Føringatíðindi - 01.09.1893, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 01.09.1893, Blaðsíða 3
eg; vera ov stóra æru fyri so gamlan mann sum eg eri; tí vil eg fegin leggja hesar eftirfylgjandi reglur ímóti vegtskálini, sum eg haldi vera niðurtyngda mær til skaða. Andersen heldur í sínum seinasta svari tast við, at teir 149 veljarnar, sum vóru fyri Schrøter í Streymoy 1884 eru full- gott vitni fyri, at eg hevði arbeitt fyri at fáa hann valdan. Yæl mátti A, kunna sagt sær sjálvum, attaðerunóg mangir veljarar i Streymoy, sum ikki hava fyri neyðini at spyrja meg, hvonn teir eiga at velja, og prýðuligari var tað fyri hann, um hann tók sær minní av, hvat klaffaris eiturtungur bera honum. Vitnisburðurin frá 5 monnum í »Dim.«, sum er komín fram undir heitum valgstríði og sum ikki hevur aðra grund enn leys ryktir, sakar meg ikki. Eg sigi enn sum fyrr; »vísið mær ein av teimum veljarunum, sum eg hayi biðið velja S.« — Ein av teimum 5, sum eg spurdi nú fyri kortum, sigur, at hann visti einki, uttan hvat hann hevði hoyrt sum tíðindir. Ein maður, sum ryktið nevnir sum vitni av fyrstu hond, sigur, at tey tíðindir eru ikki komin fra honum og hava heldur onga sannheit í sær, Tórshavn í avgusti 1893. H. C. Miiller, Tíðindir úr Forjum. Yeðurlagið hevur verið lýtt og terrin yvir hovur i betra lagi, sum vant er at vera. Fleiri staðnis mitt um landið er alt hoyggjað hjá teimum, sum fóru tíðliga at sláa. — Neyt og seyður trívast av tí besta, ■— Fiskiskapur hevur verið lítið soktur. Summir bátar hava veitt væl av longu. Dyrging hevur givið lítið av seiði, sum tó hevur verið nógvur at siggja. Við nóta- kasting er vunnið sum í meðal lagí. — Grind kom 10. avgusti í Miðvágí, i77hvalir, sum mettust til 60 gl. og gávu 4 sk, til heilan bátspart. 18. avg. đoyði 91 hvalir á Streymnesoyrini, og 26. komu á Miðvági til skifti 580 hvalir, sum mettust til 171 gl. og gávu 111/2 sk. til bátin. Fleiri aðrar grindir eru sæddar bæði fyri sunnan og fyri norðan, nú seinast ein á Rituvík tís- dagin í vikuni, ið var, — Doglingar vóru seínast ið frættist komnir 8 í Suðroy: 20. avg, 4 í Hvalvik mettir til 6 gl. 10 sk,; 28. avg. 2 í Hvalvík mettir til 2 gl. og 31, avg. 2 í Hvartba mettír til 2 gl. 7 '/2 sk, —- Rikið á land fyri Húsareiði vestan til á Kalsoy er norska barkskipið »Jens Nielsen«, sk. Gunnufsen, úr Grimstað, komanđi frá Archangel á ferð til Dublin við viðalast, Vrakið, sum við tað fyrsta verður selt við uppboð, er bjargað inn til E'uglaíirðar. — Fiskiskipini »Streymoy* og »Lalla Rookh« eru afturkomin úríslandi og hava har vunnið 378 og 300 skp. — 1. september vóru 50 ár siðan Havnarsýlumaður tók við embæti sínum. Tann dagin var í klubhhúsinum í Havn hildin heiðursveitsla fyri honum. Væl meir enn tvey hunđra vinfólk úr bý og bygd vóru har komin saman. Borðreitt var fyri ollum í senn. Talur vóru hilđnar og vísur sungnar við gleði og gleimi og síðani varð dansað væl út um dimmalætting. 40 Hon sejji henni, at Jænus var blivin so herviligur ettir brenni- víni, at fjendin ikki lcundi flætta vi hann, og hon trúi so vist, at um hann ikki fekk Gurina, blaiv hann aitt svín adla sína lívstí. Marianna ba hana bara vera róliga, tí hon skuldi væl hag- raia hesa tvóguna. Marianna hevji altí veri aitt Ijótt konufólk. Ví ainarí kloss- utari tuflu á órun fótinun og ainun útslitnun svartaskógvi á hinun — í sfnun kloddabúna og av tí, at hennara andlit nú á gamalsaaldrinun hevji fingi nógvar rukkur av versins strev og slit, bey hon ódlun ímóti, sum sógu hana. At Gurin var 37 nai, ta skuldi vera lign her- ettir. Tann vegin fóru Jænusar tankar hendan morgunin, at hann ætjaji at forgera sær sjál- vun, og til síst boraji hann andlíti niur í koddan og skar í sjóhaitan grát. Til slatur var tann bigdín verri enn nakar ravnakrókur, og at Jænus í langa tí hevji veri óur ettir Gurini, hevji gíngi sum rótasúpan í adlari sóknini, so Malan lejji ikki í at fara inn í kamarí til hansara at vita, kvat honum baddi, tí hon grunaji nú, kvar i ta var, i skógvurin klaimdi. Hetta var aitt óraint lag! 7

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.