Føringatíðindi - 16.03.1899, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 16.03.1899, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. 6. 16. MARS 1899. io. Ár. Grindaveiða. Grindadráp og' grindaveiða hevur verið sannur lystur hjáFøringum og góður stuðul í føroyskum húshaldi. Grind hevur verið veid í Førjum I mong hundrað ár. Sýslu- maður Múller sigur í sínu »Grindabók«, at frá 1584 hevur hann funnið fyrsta grinda- roknskap, men óivað hevur grind verið veid fyrr enn sum so í Førjum. Oftani hevur grindareglementið verið broytt, so- leiðis sum tíðin hevur noytt menn til tað fyri at grindaveiðan kann hava verið til almanna gagn. Tað grindareglementið, sum vit nú hava, er frá 1872, og tað er av teimum flestu hildið at vera gott fyri ta tíð, sum tað var givið, grindaskifti við- víkjandi. í teimum seinastu árinum eru viðurskiftini yvir høvur so nógv umbroytt í Førjum í nógvar mátar, at tað er merki- ligt, um slíkt ikki skuldi havt skinkla grundina, sum grindareglementið er sett á. Menn meina eisini, at her má broyting gerast. Eitt tað mesta, sum fólk nú í tíðini finnast at viðvíkjandi grindareglunum, er tann landspartur, sum skal leggjast av til jarðagóðsið. Tað eru tveir partar av Førja- fólki, sum finnast at hesum. Ein partur meinar, at grindamenninir áttu at fingið landspartin og jarðagóðsið eigur einki at fáa. Annar parturin meinar, at landspartur eigur at ganga frá sum nú, men bítast uppá ein annan máta. Helst træðarmenn, sum eiga part við strondina, harsumgrind verður dripin, ella sum leiga tað frá sta- tinum, halda, at Hagaeigarnir ikki eiga at fáa lanđpart fyri tí um teir eiga haga omanfyri ella urh vegir har, sum grind đoyr. Teir fata jarðahvalin sum eina sam- sýning fyri tann skaða, ið verður jørðini voldur av grindaveiðuni. Soleiðis fata má ein eisini geva teimum rætt. Royndir hava vist, at træðarstykkir ella epla- og korn- veltur hjá træðarmonnum hava verið óføra nógv spiltar av grindaveiðuni, meðan teir ikki hava smurt knívin av jarðahvalinum, sum eigarnir av jarðagóðsinum sjálvsagt hava býtt sína millum, um so teirra innan- garðsjørð ikki hevur fingið allar minsta skaða. Tað má vera harmuligt fyri ein træðarmann, sum hevur eina vakra epla- veltu ella kornveltu á síni trøð við sjóvar- málan, eftir eitt samdøgur at finna hana oyðilagda fyri uttan at fáa ein eitil aftur- fyri og í somu stund vita, at menn liggja og býta jarðahval og fáa stórar partar fyri einki; ikki at tala um, at menn fáa fleiri krónur fyri eitt brotið hvalvokn ella enn fleiri krónur fyri ein løstaðan bát. Um okkara grindareglement eina ferð verður broytt, er tað væntandi, at hetta verður umbøtt.. — Hin parturin av Grinđamonn- unum, helst teir, sum onga vón hava um at vinna jarðahval nakrastaðnis, meina, at jarðahvalurin eigur at falla burtur; teir meina, at rakstramenninir fáa nógv ov lítið av fonginum, tl at ov nógv gongur av; sum nú er skipað er tað ikki hildið at loysa seg at rógva í grind fyri fongin skuld. Her kann tað sigast, at tað lítlan mun vildi gjørt, um jarðahvalurin fall burtur, tí í flest øllum hvalvágum er nógv kongsgóðs, og í slíkum plássum fáa grindamenninir tað mesta av jarðahvalinum, tað sokallaða kongskeyp, fyri lítið og lætt. Einans I Havn fær kommunan reynan fjórðing av grindaveiðini, tá íð tíggjund og annað tílíkt fyrst er avgingið. Um okkara løgting skuldi farið og granskað grindareglementið og roynt at broytt tað, so hevði tað neyvan dámt øllum væl, tí tann parturin, sum nýtur gott av jarðahvali og øðrum, íð av gongur, vildi ikki verið fegin uppi yvir slíkum. Tað er mangur ein, sum heldur tað verða løgi, át grindatíggjund ikki skal kunna »drekkast av« so væl sum fiskatiggjund, og so leingi sum so nógv verður drukkið, sum nú, haldi eg tað við. Fiskatíggjund er, sum kunnugt, longu burturløgd, og betri var, um teir góðu tingmenn tá høvdu tikið grindatíggjund við. At fattigkassin og skúlaskapurin fær part av grindini, kann vera sum tað er. Eitt meini eg tó, og tað er, at so leingi sum Føringar sjálvir ikki hava minsta ræðiyvir skúlaskapinum í Førjum, er tað ódámligt at lata nakað hartil hjá Føringum, børn ikki undantikin. Nú er tó eftir mínum tykki so góð líkindir til at alt ferð at ganga betri í Førjum, at eg havi mist mín mesta illvilja móti stanđinum. Hægsta skúlastýri er nú samansett av Føringum, og Føringar yvir høvur begynna at koma seg. So skjótt sum okkara fólk er meiri upplýst, vil tað við gleði lata fyri, at tað, sum treingir til bót, kann fáa bót. Utlendingar, íð veiða stórhvalar við Førjar, sleppa nógv bíligari enn Føringar

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.