Tíðindablaðið - 31.01.1975, Qupperneq 6

Tíðindablaðið - 31.01.1975, Qupperneq 6
Síða 6 TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 31. januar 1975 Klára seg ikki uttan hjálp Gerald Ford forseti hevur nú heitt á kon- gressina um at góð- kenna, at USA brúkar 300 miljónir dollarar aftrat til hernaðarliga hjálp til Suðurvietnem og meira enn 200 milj- ónir dollarar til Cam- bodja. Ford hevur lagt hetta fyri kongressina, hóast kongressleiðarar hava sagt, at kongress- in fer ikki at játta henda pening. Amerikanski forsetin sigur, at av tí at amerikanararnir longu hava skert hemaðarligu hjálpina munandi til Suðurvietnam hava suðurvietnamesisku stjómarhermenninir ov lítið av lóðuri, eykalut- um og læknaútgerð. Hann sigur, at teir berjast nú ímóti tí størsta heri, sum Norð- urvietnam nakrantíð hevur havt sunnanfyri. Ford segði, at í Cam- bodja herða partisanar- nir stríðið, og USA má veita størri hjálp, um stjómin í Phnom Penh ikki skal verða frá- koyrd. Amerikanski uttan- ríkisráðharrin, Henry Kissinger, sigur, at suðurvietnamesiski stjómarherurin kann ikki klára seg, um hann ikki fær hjálp úr USA. Fer at royna semju Henry Kissinger hevur á einum tíðindafundi talað um ta komandi ferðina hjá sær til Mið- eystur. Hann sigúr, at hann fer aftur at royna at fáa semju millum egyptar og ísraelsmenn men skoytti uppí, at á hesi ferðini fer hann mest at royna at seta seg inn í viðurskiftini á staðnum. Kissinger segði eis- ini, at hann vónar at royndimar at skapa ein linna ímillum eystur og vestur fara at halda fram, og at úrslit kunnu spyrjast burturúr eini europeiskari trygdar- ráðstevnu. Hann segði, at framstig 6ru hend undir teimum fyrireik- andi tingingunum í Ge- neve. Wilson á ferð Bretski forsætisráð- harrin, Harold Wilson, er farin til Norðuram- stuh UTTANEFTIR erika at vitja. Hann skal hitta Gerald Ford og Henry Kissinger og eisini kanadiska forsæt- isráðharran, Pierre Tru- deau, og ST-aðalskriv- aran, Kurt Waldheim. Við í ferðini er eisini bretski uttanríkisráð- harrin, James Callag- han. Undir vitjanini kemur Wilson m.a. at tingast við Ford um ferðina hjá sær til Mos- kva í næsta mána. Ávaring til partisanarnar Myndugleikarnir í Eti- opia em komnir við síni higartil álvarsligastu á- varing til partisanar- nar, sum berjast í Eri- trea. Henda ávaring kemur eftir eina atsókn frá partisanunum, sum krevja at Eritrea skal hava sjálvstýri. Ein kunngerð frá myndug- leikunum í Addis A- beba sigur, at stjómin hevur nú mist tolið og fer nú at gera av við partisanrørsluna í Eri- trea. Ongin vitjan beint nú Rhodesiski forsætisráð- harrin, Ian Smith, hev- ur havnað einum upp- skoti um at bretskir embætismenn skulu vitja Salisbury. Tað er bretski uttanríkisráð- harrin, James Callag- han, sum er komin við uppskotinum um vitj- anina. Ætlanin var, at bretsku embætismenn- inir skuldu tingast við Ian Smith og umboðs- menn fyri andstøðuna um møguleikamar fyri eini semju. Men Smith hevur sagt, at sum við- urskiftini em í løtuni, so er ein slík vitjan ikki til nakra nyttu. Floksleiðari deyður Fyrrverandi tjekkoslo- vakiski floksleiðarin, Antonin Novotny, er deyður 70 ára gamal. Hann sat við valdið i Tjekkoslovakia í meira enn 14 ár til 1968, tá hann fór frá. Eftir at Novotny var farin frá, byrjaði ein liberaliser- ingspolitikkur undir Aleksander Dubcek, men tann nýggi polit- ikkurin endaði við sov- jettisku innrásini í Tjekkoslovakia í aug- ust í 1968. Húsmóðir kappast við Heath um leiðarastarvið Tá Harold Wilson hevði tapt parlaments- valið í 1970, segði hann, at Bretland fór at fáa ein kvinnuligan forsætisráðharra áðrenn langt um leið. Hon fór at umboða arbeiðaraflokkin. Tá Wilson segði hetta, var tað ein spurningur, um hann fór at halda fram sum floksleiðari. Tað er mangt, sum bendir á, at orð hansara um eina kvinnu í Downing Street 10 áðrenn langt um leið framvegis em í gildi, men hon kemur helst ikki at umboða arbeiðaraflokkin. Tann 49 ára gamla Mar- garet Thatcher, sum fyrr hevur verið kenslumála- ráðharri, er í uppskot sum floksleiðari frá einum bólk- i, sum stríðist ímóti Ed- ward Heath, ið nú hevur verið floksleiðari í 10 ár. í næsta mánað verður fyrsta umfar í stríðnum um leiðarastarvið í kon- servativa flokkinum, og Margaret Thatcher verður hildin at vera tann einasta, ið hevur ein kjans ímóti Heath. Hendir tað, at tað kem- ur at standa á jøvnum millum Heath og Margaret Thatcher i fyrsta umfari, ætla næstformaðurin í flokkinum, William White- law, og fyrrverandi land- búnaðarráðharrin, Jim Fire, eisini at stilla upp. Ikki væl umtókt Fólkahugsanin um Marga- ret Thatcher er nógv broytt í seinastuni. Hon var ágrýtin sum kenslu- málaráðharri, men tað var eisini stríð um politikk hennara, og dagblaðið The Sun skrivaði, at hon var tann ringast umtókta kvinnan í Bretlandi. Hon er íin i arbeiðinum at sleppa framat sum leið- ari, men teir konservativu hava altíð verið imófi, at ein kvinna skuldi verða floksleiðari. Nú eru nógv veik lið í floksleiðsluni, og tað gevur henni kjansin. Enn eru tað nógvir, sum ivast, men undirtøka hennara er vaksandi bæði í og uttan fyri parlamentið. Flokkurin tykist at venja seg til ta hugsan, at ein kvinna skal gerast leiðari; annars er konservativi flokkurin í Bretlandi meira enn nakar annar av teim- um stóru flokkunum í Vestureuropa fyri at varð- veita samfelagið, sum tað er. Úr miðal- stættini Teir flestu viðhaldsmenn- inir hjá Margaret Thatcher hoyra til høgrumegin miðj- una av konservativa flokk- inum, og tað kundi tí Margaret Thatcher — hevur kjans at gerast leiðari í konservativa flokkinum, hóast hon fekk fólkið ímóti sær, tá hon tók ta ókeypis skúlamjólkina av Frakland lovar Egyptalandi vápn Vitjanin ikki so týdningarmikil skrivar eitt ísraelskt blað Sum menn høvdu væntað endaði vitjanin hjá eg- yptiska forsetanum Anwar Sadat í Fraklandi við eini avtalu um, at Frakland skal lata Egyptaland fáa hemaðarliga útgerð í stað- in fyri tað, sum landið misti undir seinasta kríg- num við ísrael. Anwar Sadat og Giscard d’Estaing viðgjørdu eisini støðuna í Miðeystri sum heild. Kunngerðin frá vitj- anini sigur, at skal ein frið- arsáttmáli í Miðeystri kunna standa við, eru tað tríggjar treytir, sum hann má lúka: ísrael má taka seg av teimum økjum, sum landið hevur hersett síðani 1967, palestinska fólkið má hava rætt til sítt egna heimland, og allar tjóðir í Miðeystri mugu fáa ein viðurkenđan rætt til at liva i einum landi við tryggjaðum markum. Á einum tíðindafundi, sum hann helt í Paris, áð- renn hann fór heimaftur, sýtti Sadat fyri at siga, hvussu nógv Mirageflog- før hann hevði fingið lyfti um, men tað ljóðar, at tal- an er um ein sáttmála uppá meira enn 10 miljardir krónur. Sadat segði, at tað var eingin trupulleiki at gjalda útgerðina. Egyptiski forsetin segði, at tað er hend ein stór broyting í viðurskiftunum í Miðeystri, og fyri fyrstu ferð er møguleiki fyri friði har. Hann segði, at Egypt- aland er til reiðar at virka fyri friði, men ísrael má eisini vísa ein stóran frið- arvilja og taka seg aftur av hersettum lendi, segði hann. Hann legði dent á, at hvørki Egyptaland ella Sýrialand fara at byrja nakað kríggj við Israel. hugsast, at hon var ættað frá høgaðalinum ella dóttir onkran stórídnaðarmann. Men hon er tvørturímóti — sum Heath einaferð segði um seg sjálvan — produktið av møguleikum, ikki av framíhjárættind- um. Hon er úr miðalstætt- ini, og tað kann hjálpa henni til at vinna atkvøður frá fólki í miðal- og ar- beiðarastættunum, sum ongantíð hava tikið undir við einaranum Heath. Margaret Thatcher er dóttir ein handilsmann úti á landinum, og hon kennir av egnum royndum til ar- beiðið hjá húsmóðirini. Tað ger sitt til, at teir konservativu vilja hava hana til leiðara. Hon hevur prógv sum løgfrøðingur av universi- tetinum í London, er gift við einum handilsmanni í einum oljufelag, og tey eiga tvíburðarnar Carol og Mark, sum eru 21 ár. Grannunum dámar hana væl, hon rættir teimum ofta eina hjálpandi hond og prátar við teir yvir um garðin. Skúlamjólk Tað var ein av avgerðum hennara í konservativu stjórnini, sum fekk fólk at venda sær ímóti henni og at meta hana at vera nóg so kaldliga. Heath framđi eina rasjonaliseringsætlan og hon syrgdi við harðari hond fyri, at skipanin við ókeypis skúlamjólk varð tikin av. Úrslitið var, at mótmæl- ini komu — og framvegis kóma — úr øllum heralds- hornum í Bretlandi. Tað er eisini møguligt, at hon í dag iðrar seg eftir, at hon tók hetta stig. Og kanska hevur hon lært nakað av hesum, um flokkurin ger av at lata «tað ljóshærda bumbuskotið» taka við sum leiðara. Ójavnir á máli Tær flestu viðmerkingar, sum ísraelsk bløð hava havt til vitjan Sadats í Fraklandi siga, at Frak- land hereftir fer at styðja arabararnar uppaftur meira, og at landið fer at venda sær meira og meira burtur frá ísrael. Tað er tó eitt stórt ísra- elskt blað, sum ikki hevur hesa uppfatan. Maariv skrivar, at vitjanin hjá Sadat í Paris hevur ikki havt so stóran týdning. Blaðið heldur ikki, at egyptar ynskja at skifta yvir til egyptisk vápn, tí hetta kemur at føra nógvar trupulleikar við sær, og Sadat veit eisini, at tað er avmarkað, hvussu nógv Frakland hevur at siga í heimspolitikkinum í dag, skrivar ísraelska blaðið. * %

x

Tíðindablaðið

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.