Tíðindablaðið - 31.01.1975, Síða 1

Tíðindablaðið - 31.01.1975, Síða 1
Tíðindablaðið Nr. 8 - 2. árg. - leysasøla 2,00 kr. Fríggjadagur 31. januar 1975 Telefon 1 48 49 Vilja broyta tíðarfrestina Landsstýrið hevur lagt |' fram uppskot fyri tingið |gj um freistin fyri framløgu |j av fíggjarlógini verður flutt frá 1. september til Hl 15. desember. Hetta var samtykt av tí undan- p farna løgtinginum, men || við tað at her er talan um [ i broyting í stýrisskipanar lógini, er tað neyðugt at g uppskotið fyri at koma í i gildi verður samtykt av 4 tveimum løgtingum. Prísirnir falnir Ráfiskaprísirnir eru aft- ur falnir í hesi vikuni, heilt upp til 12 oyru fyri kilo av onkrum fiska- slag. Atvoldin til prís- fallið er broyting í doll- arakursinum. Nevndar- val Á fundi mikudagin valdi løgtingið tær nevndir, sum skulu við- gera tey mál, ið hava við tingið at gera. Tá landsstýrissamgongan varð skipað fyrr í mán- anum, varð avtalað ikki gjørd um, hvussu teir tríggir flokkarnir skuld- u vera umboðaðir í nevndunum. Tingfund- urin mikudagin byrjaði ein tíma ov seint, av tí at samgonguflokkarnir vóru ikki lidnir við at býta. _ Løgtingið valdi eisini kommunala nevnd, lóg- arnevnd, skúlanevnd og fiskivinnunevnd. í kommunalu nevndini eru Haldor Hansen, Jógvan Durhuus, Heð- in Klein, Eliesar Arge, Jóhs. M. Olsen. í lógarnevndini eru Tórálvur Olsen, J.Fr. Øregaard, Heðin M. Klein, Agnar Nielsen og Eliesar Arge. í skúlanevndini eru Pól Jakku Olsen, Ove Mikkelsen, Signar Hansen, Vilhelm Niel- sen og Jógvan Olsen. 1 Upp- skotið samtykt óbroytt Uppskotini um øktan útróðrarstudning vóru til viðgerðar á tingi i gjár. Fíggjarnevndin legði fram álit í upp- skotinum frá landsstýr- inum og uppskotinum frá sambandsflokkin- um. I álitinum til uppskot sambandsfloksins sigur Pauli Ellefsen, at av tí at fiskaprísurin er fallin við næstan 40 oyrum siðani sambandsflokk- urin legði uppskotið fram, er neyðugt at hækka upphæddirnar og at gera eina reguler- ingsskipan, sum Lryggjar, at studning- urin hækkar í ein ávís- an mun, um prísurin seinni lækkar meira. Meirilutin i fíggjar- nevndini mælti [il at samtykkja uppskot landsstýrisins og vísti til, at landsstýrið ætlar at koma við einum heildaruppskoti seinni. Góðtaka ikki uppskotið í einum skrivi til løg- tingið, landsstýrið og figgjarnevndina sigur Meginfelag Otróðrar- manna, at útróðrarfel- øgini kunnu ikki góð- taka uppskot lands- stýrisins, men tey hald- a fast við, at monnum og bátum eigur at fryggjast ein fastur av- reiðingarprísur, ið verð- ur settur soleiðis, at út- róðurin kann bera seg. í skrivinum verður sagt, at kann ikki meira enn ein miljón setast av til at hjálpa útróðrinum, so er ikki annað at gera enn at leggja bátarnar ella at leggja driftina um. í skrivinum verður eisini sagt, at er Fiska- solan ikki før fyri at selja fiskin fyri slíkar prisir, at øll vinnan kann bera seg, so verð- ur tað ein spurningur millum Fiskasøluna og Lað almenna, hvussu eift moguligt hall tá skal javnast út. Nógv selt Tað var nógv fólk á posthúsinum í gjár fyri at fáa nýggj, føroysk frímerki, og tann, sum vildi hava merkir, kundi eisini fara niðan í arbeiðsmannafelagshúsið, har fleiri fólk hava sitið í seinastuni og arbeitt. Á myndini vinstrumegin síggjast konvoluttar, sum posthúsið hevur fingið sendandi higar til stemplingar. Tað hevur víst seg at verið stórur áhugi í útheiminum fyri teimum nýggju føroysku merkjunum, og posthúsið fekk bíleggingar til fyrstadagin fyri slakar 4 milj. kr. Stjórnin fall við 1 atkvøðu Formaðurin í fólkatinginum biðin um at standa á odda fyri stjórnarsamráðingun- um. Tað var eitt uppskot frá javnaðarflokkinum um at skapa møguleika fyri eini breiðari stjórn, ið feldi stjórnina hjá Poul Hart- ling, men í Danmark verð- ur kortini mett, at tað verður bæði drúgvt og tor- ført at fáa skipað eina meirilutastjórn, og tað eru fleiri, sum vænta, at hetta als ikki fer at eydnast. Tá Poul Hartling hevði verið hjá drotningini og boðað henni frá, at stjórn- in legði frá sær, hevði drotningin fund við um- boðsmenn fyri aðrar flokk- ar, og sama kvøldið — mikukvøldið — heitti hon á formannin í fólkatingin- um, Karl Skytte, um at vera samráðingarleiðara. Tað vóru javnaðarmenn- inir, sum fyrst komu við uppskoti um hetta, og tað vísti seg, at tað var meiri- luti í fólkatinginum fyri, at tingformaðurin skuldi leið- a stjórnarsamráðingarnar. Ein atkvøða Við atkvøðugreiðsluna í fólkatinginum týskvøldið var ein atkvøða í meiriluta fyri ti uppskoti, sum feldi stjórnina. Atkvøðurnar stóðu 86 móti 85. Ein av teimum konservativu, Hans Jørgen Lembourn, atkvøddi ímóti stjórnini, meðan restin av flokki hansara ikki atkvøddi. Henda dagin var orða- skifti í fólkatinginum og tað endaði við eini stjórn- arkreppu, og eitt uppskot til samtyktar frá javnað- arflokkinum varð sam- tykt. Uppskotið var so- ljóðandi: «Fólkatingið við- urkennir tørvin á einum langtíðar búskaparpoli- tikki til gagn fyri vinnu- livið, og tingið heitir á for- sætisráðharran um at fara frá fyri at skapa møguleik- ar fyri fríum samráðingum út frá ynskinum at skipað verður ein breið meiriluta- stjórn». Poul Hartling forsætis- ráðharri boðaði frá undan atkvøðugreiðsluni, at hann legði frá sær, um uppskot- ið varð samtykt, og so skjótt úrslitið var komið, fór hann upp á røðarapallin og segði, at hann fyrra- partin dagin eftir fór at boða drotningini frá av- gerð síni. Taí) vard Karl Skytte og hvorki Pou/ Hartliug ella AnkerJørgensen, sum nú slapp at royna at skipa stjórn

x

Tíðindablaðið

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.