Tímin


Tímin - 06.09.1945, Side 1

Tímin - 06.09.1945, Side 1
UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAQ Haldaragjalđ: 2 kr. ársfjórðingin. 1 leyssølu: 15 oyr. eintakið. NUMMAR 35 HÓSDAGIN 6. SEPTEMBER 1945 3. ÁRGANQUR Japan skrivar nndir Altlee kunngjørdi mánakvøldið fyri øllum heiminum at Japan sluivaði undir friðartreytirnar sunnudagin. Síðan helt hann langa røðu um farna kríggið og tess gongd. Serliga fór hann illa við Japan- arum, tí at teir við at øella at byggja eitt stórríki, høvdu volđa verðini vanlukku og neyð. Annars segði hann tað sama, sum sagt verður aflaná hvørt kríggj: Hetta verður hitt seinasta kríggið; eftir henda dag verður ævigur friður, tað vóru allar tjóðir samdar um. Aftaná 3 ára fráveru eru nú Qnglendingar á vegum til Singa- pore, til at taka ræðið har. Sameindi landgongulierurin um Tokioleiðina telur nú meira enn 100.000 manns og fleiri koma enn, sigst frá London. tr Klakksvík Útróðurin er ikki nógvur nú, tí lítið fæst av fiski; í august var yvirhøvur lítið al fáa aftur- ímóti teinium fyrru mánað- unum; í mai mánaða fingu út- róðrabátarnar tilsamans400 tons, í juni 700 pg í juli 1056 tons (nakrir norskir bátar lótu fisk í juli). Annars royna teir fleslu bátarnir eftir kalva. Polarsljørn- an sum tók fisk fór til Ong- lands við hálvum farmi; so ætl- ast Lilie at leggja lil. Á sildaveiðu hava 2 skip verið hiðani; Fugloy er afturkomin og fingið um 2500 mál, Svínoy er á heimveg. Polo, sum er eitt av teim 4 sum fiska í felag í íslanđi, álti at selja farmin í gjár í Onglandi. Væl hevur gingist við lioyggj- ingini og eru nú tey fieslu liðug. Baldur Gudstænastur 15. s. e. trin. kl. 11 prædikar Joensen prestur í Tórshavnar kirkju. (Allargongd). Skriftarmál kl. 1040. Talvan gongur fyri kirkjuna. Sama sunnudag prædikar Blicher Winther prestur í Kví- víkar kirkju kl. 12 (Altargongd) og í Kollafjarðar kirkju kl. 0. Eina hjartans tøkk veita vit øllutn, sum sýndu samkenslu tá kæra kona og góða mamma okkara MARIA OLSEN, I. BÆRENTSEN varð jarðað. Frants Olsen og børnini Islendsk skonnart sokkin snnnanfyri Snðnroynna Sunnumorgunin tíðliga komu 2 hátar til Sandvíkar við 11 íslendingum í. Teir vóru mann- ingin av skonnartini Haukur úr Djúpuvík, sum var sokkin 90 fjórðingar í útsynning av Suður- oynni. Haukur fór við 617 tonsum av cementi frá London 27. au- gust til Reykjavíkar, og einki óvanligt var hent, tá knappliga so stórur leki kom í maskin- rúminum at motoranir steðgaðu og ikki var bjóðandi til at halda skipið fiólandi, tó at bæði lensi- pumpan og ljósmaskinan vórðu nýttar. Tí var einki annað at gera enn fara í bátarnar, sum lógu hjá skipinum til tað var sokkið í knappan tíma. 32 tímar høvdu teir verið í bátunum, tá teir komu til Sandvíkar; við Smirli komu teir til Havnar og fórti til Islands í gjáramorgunin við Saltaire. Teir høvdu mist allar ognir sínar, og bjargaðu bert klæðunum teir gingu í. Haukur var bygd í Kanada og var komin lil íslands í juni mánaða; og sakk hon soleiðis á síni fyrstu ferð. Hon hevði verið sýnað í Onglandi nú, og, hevði ikki ov stóran farm, so atvoldin til lekan er iklci uppldára; tað einasta, ið menn vóru varir við; var líkasum 2 hørð sløg ið hoyrdist aftantil í skipinum, heint áðrenn lekin kom. Hon hevði tveir motorar, sum hvør var 240 hk. Boltleikirnir seinasla sunnudag í Gundadali góvu taó úrslit al B. 36 vann Bóltfelagið Føroyar vió 5—3. í hondbólti vunnu tær heimaftur- komnu genturnar Neistan við 3—2. Spæliinntøkan 500 kr. — varð givin háskúlanum; ley spæl- andi vóru boðin til eina lítla samkomu harúti aftaná spælið. Aarhus, kom fyri triðju ferð full av fólki; um 350 fólk vóru við. Hesa ferðina var hópin av donskum pappírsfløggum at síggja hjá ferðafólkunum; men neyvan nakað føroyskt. Tá ið Aarhus kom fyrstu ferð við hundratals føroyskum pappírs- fiøggum veittrandi, hendi tað at tey sum skrædnaðu av vindi- num vórðu tveitt burtur. Hetla gav Dimmu grund til at loypa á Føroyingar, fyri siðloysi. Henda sunnumorgunin vóru ikki so fá Dannebrog at síggja rekandi fram við bryggjuni, men tað er ivasamt um Dimma hevur fingið eygað á tey. Aarhus skal nú saman við fleiri øðrum donskum skipum sigla við eingilskum soldátum úr Týsklandi til Onglands. Skipatíðindi Tjaldur, ið hevur verið á eingilskum hondum seinastu árini, er nú endiliga leyst og er ætlað at fara úr Onglandi leygar- dagin. Fyrsta túrin til Danmarkar fer tað um 15. av Havnini. Smiril, ið skal til Danmarkar PERSÓNKOYBINO TELEFON 216 HUOO ØSTER PERSÓNKO YRING TELF. 19 ELIESER NOLSØE til umvølingar, fer hiðani um miðan mánaðan til Onglands, har hanii skal »avmagnetiserast« fyri at sleppa frá minuvandanum í donskum sjógvi. Skonnartin »Falken« sum Skipafelagið hevur leigað fór ígjár úr København við fullum farmi av vørum. Saltaire, ið hevur selt fyri 4800 lstrl. fór til íslands í gjár, hagar hon er leigað. Havgásin, ið hevur tikið ís I Havp, fór til íslands á snøris- veiðu í gjár. Sólbrún fór eisini til íslands. Minnist til, at vit altið ern keyparar av slaktineytum, kálvum, livandi lombum og kroppum. Tit fáa pengarnar alt fyri eitt. Tlf. nr. 47 — 48 — 49 — 101 SMÆRAN ------------------------------------- LÝSING Sambart kunngerð nr. 11 frá Føroya amti viðvíkjandi broytan av valrættaraldrinum, dagsett 23. august 1945 fara nýggir vallislar fyri Tórshavnar kommunu til løgtingsval at liggja frammi til almenna eftirhyggjan á býráðsskrivstovuni frá 11. til 22. september h. á., báðir dagar uppíroknaðir, frá kl. 10 til 18. f Mótmæli móti gildi vallistanna skal verða sent býráðnum skrivliga í seinasta lagi tann 25. september h. á. Tey mótmæli, sum gjørd kunnu verða móti vallistunum, tekur býráðið upp til avgeróar á fundi, sum hildin verður í býráðssalinum tann 27. september h. á. kl. 20; til henda fund verður boðað teimum persónum, sum hava flutt fram kseru- mál, og eisini teimum, sum mótmæli er gjørt ímóti. Tórshavnar býráð, lann 3. september 1945

x

Tímin

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.