Tímin


Tímin - 24.01.1946, Blaðsíða 3

Tímin - 24.01.1946, Blaðsíða 3
T Nr. 4. 4. árg. TIMIN 24. januar 1946 Ein ring neyð Tað verður so nógv tosað um bøtan av samferðsluni her á landi við góðum og nýggjum skipum í framtíðini, men sum ferðandi av og á við bátunum innaneftir til og frá Ilavnini, haldi eg ikki at førini eru so úl av lagi, nakað gomul eru tey, men lá meira vanligar tíðir koma aftur, man kappingin av sær sjálvum fáa okkum tey før, ið ikki bar til al fáa í kríggsár- unum, tað vóni eg. Men okkurt annað tørvar okkum eisini. Tá komið er á land í Vágs- botni, aftaná at hava verið fleiri tímar utnborð á bátinum, sum ofta er fullur av fóíki, er tað ikki sjáldan at onkur er eitt sindur kroystur av náttúrligum orsøkum, men verður spurt um ikki eitt tílíkt hús, hvar ein kundi fingið ein linna, er í nánd, fær ein svar at bert ieitt tílíkt bús finnst í høvuðsslaðnum við sínum 4400 íbúgvarum, og ley, sum staðkend eru, finna tað óivað, men ókunnug fólk, ið steðga fleiri tímar í Havn, hava tað ikki altíð so gotl. Enn meira hoyri eg at Havnar kommuna hevur gjørt eitt fínt nátthús niðri í Vágsbotni fyri fáum árum síðan, men mátli steingja tað, tí at ófriðakroppar brutu og oyðiløgdu tað, ið kundi skalast. Á havnabryggjuni, har ikki minni brúk er fyri einum nátthúsi, er einki í dag, tí tað sigst, at tey. fyrstu W-Cini livdu ikki nógvar dagar, og ley nýggju vórðu sorað hvaðna skjótari enn tey vóru uppselt, alt av sania búrhundaslag, ið má sora og bróta all, hvat tað sær fyri eygunum. At tað berl eru fáir slíkir yvirgangskroppar er klárt; so mikió harmiligari er tað, at allur høvuðsstaðurin og megin- parturin av landinum skal svíða fyri taó, at lílíkir ganga leysir í Havn. Eg vil tí heita á Havnar kommunu vió tí bøn, at hon ger tann beina móti ferðamanninum at høn fær í minsta lagi sett hesi bæði húsini, á Vágsbotns- brúgv og á Havnarbryggjuni, í stand. Til at forða fyri at búrkropp- arnir fáa oyðilagl nakað, má álítandi maður verða settur í hvørjum stað til at ansa eftir; hann kann so fáa henđur á skaðadýrini, og fáa tey straffað, so at tey læra fólkaskikk. At ein slík eftiransan kostar nakað er eyðvitað, men hon eigur at fara at løna seg skjólt bæði við at læra óvant fólk siðiligheit og við at vísa at Havnin kennir ábyrgdina av síni stødd og týdningi. Umframt Havnina, sum eg havi kent lyngdina av nevnda breki hjá, havi eg hugsuð um Kollafjørð, sum jú er ein mið- støð hjá ferðafólki, ió skal lil Kvívíkar, Vestmanna og vestur í Vágar; hesa leið fer ovur- honds nógv fólk um jummarið. Meg hevur ofta undra tey kroppsligu evnir, ið ferðafólk hava, til at kunna halda sær ein so langan veg, tí tað verða tey noydd til. Komintil Kollafjarðar aflaná 1 Va td 2 líma sjóferð, kann ein koma al bíóa eftir biíi fitta tíð, haðani til Kvívíkar.ella Vest- manna tekur o. u. 1 tíma, og skal ein í Vágar við báti og aflur í bil, ganga einir 2 tímar áðrenn tú ert við hús, og allan henda langan veg eru smá lík- indi fyri at tú kannst sleppa at hjálpa sær sjálvum ella annað, um illa vil til. Helta haldi eg vera eilt um- ráðandi mál,sjálvt um tað verður lílið lalað um, sum eg vil biðja og bøná teir avvaranđi um al bøta, áðrenn farið veróur undir at modernisera okkara sam- ferðslu. Ein úr Myrkrinum Skristovuplðss Drongur ella genta kann fáa pláss á skrivslovu í Havn. Má duga bókføring og vanligt skrivstovuarbeiði. Sjálvskrivað umsókn Bill. merkt 3030 til prenlsmiðjuna Panting Tað verður her gjørl kunn- igt, at eflirstøður av komm- unuskatti og kaminreinsan fyri juli og oktober ársfjórð- ingar 1945 og vatngjald fyri 1945, sum ikki eru goldnar áhrenn tann 5. februar h. á. verða sendar pantifútanum lil pantingar. Tórshavnar býráó, • tann 21. januar 1946 Skulu tit lieypa bil? STANDARD persónvognar eru tiltiknirsum sterkir brúks- vognar og eru vælegnaðir til nýtslu i Føroyum. Vit geva allar upplýsingar um prís og nær vit vænta fleiri vognar afturat, eins og vit altíð eru til- reiðar at vísa vognarnar fram. NORRØNA TÚRSHAVN Teleíonir: 550 - 425 - 251 STANDABD-BÍL/Uf verða ikki sleptir ábyrgdaleyst á marknaðin. Tað hava vit vissað keyparunum við al sam- skipa okkum við nýmótans bilverkstaó, sum verður opnaður í Havn um eina líð. J. JACOBSEN og SVERRE STOVE: FÆRØYANE 224 siður við nógvum myndum. 17 kr. Oslo 1944 í kríggsárinum 1944 kom út í Noreg bók um Føroyar sum Havnamaðurin Jacob Jacobsen og hálvføroyingurin SverreStove hava sluivað. Hon eitur Færøj/- ane og er eitt drúgt verk, 224 stórar síður av tekst, sum greiða frá Føroyum í llest øllum við- urskiftum, so at hon kann líkn- asl við Jørgen-Franz Jacobsens Færøerne Land og Folk. Ein og hvør Norðmaður fær, ið hvussu er, av henni eina góða rnynd av Føroyum, sum í flest- um førum er bein. Onkur kann sjálvandi fínnast at tí marghátt- ligu mynd á bls. 94 har síðing- armaðurin hevur línina á bak- inum, men tá einki er nevnt í lekstini um íbindingina, má hetta roknast fyri eilt hendiligt mis- tak, sum ikki lievði verið ansað eftir um ikki myndin var. Um- framt tær 224 síðurnar, eru ann- ars ein hópur av myndum, sum yvirhøvur eru góðar, bæði av landsmyndum, sum av fólkum. Tær bestu eru úr týskum bók- um um Føroyar, sum lcomu út langt undan krígnum (tær sýna hvussu væl, ið ferðandi Týslcar- um fall okkara land; haraftrat vóru teir fyrstir av fremmandum tjóðum, sum góvu álítandi lýs- ingar av okkum, sæddar við gløggum ejrga.) Úr Leo Hansens Føroyafilmi er nógv av mynda- tilfarinum, sum ger bókinameira áhugaverda, umframt tekningar hjá Daniel Bruun, so høvund- arnir hava roynt at fingið tað mest lýsandi myndatilfar, *um fáast kann. Við hesi bók hava Norómenn fingið eitt verk, sum gevur teim- um fulla fatan av teirra gamla felagslandi. í Føroyum eru óivað nógv, sum vildu átt bókina, men tá hon er útseld í løluni, má tol gevast til næsla prenting er liðug. Tey fáu eintøkini, sum komu higar beint aflaná krfggið, vórðu seld við tað sama. Ølluin bókbaldsskyldugum skattaboroarum verður her gjørt kunnigt, al sjálvuppgáva teirra verður ikki viðgjørd uttan so, al tað saman við rakstrarroknskapi og fíggj- arstandi verður sent nevndini undirskrivað sjálvuppgávuskjal. Tórshavnar likningarnevnd, tann 18. januar 1946. Vit kupnu útvega til bygdafeløgini donsk UP TO DATFI seteplir, kontrolleraði av Danske Landboforeningers Fælles- kontrol. Prísurin er kr. 26,50 pr. sekk á 50 kg fraktfrítt lever- aður (einkult frakt). Peningurin má vera sendur okkum samtiðis við ordranum. Vit kunnu ikki átaka okkum nakra ábyrgd av hvussu eplini eru tá tey koma framm og má hvør einstakur keypari sjálvur hava ábyrgd av tí hann kejrpir. NB. Vit avgreiða ikki orđrar frá einstøkum monnura, men einans samlaðar orđrar frá bygdafeløgum. Ordrarnir mugu saman við peninginum verða okkum í hond- um seinast 14. februar. Føroya búnaðapfelag MS. Dronning Alexandrine afgaar fra København lil Thorshavn 29. Januar. Næsle Afgang fra København bliver forvenlelig 19. Febr. Det Forenedes Expedition i Thorshavn Útbjóðing av renovasjónskoyring Renovasjónskoyringin í Havn verður her útboðin. Arbeiðstakarin má sjálvur halda hjálparmenn, bilar o. a. Bilar til renovasjónskoyringina kunnu útvegast av komm- ununi og yvirtakast av , arbeiðstakaranum við lagaligum treytum. Nærri frágreiðingar hesum, starvi viðvíkjandi fáast frá Eiler Datn, umsjónarmanni ella á býráðsskrivstovuni. Tilboð mugu vera býráðnum f henđi innan 28. januar 1946 kl. 12. Býráðið skilir sær rætt til óheft at velja millurn tey innkomnu boóini. TÓRSHAVNAR BÝRÁD, tann 17. januar 1946.

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.