Føringatíðindi - 01.08.1893, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 01.08.1893, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI E Nr. 8. AVGUST 1893. 4. Ár. TÍL HEIÐURSVEITSLU próst V. U. HAMMERSHAIMBS Lag: Daiinerkongen lader den Havfru gribe. Fðrjar og Forjamál tað var títt mið, hartil legði tú tína megi: at verja við orðum og byrgja við frið í sorg og í sút sum í gleði. R. D. p. P. Lag: Brúðarvísan. í Forjum uppvaks ein dýrabar urt aV treystari grund upprunnin; bon mundi av loki týnast burt’ ei bót fyri vanda var funnin; har sást ikki til nakran urtagarðsmann og lokið almikið veldi vann. Var tað ikki út av lagi? Lag: Josveins ríma. Her komu tíðindir sunnan í vár, at vinur skuldi koma til Forjar í ár, ein vinur, sum ikki vit gloyma, tí hann hevur fjálgað um Forjamáls rót og givið tí bæði búnað og bót og lært okkum málið at goyma. Lag: ttar komu tveir biðlar. Nú Vensil bin rođni hjá okkum er — hjartað mann tað kenna — dúgvan oljublaðið ber: Forjafólk! gev nú ljóð í friði — stríður streymar renna — far so varliga, hoyr tað, Forjafólk! Lag: Her eru tíðindir komin av sOttnum. Tú gamli, vit vilja tíni leiðbeining fylgja, tá ei skilja bjórg og bylgja. Lær okkum at semjast, halda trúliga saman, tá livst leingi við gaman. Arvin tann dvra frá fornari tíð og hjartamálið tað kæra tú grovst upp úr dunga við mikið stríð og setti tað aftur til æru. Ljósið tað bjarta, sum næstan var slókt, tað birti tú upp til at loga, so nú mann tað skina við góðari rokt og vísa, hvat evnini duga. Sáið, tú sáddi í Fóringins barm, nú nælur við gotur og garðar, og ei mann tað fólna við orðalarm, tí spírurnar tær eru harðar. Títt navn stendur prentað so væl inn í bók, enn betri í Fðrjafólks minni; um vegurin gekk gjógnum eldgrúgvukrók, vit fylgja við hjarta og sinni. Mín góði Rasmus! Her í bygdini er nógv talað um ein fúlan artikkul, sum er komin í »Dimma- lætting« fyri kortum. Tað sigst, at ein, sum eitur Andersen, hevur skrivað hann. Tey halda tað, sum stendur um »skrivarins kamar«, vil siga, at skrivarin sjálvur hevur sett saman; men hetta fær eingin meg til at trúgva. Eg haldi heldur, at tað mann vera ein tann yngsti skrivarakarlurin í Havn; fólkaskikk veit hann lítið um, ella hevði hann ikki hánað ein 74-ára gamlan mann fyri tað, at hann hevur grá hár. Eg havi alla mína tíð hoyrt, at grá hár eru aldir- dómsprýði, og tað eru óll rættulig fólk á einum máli um, at Havnarsýslumaður ber sínu grá hár við æru. Tað veit eg, at vil hasin skrivarin vinna so gott umdómi hjá Fóringum, sum sýslumaðurin hevur haft, so má hann royna at fáa sær ein fólka- ligari atburð, enn hann her hevur víst. Tað kann væl vera, at hesin skrivarin ella skrivarakarlurin er ungur og gáloysin, so at hann letur skarnsfólk bera sær lygnars-

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.