Føringatíðindi - 01.04.1893, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 01.04.1893, Blaðsíða 2
Hegani, sum flestur hava nógf mikið j við at bjarga sær og sínum, er ikki stórur styrkur væntandi til at hjálpa ólukkudýrum i fremmandum londum; tó kundi tað verið onkur, sum hevði so mikið til avlops, at hann kundi víst sítt góða hjartalag fyri fólki, sum livur undir somu korum, sum vit, og tað var ikki av leiðini, umForingar nú vildu hugsa um at styðja frænđar okkara, sum eru staddir í sorg og neyð. Gávur til einkjunar kunna sendast til B. A. Samuelsen í Havn, Tann broytingin, sum framsettist í >Føringatíðindi« í december, er síðani bott og framsett á felagsstevnu fastulavns sunnu- dag. Viðtikið bleiv fyri fyrst at verða við Hammershaimbs stavingarlag. Nógvir felags- menn eru imóti hesu avgerð og nevndin ætlar at lata hetta koma til avgerðar aftur á Olavsoku. Fyri at fólk skal kunna gera seg kunnugt við tað nýggja skrivingarlagið, verðursogu'r og annað prentað í »Foringa- tíðindi« við hesum skrivingarlagnum, sum hendan sðgan um »Skrðggarin«. Bóndin og húskallurin, Óreint í tað, hugsar bónđin við sær sjálvum og kláðar sær í vanga, so illa tað gongst mær og ollum mínum líkum at halda húskallar longur: eingin vil tæna, allir vilja j ráða sær sjálvum; men handa norðmannin, eg festi mær á sinni, má eg tó royna ikki at verða av við, skamm í hattar, hattar er so fitt, og so er tað eitt sovorið góðdýr, ger alt, hvat tað verður biðið. Skeggi, so æt hesin húskallurín, vásað- ist frá morgun til myrkurs. Manga týggjan hevði hann so ringa bæði á sjógvi og landi, at fáur visti um strævnari lív at sig'a. Burtur í haga mátti hann hvonn kavadag at slóða seyðin út úr brattlendi og undan skalvunum í homrinum, Tað stóð um lívið við hvort at koma framm, men tó fekk hann ofta illar nasar frá bóndanum, at hann ikki roktaði seyðin betur. Neytadrongur skuldi hann eisini vera, men bónđans fjós vóru so út av lagi ring — lág og mjá, ikki gluggi á —, at tað skuldi meiri enn menniskjalig evnir til í slíkum húsum at halda rokjuskap k kúnum, og tó fekk hann »glósur« frá bónđanum at neytaskrotl- anir um várið sóu út, sum snerktar nævur- skrukkur. Til útiróðrar fór Skeggi livónp- dag so frætt veður var, ja ofta vóru ólík- t indir at fara. tá hann legði frá landi, tað ) var ikki sjáldan, tað stóð um, antin hann skuldi bera boðini heim ella ikki. Til bjargar mátti hann fara, annars varð hann j happaður fyri at bergini lóu ósókt, og miklar inntókur av bóndans búg\Ti harav lótist ónýttar. Kringur var hann um uppsa- stráðini og inn fyri skortar, tað sigst ikki annað, og manga dýrtkeypta veiði beindi hann til húsar, men tó lat bónđin hann hoyra, at hann fekk ólítið av sínum bjðrgum og parturin, ið klerkur skuldi hava, ofta varð svikin. Bóndin hevði haft sær aðrar húskallar, eín nevndu teir Floka. Hann var nógv, nógv meiri harðvunnin og frísinnaður, enn Skeggi, so hann hevði mest sum sagt seg úr tænastuni. Bóndin hevði gáað eftir, at í seinri tíðini var ymist skotið upp í hjarta á Skeggja, sum minti hann um atburðin á Floka i forðum tíðum, og visti hann ikki væl, hvussu hann skuldi fáa kðvt hesar nýggju neistar aftur. Skeggi var sum sagt innlógumaður. Um langar tíðír hevði hann veitt bóndanum so mangan gloypubita av hasum og hinum, at væl hevði fylt uppí pepingakistilin: tó hevði lónin, helst í gamla dagar, verið lítil, nóg illa kostin og kanska ikki so frætt. Kornið var ringt, ofta fekst einki, ikki at tala um, at tað var hvónndagsligt at tubbaks- neyð gekk á. Nú var lónin farin at verða eitt syndur betur, men hettar gamla góð- lyndi í Skeggja var farið at víkja eitt syndur fyrí frísinni, sum kyknaði upp í honum av slíkum, sum hann hoyrdi aðrar gamla húskarlar hjá sama bónda tosa, sum nú vóru sínir egnu, ella næstan sínir egnu rnenn. Bóndin sigist tí hálva vegna at vera komin í vanda. Húskarlin vil hann ikki missa, sum hettar er so at siga tann einasti, hann hevur eftir, ið líkíst fólki. Vil hann ikki eftirlika honum og lata hann hava vilja sín. veit hann. at Skeggi fer at illskast, og tá fær hann hann minni til at gera; og ger hann sum Skeggí biður, so míssur hann kanska meiri og meiri húsbónda- veldið yvir honum, og tað gongur hansara æru væl nær. Har yerður tí ikki gott at gera við hjá bóndanum, men tað er vist, at Skeggi kemur ikki at gevast við at krevja, alt meir og meir. Tað einasta, eg ikki veit, er, hvussu gyldiga. Skeggi er festur og fyri hvussu langa tíð hanp hevur fest seg, F. s. Eg hoyrí at teir, bóndin og húskallurin, skulu hava nókur viðurskiftur at greiða millum sín, so tað frættist kanska skjótt frá teipmm aftpr, K-ið.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.