðrenn
Beatles generatiónina; bert
at hann er føddur 18/6 1942.
At hann vaks upp í einum av
teimum mætu býlingunum {
Liverpool, og at hann gekk {
sama skúla sum John Len-
non.
{ Beatles bleiv hann kend-
Ur sum frálikur sangari,
bassleikari, komponistur, og
sum tann mest "charmer-
andi." Tá allir hinir beatl-
arnir vóru giftir, var hann
enn stakur. Tf bleiv hann
mest avhildin av teim kvinnu-
ligu áskoðarunum. Men at
Paul fyrr ella seinni ætlaði
at giftast, tað var eingin ivi
Um. So varð eisini. Fyrstu
ferð tann útvalda og hann só-
ust officielt saman.. var við
Paul og Linda
filmfrumframførsluna av
filminum "Alfie", hvørs høv-
uðsleikari, 19 ára gamla Jane
Asher, kom svingandi arm í
arm við Paul McCartnev. Tey
blivu gift, men longu í 1969
varð liðugt teirra millum.
Tey eiga eitt barn saman.
Paul giftist á øðrum sinni,
hesa ferð við kodak—arving-
inum "Linda Estmann." Tey
búgva nú í Skotlandi saman
við einum barni hjá Paul og
tveimum hjá Lindu.
Aftaná at Beatles vórufarn-
ir hvør til sítt, gav Paul Mc-
Cartney tvær LP'ir út. Síð-
ani gjørdi hann nýggjan bólk
saman við Lindu, Denny Lai-
ne, Denny Seiwell og Henry
McCulloch. Síðst nevndi bleiv
kendur, tá hann spældi við
Grezse Band við hondini 1
gips. Tað er eisini hann, ið
leikar á Beatoperaini "Jesus
Christ Superstar."
Wings, sum nýggi bólkur
Paul's eitur, var { august
mánað á turne í Danmark,
har tilsamans 12.000 áskoð-
arar hoyrdu og sóu tey. Ein
spyr seg sjálvan, hvi Wings
komu fyrst til Danmarkar at
leika, og ikki til Onglands
ella U.S.A. "Jú," sigur Paul
McCartney, "tað var á sama
hátt við Beatles. Vit spældu í
longri tíð^i Týsklandi, áðr-
enn vit vístu okkum í Ong-
landi. Annars dámar Paul
ikki, at ein samanlíknar Wings
og Beatles. Ikki ein Beat-
les-sangur var á skránni, tá
Wings leiktu í Danmark.
Tað er ikki bert til Beatl-
es og Wings, Paul hevur
skrivað løg til. M.a. hevur
hann skrivað "Those were
the days" og "Goodbye" til
M^ary Hopkin. Eisini til ein
bólk, ið ber heitið Badfinger
hevur Paulhjálpt. Hann skriv-
aði "Come and get it”tilteir-
ra, og bleiv hetta byrjanin til
eina "succes". Eitt tað ring-
asta, ið Paul veit, er at siga
frá, hvussu tað bar til, at
hann rýmdi úr Beatles. Men
her kemur tað:
Personal manager teirra
Brian Epstein - doyði, og
fóru so beatlarnir at disku-
tera aftur og fram um, hvør
teirra nýggi stjóri skuldi
verða fyri bólkin. Hesum kun-
du teir ikki bliva einigir i,
og segði so Paul farvæl og
takk. - Enn er, hóast alt, eitt
vinarlag ímillum John og
Paul, men rættirvinir eruteir
ikki. Á plátum teirra kann
ein hoyra, at politiskt óeinig-
ir eru teir ikki. Fyrsta polit-
iska plátan hjá Paul eitur
"Give Irland Back to The Ir-
ish". Hesum stríði viðvíkjandi
syngur John eisini um á nýgg-
ju LP hansara, ogkunnunevn-
ast "Sunday Bloody Sunday"
og "The luck og the Irish."
Tá GeorgeHarrison skipaði
fyri Bangla Desh koncertini,
var meiningin, at Paul eisini
skuldi verða við. Her segði
Paul nei ímóti sínum vilja,
ti so_ fóru fólk bert at siga,
at nú vóru Beatles byrjaoir
av nýggjum, "og tað er mítt
v/ Djoggy Nelson
Nýggj single pláta er á
veg frá New Seekers, o§
verður hon væntandi úti a
plátumarknaðinum 8. juni.
Plátan kemur at eita "Good-
bye is just another word",
og er hon skrivað av ameri-
kanska bólkinum Lobo, hvørs
gjøgnumbrot var "Me and
you and a dog named Boo".
Plátufelagið "Decca" hev-
ur útgivið eina nýggja Roll-
ing Stones single plátu, ið
ber heitið "Sad Days". Tó
er henda Jagger-Richard
komponatión ikki so heilt
nýggj kortini. Hon bleiv
fyrstu verð útgivin í 1966,
sum lið í eini LP, sum bert
kom út í Canada og stat-
unum. Hon er tí endurútgiv-
in, so at onglendingar líka
so væl sum vit føroyingar
kunnu fáa høvi til at hoyra
hana.
Fyrrv. Move sangarin
Carl Wayne_ roynir seg sum
solistur. Nýggj single pláta
er á veg, og ber hon heitið
"Hazel eyes". Hann arbeiðir
eisini uppá eina LP, sum
væntandi er liðug síðst í
mei.
Ein dupult live album er á
veg fra HawkwindtUpptøkur-
nar eru frá Liverpoll og Lon-
don.
Annars eru plátur á veg frá
fylgjandi bólkum:
Paul McCartney & Wings (M y
Love).
Argent (God gave rock anđ
roll to you).
Status Quo (Don't wastemy
time).
Tremeloes (Ride on).
Free (Trevelin' in style).
Cliff Richard (Power to all
our friends).
Spencer DavisGroup(Catch
me).
Chicory Tip (Good Great
Christina).
Roger Daltrey (Givin' it
all away).
LÆRARA-
SETANIR
30. apríl 1973 hevur Skúla-
stjórnin sett lærarar í starv
við skúlarnar í kommununum
uttanfyri Tórshavn. Størvini
við skúlarnar íHavn, sum um-
sóknir erukomin skúlastjórn-
ini í hendi, vórðu sett á bý-
ráðsfundi í gjárkvøldið.
Frá 1. august eru hesir
lærarar settir viðhesar skúl-
VISTI TU
at upprunaligi forsangarin hjá
Beatles æt Ton Sheridan?
at The Beatles leiktu fyri
Fyrstu ferð í TýsklandiíHam-
burgs Star Club undir navn-
inum Beat Brothers?
at maðurin í uppdagaði Beat-
les og fekk teimum arbeiði
eitur Johnny Hamp?
at Beatles stjórin Brian Ep-
stein tók livio av sær sjálv-
um við sovipillarum, og at
orsøkin var olukkuligur kær-
leiki? Hann hevði triggjar
ferðir friggjað til sangarinn-
una marianne Faithfull, men
fekk krakk. Hon flutti saman
við Mick Jagger úr Rolling
Stones.
Djoggy Nelson
síðsta ynski", sigur Paul
Djoggy Nelson
ar:
Við bygdaskúlar:
Argir: Eyðfinn Reinert
Húsavík-Dalur: einalærari
Pól Johs. Johannesen.
Hvalba: lærari Mira Olsen
Sumba: RÓland Nórfjall.
Við keypsstaðarskúlar:
Klaksvjk: Ólavur Sjúrðar-
berg., tímalærari Johannes
Johannesen, tfmalærariólav-
ur Niclasen, tímalærari Sig-
run J. Samuelsen.
Runavík: Jákup Lamhauge.
Sandoyar Meginskúli: lær-
ari Jacob Kambsgarð, tima-
lærari Hanusundir Leitinum.
Strendur: lærari Eldbjørn
Joensen, HergeirNielsen, Ei-
gil Jull Rasmussen.
Sørvágur: Jóannis Peter-
sen.
Tvøroyri: timalærari Mar-
git Mølgaard, tímalærari
Dan Petersen.
Vágur: lærari Elisa Holm,
Andreas P. Jacobsen, tíma-
lærari Helena Dahl.
Vestmanna: Ole GeorgSør-
ensen.
V araskúlastjórar:
Fuglafjørður: varaskúla-
stjóri Ole Jacob Jacobsen.
Vágur: varaskúlastjóri óli
Holm.
Til 19 av teimum^ 50 størv-
unum, __ sum skúlastjórnin
hevði lýst leys, vóru ongir
um søkjarar.