Føringatíðindi - 03.08.1899, Page 1

Føringatíðindi - 03.08.1899, Page 1
FØRINGATlÐINDI. Nr. x 3. AUGUST 1899. io. Ar. Latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið! hana, og studning eisini til einstakar menn, sum starva fyri almenna gagni. SVSeginfelag. Sum tað man vera kunnugt, sendi Føringafelag í Keypmannahavn ívár boð og spurning til ymis feløg í Førjum, um tey ikki hildu tað loysa seg at royna at fáa í lag eitt samarbeiði. Sunnudagin 30. juli samlaðust uppi í tí nýggja almúu- skúlanum útsendingar frá 7 føroyskum feløgum; har varð tosað leingi aftur og fram, og sýntust allir at taka væl upp tankan um samarbeiði, tó at fleiri tóktust at hava lítlar vónir um at nakað fekst í lag. Endin bleiv, at 1 maður úr hvørjum av hesum 7 feløgum gingu saman í eitt útvalg við prestinum Fr. Petersen sum formann. Hetta útvalgið hevði mánadagin 31. juli tvey møtir, og lukkaðist tað á teimum at koma á samt um eitt uppskot til lóg, og ljóðar tað soleiðis: Uppskot til lóg fyri samband millum undir skrivað føroysk feløg. Navn og endamál. § '• Sambandsins navn er Meginfelagið. § 2- Sambandsins enđamál er eftir førumuni at royna at fremja framgongu í Førjum, bæði kropsliga og andliga. Til dømis vilja vit nevna: a) Utgávu av føroyskum bókum, b) útgávu ella útspreiðing av skriftum á føroyskum ella øðrum tungumáli til gagnliga upplýsing fyri Før- ingar ella fyri aðrar um føroysk viðurskifti, c) løn til lærarir og aðrar, íð vilja læra børn og vaksin fólk í einihvørjari bygd at lesa (og skriva) føroysk, d) løn til og útsending av monnum, íð vilja halda upplýsandi og gagniligar røður fyri fólki í Førjum, e) yvirhøvur veita tí felagi í sambandinum hjálp, íð biðir um Høvuðskassi, høvuðsnevnd og høvuðsfundar. § 3- Hvørt felag í sambandinum skal árliga lata til høvuðskassan 5 kr. fyri hvønn út- senđing (§ 13), íð tað hevur rætt til at senda á høvuðsfund. Árið roknast frá Jóansøku til Jóansøku, og ársgjaldið eigir at sendast høvuðsnevndini áðrenn árið er úti — fyrstu ferð innan Jóansøku xgoo. § 4- Høvuðskassin skal stýrast av høvuðs- nevndini (§ 6). § 5- A tí árliga høvuðsfundinum um Olav- søkuna (§ 8) skal høvuðskassans roknskapnr leggjast fram. . §. 6' I høvuðsnevndini eru 5 limir (og 5 til- taksmenn). Hon verður, vald av útsend- ingunum á tí árliga Ólavsøkufundinum (§ 14)., og hon tekur við sum nevnd dagin eftir Ólavsøkufundin. . § 7- Høvuðsnevndin avger eftir egnum tykki, nær og hvussu stóran studning Meginfelagið skal veita. Tó má hon aldri leggja skuld á felagið. . § 8- A hvørjari Olavsøku verður høvuðs- fundur hildin í Havnini. Umframt hesar føstu høvuðsfundar kunna leysir høvuðs- fundar halđast (tó ikki meir enn ein í hvørjum roknskapsári), um høvuðsnevndin heldur tað vera neyðugt. Høvuðsnevndin syrgir fyri tíð og stað. Tað, íð skal havast á lofti á høvuðsfundum (føstum og leysum), skal høvuðsnevndin kunngera nevndunum í undirfeløgunum minst 2 mánaðar framman- undan. .§ 9- Høvuðsfundarnir haldast fyri opnum durum. Rætt til at røða og stemma á teimum hava tó einans limirnir í høvuðs- nevndini og útsendingarnir (hygg § 14, seinnapartin). § 10. Tað, íð fyri verður haft á høvuðsfundum, skal høvuðsnevnđin kunngera i føroyskum bløðum.

x

Føringatíðindi

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.