Tíðindablaðið - 14.02.1975, Blaðsíða 12

Tíðindablaðið - 14.02.1975, Blaðsíða 12
Síða 12 MÍN MEINING Skulu føroysku bryggj- ariini hava loyvi at bryggja sterkari? Jákup Haraldsen, lands- apotekari: Føroysku bryggjaríini skuldu havt loyvi at bryggja eina styrki, sum svarar til Hof. Høvdu myndugleikarnir sam- stundis sett forboð fyri at flyta øl inn við styrki omanfyri gull, so hevði verið sloppið, t.v.s. at Elefantur skuldi verið forboðin at flutt inn. Ein annar spumingur er so, um føroysku bryggjarí- ini kunnu standa seg í kappingini við tey út- lendsku um søluna í Føroyum. £■':* : 7 7 . Jj Torfrid Olsen, gongs- genta: Meira føroyingar fáa, meira vilja teir hava, teir fyllast ikki, so tað loysir seg avgjørt ikki at lata føroysku bryggjaríini sleppa at bryggja sterk- ari. Ølið verður lættari at fáa fatur á, um tað verður selt í Føroyum. Føroyingar duga ikki at drekka. Magnus P. Poulsen, s tudentask úlanæ ming- ur: Tað er ikki rætt, at vit skulu noyðast at innflyt- a vørur, sum vit eru førir fyri at framleiða eins væl sjálvir — øl sum alt annað. Harafturat fáa fólk keðiligar drykkju- vanar av núgaldandi skipan, sum krevur at fleirí kassar verða bí- lagdir i senn. Lógin, sum vit nú hava, er eitt mis- fostur, sum verður brot- in hvønn einasta dag, meðan myndugleikamir standa hjálparleysir. Ein lóg má, tá hon verður gjørd, lagast eftir um- støðunum og ikki um- støðumar eftir henni. TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 14. februar 1S SPEGILS- MYNDIN Grulvigarðurin Óli Petersen hevur havt fleiri skemtitekningar í Tíð- indablaðnum, hesa gjørdi hann seinasta summar, tá Poul Hartling vitjaði í Føroyum. I Á náttarferð gjøgnum Havnina Seinastu leygarnátt varð ferðslan í Havnini nakað tarnað av einum húsum, sum vórðu flútt úr Vesturbýnum yvir í Eysturbýin. Hetta vóru eini lítil sethús, sum vóru sett .■■nBHHHHBStanBHBB upp á lastina á einum stórum bili. Tá teir komu oman til Essaba var ov trongt, og so mátti vendast niðanaftur fyri at finna aðra leið yvir í Eyst- urbýin. Er Ford býttur? Tað hevði neyvan hent seg nakrastaðni uttan i USA, at ein sjónvarps- maður hevði spurt ein ríkisleiðara, um hann vemliga var so býttur, sum fólk siga — men ■tað hendi so í USA nú ein dagin. Ford svaraði, at hann var altíð mill- um tríggjar teir bestu í skúlaklassanum, so «tað mugu vera mong, sum em býttari enn eg» Hann skoytti tó uppí, at hann «skilir fram- vegis ikki, hvussu hann er endaður í «Hvítu Húsunum». Fyrrverandi amerik- anski forsetin Lyndon Johnson segði einaferð um Ford, at «hann hevur spælt ov nógv fótbólt hattleysur.» Mussolini hevði skammað seg Einkjan eftir italska einaræðisharran Benito Mussolini, Donna Rac- hele, sum livir av pens- jón og av at hava eina lítla restaurasjón, held- ur lítið um tað politiska skilið í landinum i løt- uni. Herfyri segði hon: - Hevði máður min verið á lívi, so hevði hann vitað, hvat vit skuldu gjørt. Hann hevði dirvi til at yvir- taka eina tjóð á húsa- gangi og endurreisa hana. í dag em vit um- skift til biddarar, sum í heilum renna í Vestur- týsklandi eftir pengum. Eg skammi meg, og tað hevði hann eisini gjørt.. Aðalin út Franski forsetin Gis- card d’Estaing hevur avgjørt, at í framtíðini skulu aðalsheitið ikki nýtast á innbjóðingum frá forsetanum ella á borðkortum í Elysee- borgini. Bert tvey undantøk LEYST OG FAST vera: Greivin av Paris og Napoleon prinsur, tí hesi bæði heiti umboða tvey fyrrverandi fronsk stjórnarvøld, Bourbon- ararnar óg heimsveldi Napoleons. Síðani Napoleon 3. var keisari, em aðals- heitið ikki býtt út í Fraklandi, og bert tey, ^um hava arvað heitið ella hava gift sær tað til, kunnu nýta tað. Tað sigst, at 15.000 fólk í Fraklandi siga seg vera greivar, men bert 500 kunnu prógva tað. Menn ivast eisini í, at forsetin er aðalsborin — sum seinasta navn hansara, d’Estaing, annars sigur frá. Pápi hansara, sum var av ríkastu monnum, skoytti d’Estaing uppi ættarnavnið Giscard i 1923. Hann fekk gjørt hetta við einari atkvøð- ugreiðslu i ríkisráðnum, har hann sjálvur hevði tað avgerandi atkvøð- John Dean ríkur Fyrrverandi løgfrøðis- ligi ráðgevarin hjá Nix- on forseta, John Dean, sum gav upplýsingar, ið førdu til fall Nixons, umhugsar at avlýsa eina fyrilestrarferð til amerikansk universitet. Síðani John Dean varð latin leysur úr fongslinum 8. januar, hevur hann arbeitt upp á eina bók um sin lut í Watergate-gøluni og lagt fyrilestrarferðina til rættis. Nú umhugsar hann at avlýsa ferðina, tí studentarnir hava mótmælt, at lógbrótar- in John Dean skal hava 25.000 kr. hvørja ferð, hann tosar um Water- gate. . Men Dean líður onga neyð, sjálvt um hann ikki fær henda pening. Eitt forlag hevur boðið honum 8 milj. kr. fyri bókina, hann skrivar um Watergate. onani

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.