Tímin


Tímin - 25.04.1946, Blaðsíða 2

Tímin - 25.04.1946, Blaðsíða 2
ISl r. 17. 4. árg. TIMIN 25. apríl 1946 Í ttl t u lNr-17l Hósdayin 25. apríl 1946. Útgevari: Havnar Framburðsíelay. Ábyrgdarmaður: Einar Joensen Avgreiðsla: Telefon nr. 143. Prentsmiðja: P.f Landsprentsmiðjan. Tlf. 143 Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin, í leyssølu: 15 oyru eintakið. Lýsingarprísur: 12 oyru pr. mm álorsíðuni, aðrastaðni: 10 oyru. (Avsláttur fyri fastar lýsingar eftir avtalu). „Myggestateii“ og aðrir Fyri korluni slóð í svenskum blað ein grein um đanska lil- boðið til Føroya. Har var danska stjórnin róst fyri sítt beinasemi móti Føroyingum, og var grein- in týóiliga »inspireraðc< av dansk- ara. At endanum gjørdu hesir báðir, danskarin og svenskarin, látur burtur úr tí, al Føroyingar hugsaðu um at vera sjálvslýr- andi, lí lað var óhugsandi, at ein tílíkur »Myggestat« kundi fáa loyvi at vera til. Tá nú slíkir menn fara at meta tjóðskap eftir slødd, kann taó væl eisini vera øðrum loyvt at gera tað sama. Svenskarar haida óivað sítt land vera eitt stórveldi, sum ræður sær sjálv- um, uttan at spyrja nakran eftir, men liyggja vit eftir tá kríggs- tíðir eru, sum í farna krígnum, síggja vit at hetta land ger bæói eina og aðra gerð, sum er alt annað enn at vera errin av, fyri al tekkjast teimum veruliga slóru. Og taka vit Danmark, so var tað ein tíð, lá tað ikki var mæl- ari til mald enn vit eru í dag. Tá var ult Danaríkið ikki meira vert, enn at holsleinski greivin Gerhard hevði tikið lað í pant, alt sum tað var. Til at vinna frælsið aftur og sleppa frá pen- ingaskuldini, gjørdi danski ridd- arin Niels Ebhesen la geró at sníkja seg á náttarlíð inn á Ger- hard og drepa hann sovandi. Hesi gerð kunnu Danskarar takka fyri, at teir eru ein fræls Ijóð í dag. Hon mátli eisini kunna lært ein av Danmarks fremslu vísindamonnum, dr. Lis Jacobsen, til at verið eilt sindur meiia høviska í síni metan av íslendska sjál vbjargnisstríðnum. Hon sigur í donskum blað, al Islendingar við at taka fullveldi í 1944 »har opførl sig lumpenl.cc Tá ið saman um kemur, munnu hvørki Danskarar ella Svenskarar hava grund til at halda teiti at smærri tjóóum, ið vilja ráða sær sjálvum. Lastbilkoyring telf. 457 * 455 Røða J. Patnrssonar á Løgtingi Háttvirdu tingmennl Sum elsti tingmaður og ikki sum flokksmaður biði eg um tingsins loyvi til at frambera nøkur orð í dag á hesum tingi, sum kann fara at vera landi- num eitl av teimum minnjs- ríkastu. Míni orð vil eg fyrst venda til teir menn á hesum tingi, sum nú eru afturkomnir av sendiferð til donsku stjórnina. Undan teimum komu treytir frá donsku sljórnini fyri »Samhørigheden«, sum eingin av leimum 7 sendi- monnunum hava bundið seg til. Tað vil eg veila teimum míha, og eg tori at siga, landsins tøkk fyri. Tað eru í ár heint 40 ár síðan, at tað innbyrđis slríð varð íbirt, sum skilti Føroyingar í tveir stríðandi flokkar. Eg skal als ikki ídag ríva upp, hvat atvoldin var lil at hetla klandur kom í. Haraftur ímóti tykir mær beint á hesum 40 ára minnisári at orða nakað um, hvat henda tá uppkomna innbyrdis ósemja hevur alvoll landinum til fram- burðstarn og afturstig. Tí satt er lað, sum talað er, al skaði ger mannin vísan men ikki ríkan. Høvdu Føroya lingmenn og Føroya fólk einst so væl, sum samstarvið var í 1901—1905 og hildið fram eftir teirri felags- stevnu, sum F'øroyingafelag í 1889 setlu sær til stevnuskrá, »at fáa Føroyingar til at ganga fram í øllum lutum, so teir mega vera sjálvbjargnir,« so høvdu vil — og nú skal eg loyva mær at nevna nøkur dømir — : a) longu í 1907, ístaðin fyri hetta linghús vit nú hølast í, fingið hygl okkum eina veg- liga og prúða løglingsstein- horg, í fornum foroyskum slíli, við tingsali, nevndar- rúmum, rætlarsali, býarráðs- sali og bókasavni, fyri 56.000 kr., b) so høvdu vit 2—3 ár aftaná al íslendingar fingu reist ís- lands Banka fingió okkara egna Ijóðbanka við seðilúl- gávurætti, c) so høvdu vil í 1907, eins og íslendingar, fingið okkum kønan norskan verkfrøðing (Helseth) atlagtokkum dygd- agóðar lelefonir á landinum og haldgóðar kaðalir um firð- irnar, eisini um Suðroyafjørð og eins og Islendingar, alt í einum, sett kønan norskan verkfrøðing at røkla okkara telefonverk, d) so høvdu vit í 1906 fingið kønan norskan verkfrøðing (Horn) at lært okkara fólk at bygt haldgóðar vegir, um enn teir í fyrslani høvdu verið mjáir og tá ikki rokn- aðir til bilkoyring, ognú æll- andi verið lidnir við vegagerð um alt landið, e) so høvdu Føroyingar, sum vóru undangongumenn í báta- fiskiskapi og sluppfiskiskapi ikki verið seinni ó ferð enn Isiendingar at taka upp trol- araúlgerð, f) tá hevði f 1910-11-12 Vágar, Streymo}' og Eysturoy verið ravmagnaðar fyri lítiðog lælt og hinar oyggjarnar so við og við, sum líkindini vóru til, og harvið spart landinum stórt petroleumskeyp og nógv- an torvskurð, samstundis sum ljós og hiti tá var iættari at- komuligurog túsundtals lætt- keyptar hestakreftir høvdu verið til fals til at sett ídnað, bæði stóríđnað og heimayrkir í blóma. g) Búnaðarskúli hevði tá verið komin í gongd, vió rúmligum jarðaøki til royndir í bøi og haga og alisløðir fyri ross og neytog seyð, so okkara jarða- menn høvdu haft atkomstir til, at søld sær sama kunnleika í búnaðarstarvi, sum starvs- brøður leiria í grannalond- unum hava haft í meir enn man naminni. h) Landhúsarhaldsskúli hevði tá verið reistur, so okkara bú- konur kundu gjørt seg javn- búnar við stallsystrar teirra í grannalondunum. i) Barnaskúla okkarahøvdu vit fingið bygdan á heimligari grund,so eisini kennaraskúl- an og hægri skúlar, í Staðin fyri, sum leir vóru og eru enn, bygdir á úllendskari grund. j) Fullfíggjaðar føroyskar skúla- bøkur høvdu tá verið til, fyrsl og fremsl olckara egna føði- lands søga. k) Løglingssøgan hevði lá verið útgranskað og úlgivin og út- grefslur av okkara fornleivd- um hevði verið í góðari gongd lil kunnleika um fedrana lív her á landi, sum vit nú sakna. l) Sjálvir høvdu vit havl ræði og líkindir til at senl okkara unglingar út í onnur lond at fáa okkum veraldarkunn’.eika heim tiLF'øroya, her al um- væla hann og byggja á før- oyskum holni. m) Skipafelagssigling var lá vænt- andi komin í slfkt lag, at meðan íslendska eimskipa- felagið nú hevur 19 skip f sigling, høvdu vit havt eini 4 ella 5 í ferðum til ymisk lond. n) Vit høvdu havt vunnið okk- um lað Ireysli og álit á okk- um sjálvum, sum vit nú so'- stórliga sakna. o) Vit høvdu haft fingið tann fosturlandskærleika lagdan niður í hvønn føroyskan mannabarm, sum grannar okkara hava til sítl land og sítt fólk, og tað dirvi sum hvørjum sonnum fosturlands- kærleika skal fylgja, so vit óræddir og ósmædnir tordu at vísl í verki, at í Føroyum skulu Føroyingar ráða. Síggið nú! Alt hetta og so mangt og mikið annað hava vit spilt fyri okkum ella lagt á láni, meðan vil í øll hesi 40 ár liava klandrast og illsamst okkara millum. Tað er henda illsemjan sum atvolt hev- ur, at Føroyar nú liggja sum ein eftirbátur aflan á øll okkara grannalond, og ikki tí al landið er lítið og fólkið fátt, ei heldur tí, at fólk okkara er av ringum bergi brotió. Hvør, sum eygur hevur, hann má nú síggja, al henda ósemjan sum ríkt og ráðt hevur í land- inum hesi síðslu 40 ár, hon er óverjandi at uppihalda longur, og hvør maður, sum Føroyingur vil eita og sum Føroyingur vil vera, hann má skilja, at nú er einans vegur at ganga, og hann er, al allir Føioyingar nú taka hondum saman og draga eina línu, Føroya fullræði til endur- reisingar. Ilesi hoð frá donsku stjómini, sum eru fcamløgd her á ting- borðið í dag, eru eini greió boó. Tey siga einki miuni enn lað, al antin skal okkara land og fólk innlimasl í Danmørk og Danir vera húsbøndur í Før- oyum og Føroyingar húskallar í leirra egna landi, ella mega vit Føroyingar laka allan hús- bónđarætl yvir føðilandinum í okkara egnu hond. Her kann einki vera at ivast í, livat vil valdu menn á Før- oya tingi velja. Frá Grím Kam- bans døgum fyri einum 1100 árum síðani hava Føroyingar aldri samlykt al Iatið leirra arva- og ognarland avreiðl til nakra úllendska Ijóð. Tað gera vit heldur ikki nú. Nú laka vit landið undir sjálvs okkara egna ræði, hetla laud sum vil eru óðalbornir lil fyri Gudi og monnum. Og lali okkum gera lað á hesum tingi og takka Danastjórn fyri boðini, tó ley vóru lág, og lala Danir vita av, at vit liavá valt, soleiðis sum teir og hvør ein tann einasta fríborin tjóð hevði valt*, um hon fekk tílík boð frá eini aðrari Ijóð. Teir, sum sjálvir hava verið undir fremmanda oki, men nú eru frælsir, vilja væl skilja, at Føroyingar kjósa sær sama frælsi sum teir. So vil eg enda og biðja hátt- virđu tingmenn um, tó teir kunna vera ójavnir á máli í stæltahugsjónum og slættapoli- likki, at sameinast í tí, at vera Føroyingar allir samlir soleiðisj at vit vísa tað í verki, at vil nú taka við okkara egua arvalandi at ráða yvir frá fjalli lii fjøru, lala gamla 40 ára ósemju fara og byggja í felagsskapi Føroya- land av nýggjum og ikki fara av hesum tingi, fyrr enn tað er fullgjørt. Hetta gera vit, og eflirkomar- arnir vilja lakka okkum fyri bragdið, meóan okkara ætl byggir Føroya kleltar.

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.