Føringatíðindi - 16.06.1898, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 16.06.1898, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. 12. 16. JUNI 1898. g. Ár. Latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið! Føringar, sum fara til framsíningina, kunnu fáa innivist í Bergen firi i kr. uppá mannin í samdøgnið. »Indkvarterings- bureauet« átti helst seinast 8 dagar framman undan at fingið boð um, kvussu nógvir íð taka við hesum tilboðinum. Avhaldssakin. »Dúgvan« og »Fuglaframi« hava orð saman, nú um stund, um teir nógvu pen- ingar, sum í Førjum verða útgivnir firi rús- drekka um árið. Eg vil ikki leggja orð uppí tað orðstríð, sum er ímiđlum tey nevndu bløðini, men eg má tó geva »Dúgvan« rætt í. at tað er beint og neyðugt at halda fram firi fólkið, kvat ólukku og peningaspedl, đrekkaríið voldur Førjum og Førjafólki, tí gongur rúsdrekkaríið soleiðis fram herettir, sum tað hevur gjørt hegartil, so eri eg bangin firi, at tað verður okkara fosturlanđi at bana. At eg komi til »Før- ingatíðindi« og ikki til »Dúgvan« við nøkrum reglum um hetta málið. kemur av at eg havi ørindi til Føringafelag. Føringafelags endamál er midlum annað at fáa Føringar til at ganga fram í ødlum lutum, so teir mugu verða sjálvbjargnir. Firi at tað kann koma nakað út av kjá Føringum í henđan mátan, ræður tað first og fremst um, at vit eru sparingasamir, umhugsnir, driftigir, heilsugóðir og fosturlandskærir. Hesar dygđur hevur ein ikki, sum ger ov nógv av ti váta slaginum. Tí meini eg, at Før- ingafelag first og fremst má taka sær av avhaldssakini. Tað er gott, at menn tosa um avhaldsarbeiðið sum eitt gott verk, íð eingin eigur at leggja bein firi, men tað er ikki nokk. Avhaldsarbeiðið má takast upp av kvørjum fosturlandsvini, mann og kvinnu, tað má berast fram sum ein tann størsta og viktugasta sakin firi samfundið, annars kemur hon ikki til sín rætt og annars kemur arbeiðið ikki at gera so nógv gagn, sum nítist. Avhaldssakin eigur at vera á odda eisini kjá Føringafelag, tí so leingi okkara lítla fosturland gevur 100,000 tals krónur um árið út firi rúsdrekka og litið verður gjørt firi at fora slíkum, er tað orðskvaldur, at tosa um sjálvbjargni kjá Føringum. Gongur drekkaríið fram, ganga Føringar ivir høvur attur, og tað í vanlukku máta. Her kann ikki bara tosast um teir peningar, sum verða útgivnir firi rúsdrekka. Ødl eiga at vita, kvat ilt í adlar mátar landið líður av hesum vanlukkuskapi, sum setur fót firi okkara fólk, firi okkara evna- góðu ungu menn í imsum lívsstillingum. Tað er her, tann størsta vanlukkan við rúsdrekkaríinum liggur. Enn ikki avhalds- menn hava fingið eyguni heilt upp firi, kvussu stóran tídning avhaldssakin hevur; tað sæst ofta við valg og annað, kvar minni verður ansað ettir, um maðurin er avhalds- sakini góður, enn ettir ørðum. Slíkt rná ikki finnast. um sakin skal njóta frama. í kommunustíri, á løgtingi og í ríksdegi, adla staðnis mugu vit ansa ettir, at vit hava menn, sum vilja fremja avhald midlum Føringar við ødlum lógligum ráðum og uppá adlar mátar, og eitt enn, í okkara barna- og ungdómsskúlum má sakin berast fram sum ein sak, íð hevur stuðul í Guds orði og sum ein vælferðssak firi tann ein- staka mannin í hansara jarðalívi og firi landið ivirhøvur. Um slíkt verður gjørt og annað attrat, sum gerast kann, so er tað næstan vist, at peningurin, sum útgivin verður firi rúsdrekka, fer at minka, og so kunnu vit Føringar hava betri vónur um at verða sjálvbjargnir í sannari meining. A. í »Dimm.« nr. 23 hevur tað høga stíri firi Førja sparukassa sett eina lísing við- víkjandi einum spurningi 1 seinasta »Føringa- tíðindi* frá einum »bigdarmanni«. Kvarav teir høgu harrar ætla, at lísingin í »Dimm.« kann koma »bigđarmanni« firi eyga, er óklárt firi okkum, og vit leggja heldur einki í tað. Eitt mugu vit finnast at, tað er, at teir høgu harrar hava verið so ófólka- ligir, at seta nakað í »Dimm.« kvarav les- arirnir mugu ætla, at nakað ringt hevur staðið í »Føringat.« um sparukassan. Vit skjóta okkum inn undir lesarirnars dóm, at einki iđlavorðið hevur staðið í okkara blaði um sparukassan edla sparukassastírið. Ettir sum teir høgu barrar eru so smá- sárir, skal umnevnast, at tað ikki hevur verið sjálđsamt at síggja skúlapiltar og óvitadreingir ferðast attur og fram við sparu-

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.