Tíðindablaðið - 31.01.1975, Síða 4

Tíðindablaðið - 31.01.1975, Síða 4
Síða 4 TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 31. januar 1975 Tríggjar av fimm limum Handverkarafeløg, ar- beiðsmanna- og ar- beiðskvinnufeløg hava skrivað til Føroya landsstýri við kravi um, at tey fáa umboð í Prísráð Føroya. Feløg- ini siga, at tey kundu hugsað sær eina skip- an, sum gevur fakfeløg- unum triggjar av fi4 m limum. Lltvarpið Á skránni í kvøld er fyrilestur, og kl. 19.10 er jazz-sending. Tað er triðja sendingin, sum Jógvan Joensen Ieggur til rættis. Seinast á skránni i kvøld er Fríggjakvøld kl. 20. Gudstænastur Sunnudagin hevur J. Follend gudstænastu á Nesi. Torkil Beder hev- ur altargongd í Eldu- vík, K.O. Viderø hevur altargongd í Hvalbh, Jákup Joensen, fyrrv. varabispur, hevur gudstænastu í Klaks- vík kl. 11 og í Árnafirði kl. 12.30. Jákup Mag- nussen verður i Harald- sundi. Petur Martin Rasmussen verður á Norðskála kl. 12 og á Eiði kl. 20. Kjartan Mørkøre hevur altar- gongd í Havn. Martin Restorff Jacobsen verð- ur í Vági kl. 12 og í Sumba kl. 18. Salomon Joensen verður í Svín- oy; í øllum kirkjum í Norðoya vestara prest- adømi gongur talvan fyri sjómansmissiónin- a. Møtir Evangeliskt møti verð- ur í Gideon í Vestmann- a sunnukvøldið kl. 18. Fremmandir talarar. Jehova vitni hava al- mennan fyrilestur í rik- issalinum á Noregis- vegi 4 sunnudagin kl. 15 um evnið: Nær er samvitskan ein leið- beinari! Kl. 16 Vagt- támsstudie við spum- ingum og svarum. Hvønn týsdag er studie í bólkunum kl. 19.30, og hvønn fríggjadag er teokratiskur skúli við tænastumøti kl. 19.30. Missiónsvikan í Havn hevur møti í kommunuskúlahøllini í kvøld kl. 19.30. Emst Hansen og Viggo Jo- hannesen tala. Bama- NÝTT ÍDAG møti verður í Meinig- heitshúsinum í dag kl. 16. Adventistasamkom- an hevur Bíbliugransk- ing leygarmorgunin kl. 9.30 (E.Berg), og 'kl. 10.45 hevur A. Sand- beck gudstænastu. í Frelsunarherinum verður í kvøld kl. 20 soldátarmøti, kl. 21.45 møti á Vaglinum. Leyg- arkvøldið kl. 20 verður filmurin Eldoyggin vístur, og Daniel Os- karsson loytnantur tal- ar. 40 ár í dag eru 40 ár, síðani missiónshús varð bygt i Rytuvik. Tað verður hildið við samkomu og kaffiborði. Formaðurin í Samfundsráðnum, Jó- han Weyhe prestur, leggur fyri. Tikið 3 býir Forsetin á Filipsoyggj- unum, Ferdinand Mar- cos, sigur, at stjórnin í landinum hevur mist valdið yvir trimum bý- um, sum ein muhamm- edanskur bólkur hevúr hersett. Taka herfólk aftur Turkaland er i ferð við at taka umleið 1.000 hermenn heim frá Ky- pros, sigur turkiski verjumálaráðharrin. Hann sigur, at aftur- tøkan av hesum her- monnum verður liðug síðst i februar. Turka- land hevur ikki alment sagt, hvussu nógv her- fólk landið hevur á Ky- pros, men óváttað tíð- indi siga, at talið liggur millum 35.000 og 40.000. Mæla til mótálop Amerikanski sendiharr- in í kambodiska høv- uðsstaðnum, Phnom Penh, hevur heitt á stjórnina um at skipa fyri einum mótálopi á partisanarnar og norð- urvietnamesararnar. Tey seinastu tíðindini úr Kambodja siga, at fyri stjórnarherin ' er støðan nógv versnað, síðani bardagarnir byrj- aðu aftur. tað farna árið Broytingarnar I skipalistanum Føroyski skipaflotin hevur nú — pr. 1. januar 1975 — skrásett tilsamans 267 skip (yvir 20 bruttotons) við tilsamans 54.368 bruttoregistaratonsum, og av hesum eru, sum væl skiljandi, flestu fiskifør: 218 við tilsamans 43.361 tons- um. Harumframt 14 ferðamannaskip í innanoyggjasigling, 2.303 tons, 19 farm- askip, 7.049 tons, 13 sandbátar, 1.337 tons, 1 oljubát, 92 tons, 1 hav- og fiski- rannsóknarskip, 138 tons, og sluppin Westward Ho, 89 tons. Eitt av skipunum, sum fór úr skipalistanum í fjør, var í fama ári komu 15 skip til lanđið, 10 úr Noreg, 3 úr Danmark, 1 úr Svøríki og 1 úr Skotlandi. Hitt størst- á av hesum skipum var farmaskipið Blikur hjá Skipafelagnum, 1.337 br. tons, keypt úr Noreg. Hini 14 skipini vóru (byggiár í klombrum): Atlantis (1974), Gøtu- nes (1974), Hallarklettur (1966), Kallur (1974), Kap- ilsund (1974), Logos (1974) Nestindur (1965), Norð- finnur (1974), Polarfisk (1974), Polaris (1974), Sundaberg (1974), Suður- varði (1974), Tórsbúgvin (1974), Vega (1974). Frároknað farmaskipin- um Nestindi, keypt úr Føroyum, vóru øll hini skipini fiskiskip: 5 skip til idnaðarfiskiskap, 2 kraft- blokkaskip, 2 verksmiðju- trolarar, 1 saltfiskatrolari, 2 línuskip og 1 rekjutrolar- i. Hesi skip høvdu samlað tosatal av 6.075. 15 skip fóru úr flotanum Samstundis fóru 15 skip ella 5.207 bmttoregistara- tons úr føroyska skipaflot- anum. Tey vóru: Agnes Louisa frá 1886, søkt. Gamli Blikur frá 1965, seldur til New Foundlands. Brestir frá 1957, seldur til Danmark- ar. Comet, 1964, sokkin. Grímur Kamban, 1959, seldur til Danmarkar, Hans Hansen, 1942, seldur til upphøggingar í Dan- mark, Kongshavn, 1912, gingin burtur, Lizzie, 1884 søkt. Magnus Heinason, 1961, seldur til upphøgg- ingar í Bretlandi, Mazeppa 1885, søkt. Norðkapp, 1972, selt til Danmarkar, Norðland, 1965, selt til Danmarkar, Sigurfarið, 1885, selt til íslands, Skálaberg, seldur til Span- ia til upphøggingar, Svan- anes, V066, seldur til Grøn- lands. 12 trolarar í vinnu í vinnu vóm við ársbyrjan 12 trolarar til fjarfiski- skap, hesir 5 saltfiskatrol- arar: Brandur Sigmundarson, Jegvan Elias Thomsen, 0- lavur Halgi, Sjúrðarberg og Sundaberg. 7 aðrir trolarar: Hallarklettur, Kap Far- vel, Leivur Øssursson, Mýlingur, Norðfinnur, Vestfinnur og Vesturvón. 19 kraftblokkaskip á silda- og makrelveiðu 19 em kraftblokkaskipini á silda- og makrelveiðu. Tey em eftir skipalistanum fyri Fároya skipasýn hesi: Hans Hansen Akraborg frá 1961, Boð- anes frá 1963, Caroline Musholm frá 1966, Finnur Friði frá 1963, Geyti Reyði frá 1964, Gullfinnur frá 1969, Gøtunes frá 1944, Havømin frá 1961, ísborg frá 1964, Jupiter frá 1972, Kallsevnifrá 1966, Kappin frá 1964, Krúnborg frá 1973, Norðborg frá 1969, Nýborg frá 1971, Polaris frá 1974, Saturn frá 1964, Skálafossur frá 1968 og Sólborg frá 1968. 11 frystiskip, av teimum 3 yvirdekkað, tilsamans 3.150 bmttotons, era i vinnu: Bakur frá 1961, Borgar- infrá 1969, Fjalshamar frá 1964, Hoyvíkingur frá 1960, Hvítanes frá 1969, Leikur frá 1964, Oknin frá 1964, Rasmus Effersøe frá 1963, Suðurvarði frá 1974, Vesturland frá 1970 og Vesturvarði frá 1969. Ídnaðarskip og línuskip 35 skip við tilsamans 9.900 bmttotonsum, em til ídn- aðarfiskiskap, øll úr stáli, umframt 6 úr viði, tilsam- ans 759 tons. Størsti parturin av skip- aflotanum em línuskipini, 31 úr stáli, tilsamans 7.782 tons, tey elstu frá 1960 (4 í tali), tað yngsta frá 1974. Umframt eru 91 línuskip, bygđúrviði, við tilsamans 5.189 bmttotonsum. Undir heitinum «onnur skip» nevnir skipasýnið hesi fimm: Broddur, Gudran, Hvít- abjøm, Marite, Skarva- steinur, tilsamans 677 bmttotons. Fiskiskip, ið em upp- løgd og helst ikki koma í vinnu aftur fyri aldur, em 8 í tali: Bjørgvin frá 1885, Fimm Systrar frá 1878, Havfarið frá 1874, Jo- hanna frá 1884, Knørmr frá 1919, Royndin frá 1891 Silver Belle frá 1930, Svín- oy frá 1926. Tilsamans 688 •bmttotons. Farmaskip strandfaraskipini Ferðafólkaskipini í innan- oyggjasigling eru umframt ferjumar Sam og Sunda- ferjan øll skip hjá Strand- faraskipum Landsins. Hesi skip em 14 í tali og tilsamans 2.303 bmtto- tons. Farmaskipaflotin hevur tilsamans 19 skip við 7.049 bmttotonsum eftir listan- um hjá skipasýninum. Tey em hesi: Arnatinđur frá 1965, 339 br. tons, Blikur frá 1966, 1.337 tons, Cathrina frá 1966, 300 tons, Chr. Holm frá *1966, 339 tons, Dag- stjørnan frá 1962, 252 tons, Elsa F frá 1964, 355 tons, Falkur frá 1965, 300 tons, Føroya Bjór frá 1936, 174 tons, Heykur frá 1972, 300 tons, Holmur frá 1929, 412 tons, Krosstind- ur frá 1966, 300 tons, Ló- mur frá 1970, 500 tons, Mercur frá 1901, 68 tons, Nestindur frá 1965, 500 tons, Norðvíkingur frá 1968, 300 tons, Ravnur frá 1971, 198 tons, Rókur frá 1971, 300 tons, Rúnatind- ur frá 1968, 400 tons, og Svanur frá 1971, 375 tons. Eitt av teimum, sum kom afturat, var Kallur

x

Tíðindablaðið

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.