Føringatíðindi - 01.10.1892, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI.
Nr. ioí
OKTOBER 1892-
3, Ár.
C. L. Johannessen, eín aV Foringafelags
nevndarmonnum og nevnđarmaður í Havnar
avhaldsfelagi, sum heVur verið lærari við
kommunuskúlan í Havn, fór víð seinasta
postskipi niður til at vera lærari eina staðins
á Lollandi. Gilđir vóru hildin fyri honum
bæði í avhaldsfelagnum og í Foringafelagi.
Fleiri vísur vóru yrktar og sungnar bæði
í gaman og álvara. Ein av teimunl var j
henđan:
Allar sotastí vinir upp at lurta:
Ein drongur fer nú frá okkum burtur,
Tað er íkki eiti av dreingi,
tí fara vit at sakna hann leingi.
Tó at hjartað mann ivaleyst blóða,
hann fer burtur at lata seg góða,
har sum bankabygg og erturin veksur
millum sviskur og sirop og keksur.
I mong ár hann hevur her sitið
og lívgað hjá HaVnarbórnum vitið,
Nú er hann hálvdeyður í raki
við 30 árum á baki.
Við bórn er hann frálíka góður
og ongantíð óndur ella óður;
hann kann teirra ólótir temja
fyri uttan teirra kroppskin at lemja,
So nærlagdur hevur hann Veríð,
sum tjalđir, ið titar á skeri.
Hann strevar út á nátt sum á đegi
og loyvir ei viti ella megi.
Allar kunstir hann roynur at uppæla;
hann kann fáast komediu at spæla;
hann er bæði sjógvur og nykur
og sum »Orvur« er hann býttur óg kvikur.
Allan fimleika manrt honum dáma;
tí í volgaravík hann mundi bláma;
hann so ofta í brimsøltu bylgju
av skúlapiltum hevði gott fylgi,
Ja, har leikaði í stóra hoydalshyli,
sum hjá ryssu mann spæla sær fylið,
teir kunrta bæði svymja og kava,
ja frammundir sum kópur og æða.
Alskyns handaverk vildi hann fremja;
men hann má seg yVir logtingið gremja;
rtaka »slojđsnakk« teir Vildu ei hoyra,
teir potaðu ikki burt úr oyra.
Hesum dreingi so væl vit óll unna,
gera honum tað góða. vit kunna;
og tað sigst jú, at »teir stóru og klóku-
altíð blídliga ímóti honum tóku.
Hví vil hanrt tá frá okkum fara
til á Flatlonđurrt óvitar at læra?
Er hjartalagsgóðskan nú svekkað
av Havnar kommunuvatn at drekka.
Mann hann vínir og móðurland æra?
Ja, tað tora Vit Óll Vist at svara:
jú, vit vita, í hansara hjarta
logar móðurlandsástin tann bjarta,
Vit muga mest fyri tí stúra,
at á Flatlondum moygjanar lúra,
seta hansara hjarta í loga
og burtur frá okkum liann toga.
Men er kærleíki hansara rættur,
tá mann hann so vist koma aftur,
Um hann so verður seinur ella bráður,
tá gleðir hann okkum sum áður.
Turrur seidur er frálikt neytafóður, helst
tá ið hoygjið er vánaligt. Fyri tað mesta
er seiðurin bíligari fóður enn meis ella olju-
kakur. í góðum seiðaárum átti fólk at
lagt meiri dent uppá at geva neytinum
turrart seið. Tað er lítið fyri at venja
neytini til at eta seiðin, tá ið hann er væl
bukaður. Rastturrur seiður gagnast teimum
ikki væl. Utbloyttur og kókaður seiður er
gott mjólkfóður, men hevur sama fejl, sum
alt annað slambur, at ríva garnanar út og
gera neytini minni treyst. Sum vituligt er,