Morgunblaðið - 11.11.2021, Page 4
4 MORGUNBLAÐIÐ FIMMTUDAGUR 11. NÓVEMBER 2021
Vit søkja eftir einum persóni at hava høvuðsábyrgd fyri byggi- og tøknuligum rakstri av
mentanarhúsinum Norðurlandahúsið í Føroyum.
Tú hevur høvuðsábyrgd av:
· Dagligum rakstri og viðlíkahaldi
· At leggja til rættis, seta í verk og fylgja upp upp á viðlíkahald og endurmenning av
bygninginum
· Uppfylging av útvegarum og uttanhýsis sáttmálum, harímillum elektrikarar, rørleggjarar,
varnarar, tænastueftirlit, o.s.fr.
· Biðja um og meta prístilboð upp á tænastur
· Uppfylging av verandi tiltøkum og verkætlanum
Tú ert við til at menna góðar og virkisførar loysnir fyri framtíðarinnar Norðurlandahús.
Starvið er partur av tekniskari deild, og arbeiðsuppgávurnar verða skiftandi í mun til tørvin
á deildini, t.d. uppgávur sum at klárgera hølir, rigga til og rudda upp eftir tiltøkum.
Vit vænta, at tú:
· Ert sjálvstøðug/ur og skipað/ur
· Ert tænastusinnað/ur
· Hevur hollar royndir við viðlíkahald og rakstur av bygningum og útbúnaði
· Ert fleksibul, virkin og jalig/ur
· Samskiftir væl og hevur gott yvirlit
· Dugir at brúka talgild amboð og skipanir
Tú tosar og skrivar eitt av teimum norðurlendsku málunum.Tað er ein fyrimunur, um tú dugir
at tosa og skriva føroyskt, men hetta er ikki ein fortreyt.
Arbeiðstíðin er vanliga 09-17 gerandisdagar, men vikuskiftisarbeiði kann væntast.
Vit kunnu bjóða tær eitt starv í einum spennandi og livandi arbeiðsumhvørvi, har eingin
dagur er eins. Vit ynskja at vera ein stovnur í støðugari menning, og meta vit at felagsska-
pur og toymi hevur nógv at siga fyri at røkka okkara høvuðsmálum .
Løn og setanartreytir sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið, Starvsfelagið og
Norðurlendska Ráðharraráðnum. Setanartíðin er tíðaravmarkað til fýra ár, við møguleika
fyri longdari starvstíð. Serlig viðbót er til persónar, sum verða settir úr øðrum londum enn
Føroyum. Vit stremba eftir jøvnum kynsbýti.
Umsóknarfreistin er úti 19. november 2021. Umsókn og lívsrensl skal sendast talgilt
umvegis https://www.norden.org/da/node/54714
Vit ynskja, at tann sum verður sett/ur, tekur við starvinum skjótast gjørligt.
Í umsóknini skalt tú greiða frá viðkomandi royndum og førleikum, og grundgeva fyri, hví
tú søkir starv í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Umsóknin kann skrivast á føroyskum ella
einum norðurlendskum máli.
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú seta teg í samband við Gunn Hernes, stjóra, á
gunn@nlh.fo ella ringja til móttøkuna á tlf. 35 13 51.
Byggitøkniligur fyriskipari til Norðurlandahúsið í Føroyum
Norðurlandahúsið í Føroyum (NLH)
Norðurlandahúsið í Føroyum (1983) er ein mentanarstovnur í Tórshavn. Tað verður rikið sum eitt norðurlendskt lista- og mentanarhús við fjølbroyttum virksemi. Norðurlandahúsið er
eitt av teimum mest týdningarmiklu amboðunum hjá Norðurlendska Ráðharrastovninum til at fremja politisku raðfestingarnar av mentanarliga norðurlendska samstarvinum.
Norðurlandahúsið er ein Green Key-góðkend fyritøka, og sum ráðstevnustað viðurkent við fimm stjørnum frá Horesta.
Norðurlandahúsið í Føroyum hevur eitt nýtt nýskipað starv sum tekniskur framleiðari. Vit
søkja eftir einum persóni við breiðum framleiðsluroyndum innan mentanartiltøk, og góðum
førleika fyri skipaðari ráðlegging av tiltøkum.
Sum tekniskur framleiðari hevur tú ábyrgd fyri tøknuligu og verkligu ráðleggingini og
samskipanini av tiltøkum í Norðurlandahúsinum. Tú skalt verað før/ur fyri at samskipa
og fylgja framleiðslum á stovninum, frá ráðlegging til fremjing, í samstarv við
verkætlanarleiðara og starvsfólkum innan tøkni.
Tú skalt hava holla vitan og royndir um hvat fyri tørvur er tengdur at ymiskum sløgum av
tiltøkum, og á hvønn hátt tiltøkini verða væl framd. Í tínum arbeiði skalt tú tryggja góða
tøkniliga ráðlegging, samskipan, tilfeingisnýtslu og búskap. Hetta hevur m.a. við sær
útvegan av tænastum og útgerð, viðlíkahald og vegleiðing í nýtslu av verandi útgerð.
Vit vænta, at tú hevur:
· Breiðan tøkniligan førleika og fatan
· Góðar framleiðsluroyndir innan ymisk mentanartiltøk, íroknað samskipan av
starvsfólkatilfeingi
· Góðan røkiskap, og dugir at gera munadyggar mannagongdir fyri leiklistaliga
framleiðslu
· Góðan samstarvsførleika - førleika og hug til at samstarva við starvsfelagar,
listafólk og fyriskiparum
· Góðan samskiftisførleika
· Talgildan førleika
Tú ert tænastusinnað/ur og fleksibul.
Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og eigur stóra ábyrgdarkenslu.
Tær dámar væl at arbeiða í toymi.
Tú tosar og skrivar eitt av teimum norðurlendsku málunum , umframt enskt.
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og roknast kann við kvøld- og vikuskiftisarbeiði eftir tørvi.
Vit kunnu bjóða tær eitt starv í einum spennandi og livandi arbeiðsumhvørvi, har eingin
dagur er eins. Vit ynskja at vera ein stovnur í støðugari menning, og meta vit at felags-
skapur og toymi hevur nógv at siga fyri at røkka okkara høvuðsmálum .
Løn og setanartreytir sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið, Starvsfelagið og
Norðurlendska Ráðharraráðnum. Setanartíðin er tíðaravmarkað til fýra ár, við møguleika
fyri longdari starvstíð. Serlig viðbót er til persónar, sum verða settir úr øðrum londum enn
Føroyum. Vit stremba eftir jøvnum kynsbýti.
Umsóknarfreistin er úti 19. november 2021. Umsókn og lívrensl skal sendast talgilt
umvegis https://www.norden.org/da/node/54715.
Vit ynskja, at tann sum verður sett/ur, tekur við starvinum skjótast gjørligt.
Í umsóknini skalt tú greiða frá viðkomandi royndum og førleikum, og grundgeva fyri, hví
tú søkir starv í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Umsóknin kann skrivast á føroyskum ella
einum norðurlendskum máli.
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú seta teg í samband við Gunn Hernes, stjóra,
á gunn@nlh.fo ella ringja til móttøkuna á tlf. 35 13 51.
Norðurlandahúsið í Føroyum søkir eftir tekniskum framleiðara
Norðurlandahúsið í Føroyum (NLH)
Norðurlandahúsið í Føroyum (1983) er ein mentanarstovnur í Tórshavn. Tað verður rikið sum eitt norðurlendskt lista- og mentanarhús við fjølbroyttum virksemi. Norðurlandahúsið er
eitt av teimum mest týdningarmiklu amboðunum hjá Norðurlendska Ráðharrastovninum til at fremja politisku raðfestingarnar av mentanarliga norðurlendska samstarvinum.
Norðurlandahúsið er ein Green Key-góðkend fyritøka, og sum ráðstevnustað viðurkent við fimm stjørnum frá Horesta.
Síðumúla 5 • 108 Reykjavík • 511 1225 • intellecta.is
RÁÐNINGAR
RÁÐGJÖF
RANNSÓKNIR