Tímin


Tímin - 31.01.1946, Blaðsíða 3

Tímin - 31.01.1946, Blaðsíða 3
Nr. 5. 4. árg. TIMIN 31. jiinuar iy46 MERKIÐ hevur íund í Avhalds- húsinum í kvøld kl. 9. Danmark og U. S. A. I kríggsárunum hava Ameri- kanararnir hafl 40 donslt skip, sum teir tóku, tá kríggið hyrjaði’ av hesum eru nógv søkt, meðan hini eru illa farin. U. S. A. beyð danskarunum 23 milliónir doll- ars fyri øll skipini, men hesum boði tóku donsku reiðararnir ikki við. Síðan hevur danska uttanríkisministeriið Iiafl sam- ráðingar aftur vió amerikanarar- nar, sum nú hava hækkað skaða- bótina nógv og bjóða danskar- unum ley skipini, sum eftir eru, aftrat. Flestu donsku reiðarir taka vió hesum boði, meðan einstakir halda tað ikki venr nóg mikið; teir ætla sær sjálvir til Washinglon al røkja síni krøv, siga donsk bløð. Linkaðir dómar i, I seinaslu bløðunum úr Dan- mark eru frásøgnir um dómar fyri landasvik, surii undirræt- turin hevur dømt, men appel- leraðir til landsrættin eru allir linkaðir. Ein maður hevði fmgið 3 árs fongsul og misti alment álit í 5 ár, tí hann hevði verið limur av Waffen S. S. síðan 1911. Við landsrættin sást at maðurin var týskur suðurjúti, men dan- skur borgari. Hann fekk 1 árs fongsul og av tíðini hevði hann sitið 7 mánaðar, sum vórðu tiknir frá. Ein annar hevði fingið 3 árs fongsul og mist alment álit í 10 ár, tí at hann í august 1941 var farin inn í Frikorps Danmark. Landsrællurin metti alla brots- gerðina til 1 árs fongsul. Ein triði var dømdur lil 5 árs fongsul og at missa alment álit fyri lívstíð, tí at hann hevði verið saholasjuvakt síðan mars 1944 í hersins vápnagoymslu. Landsrælturin linkaði dómin lil 2 árs fongsul og at missa alment álit í 5 ár. Ikki altíð samdir eru amerikanararnir og russar- nir í Týsklandi. Nú ein dagin varð blaðið »Der Tagesspiegel«, sum amerikanararnir senda úl í sínum parti av Berlin, bannað í russiska partinum. Russarnir kalla hetta blaðið, í sínum bløð- um, fyri »llødd Gøbbels«. Friðarfundur i mai Úr London fræltist, at alheims- fundurin har — U. N. 0. — man vera liðugur vió helvtina av arheiði sínum lil 13. februar; hin helvtin verður so gjørd á fundinum, sum verða skal í U. S. A. í apríl. Teir rokna fyri vist, al endiligi friðarfundurin verður í mai komandi. Helooland spreingjast kurtnr? Síðan Onglendingar hersettu Helgoland seinasta vár, hava teir sprongt lýsk kríggstiltøk, ió har vóru; taó fyrsta, teir løgdu á, vóru kavbálahellini, sum vóru ley slørslu, ið Iýskararnir áttu. Nú sigst, at ikki hert virkini, men sjálv oyggin skal spreingj- ast burlur, so al hon, sum hevur verið ein góóur sluðul hjá Týskarunum í kríggstíð, herl skal vera ein boði ella fles. Til hesa spreinging skulu leir nýta tær størstu bumbur, sum til eru og helsl eisini alombumbur. Ilesi tíðindi liava fingið Frísar í København og Slockholm til at mótmæla, lí at Helgoland verður roknað sum ein heilag oyggj av øIIuhi lí frísiska fólk- inum. Teir hava sent boð ti,l eingilsku stjórnina, og biðið hana eira Helgolandi, og há- lendsku stjórnina liava teir eis- ini heilt á, at hon skal eisini hjálpa leimum at bjarga oynni við sínum góða kennskapi við Onglendingar. Óvist er enn, um Frísarnir fáa sítl ynski jáltað. Russland fær Kurilloyygjarnar Týsdagin varð kunngjørt úr London, at Russland skuldi fáa Kurilloyggjarnar, sum eru mill um Ivamtsjaka og Japan, lii ogn. Hetta var samtykl longu á Yalta fundinum, men hildió dult tá, so at japanararnir ikki skuldu fáa frænir av, al Ilussland skuldi leggja á teir. Tó varð lagt aflrat, al hetta slculdi avgerast á friðar- fundinurii í mai millum Japan og Russland, fyri at alt sluildi vera formelt í lagi. Skulu tit keypa bil ? STANDARÐ persónvognar eru tiltiknirsum sterkir brúks- vognar og eru vælegnaóir til nýtslu í Føroyum. Vit geva allar upplýsingar ura prís og nær vit vænta fleiri vognar afturat, eins og vit altíð eru til- reiðar al vísa vognarnar fram. NORRØNA TÓRSHAVN Telefonir: 550-425 - 251 STANDARD-B/L4/Í verða ikki sleptir ábyrgdaleyst á marknaðin. Tað hava vit vissað keyparunura við al sam- skipa okkum við nýmótans bilverkstað, sum verður opnaður í Havn ura eina líð. Um at skapa arbeiði skriva góðir menn nógv nú í hesum đøgum, tí vandi verður fy’ii al fólk fer at ganga í ar- beiðsloysi skjótt, um ikki okk- urt stórarbeiði verður sell í verk; teir tjakast tí nógv um stórar brúgvar at byggja og oyggjarholur at grava. Av tí al summir halda, at uppskolini hjá hinum koma at vera nyttuleys, tá tey eru liðug og harlil dýr, og aðrir halda, at tað bert ræður um at skapa arbeiði, sum lønar fólki, loyvi eg mær al sela hetta uppskot fram til umhugsunnar til rætta viðkomandi: Hvør kommuna fer undir, so skjólt sum neyðugt, at gera eini belonhús av harðasta beton við nógvum jarni í og við hálvum til heilan favn Ijúkkum veggjum og taki; støddin á húsunum verður eftir fólkatalinum, tá tey skula nýtasl til bumbuskýli. Tá liúsini einaferð eru liðug ogeinki kríggj er, fara menn undir at hróla ley niður aftur. Fyri at arbeiðið longsl møguligt skal koma flestum til góðar, mugu smæstu reiðskap nýtast, t. d. x/4 til V2 tumma meitlar, sum ikki gera ov stór skrædl um seg. Um nøkur ár er hetta arbeið at enda komið, men tá er óivað eisini krfggj í nánd, so neyðugt verður al byggja upp aftur o. s. fr. Helta uppskot, haldi eg, skuldi givið nóg mikið arheiði tiloll, snm vilja laka eina hond í. Smærri kommunur, sum ikki hava nóg mikla erfaring, fáa óivað leiðbeining frá størri dito, sum longu er farin undir líknandi arbeiði. Øklaknútir Finnland fær lán Amerika hevur latið Finnland fingið 85 milliónir dollars sum lán lil at keypa amerikanskar vørur fyri. Kondittaríið er opið hvønn dag frá kl. 10 til 23. FRANTS RESTORFFS BAKARI Minnist til at vit altíð eru keyparar av føroyskum neytum, kálvum og skerpikjøti. Pengarnar fáa tit alt fyri eitt. SMÆRAN Oljuklæðir: Dansar, troyggjur, buksur, skjúrt, svintur, sydvestar, fra k ka r, k 1 æd n a ^e k k i r. Leðurskótoy: Arbeiðsstyvlarv genlu- og dreingjaskógvar. Arheiðsklæðir: Buksur og jakkar. Ullintar buksur. C. C. JOHANSEN, telf 30 Vit kunna lata kjøt, flesk, pylsur og konserves S. HOULBERG ÆS Kødbyen — København UMBOD: 0TT0 JACOBSEN, Vestmanna, tlf. 21 & 41 linnist til BAKNAHJÁLPM

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.