Føringatíðindi - 03.08.1899, Side 2
Undirfeløg og útsendingar.
§ ”v
Høvuðsfundurin á Olavsøku avger, um
eitt felag, íð slíkt ynskir, kann takast upp
í sambandið. Ur sambandinum kann høvuðs-
fundurin reka eitt felag, tá íð tveir triðjungar
stemma fyri.
§ I2-
Tá íð eitt felag i tvey ár ikki hevur
latið fult til høvuðskassan tað, íð tað eigir
at lata, skal høvuðsnevndin reka tað úr
sambandinum.
§ >3-
Hvørt undirfelag velur útsendingar,
sum veljast soleiðis: Einki felag kann velja
útsending fyrr enn tað hevur io limir; men
hevur eitt felag io limir, skal tað velja i
útsending, hevur tað 25 limir, skal tað velja
2 útsendingar, hevur tað 45, skal tað velja
3, hevur tað 70, skal tað velja 4, og síðani
1 aftrat fyri hvørjar 30 limir.
§ J4-
Utsendingarnir skulu møta í Havnini
á hvørjum Olavsøkufundi fyri at velja
høvuðsnevnd; einans útsendingarnir hava
rætt til at stemma í hesum spursmáli
(jvfr. § 9).
§ 15-
Unđirfeløgini stýra sær sjálvum, hvar
ikki henda skipan annað ásetir.
Henda skipan kann broytast á høvuðs-
fundi, tá íð 2/3 av útsendingunum stemma
fyri tí; á fyrstkomandi høvuðsfundi kann
broyting gerast, tó at hon ikki er kunn-
gjørd frammanunđan (§ 8).
Dione Isaksen,
fyri Havnar avhaldsfelag.
A. C. Evensen,
fyri Feringafelag í Keypmannahavn.
R. C. Effersø,
fyri Feringafelag í Farjum.
Símun Skarð (fyri Jóanes Patursson),
fyri Sólarmagn.
S. E'. Hansen, Joen Poulsen,
fyri Norðoyafelag. fyri Bókafelagið.
J. H. Pállson,
fyri Fróðarfund.
Hetta uppskotið, sum tað lukkaðist at
koma á samt um, skal nú leggjast fram
fyri tey einkultu feløgini til avgerðar á
aðalfundum (tó ikki Føringafelag í Keyp-
mannahavn, sum hevur givið 6 av sínum
limum uppi íFørjum fullmakt til at avgera
hesa sak). Men tó at tað tí ikki enn er
avgjørt, at øll hesu 7 feløg vilja ella kunna
ganga inn í hetta sambandið, so hava tó
teir sjey útvalgsmenninir av teirra tali valt
eftirfylgjanđi 5 menn í eina bráðfengis-
høvuðsnevnd (til fvrstkomandi Ólavsøku):
Rasmus Effersø, Simon F. Hansen,
Dione Isaksen, Jóanes Patursson
og Joen Poulsen.
Fæst hetta sambandið í lag, so er iva-
leyst eitt gott verk útint. Nú átti eisini
tann stundin at verið komin, at vit aftur
royna at sleppa upp úr tí vanlukku díki,
vit nú í fleiri ár hava sitið fastir í.
Maskintøting.
Fyri fleiri árum síðan hevur verið talað
um at fáa maskintøting í lag heríFørjum.
íser hevur ein av okkara mest dugandi
borgarum í Havnini haft eyga fyri teimum
ringu og javnt versnanđu vónum fyri tí
heimavirkaðu ullvaruni — serskilt skips-
troyggjunum, at hann hevur hugsað um at
fáa maskintøting í lag. Hetta verkið tykist
tó ikki at vera einsmannsføri, tí er ikki at
undrast yvir, at tað ikki enn er útinnt av
hesum eina manni. í o. u. tvey ár hava
tveir av okkara stórbóndrum starvast fyri
hesum sama endamáli, sum tó hevur fingið
lítlan frama, inntil teir í ár hava fingið 10
múgvandi Føringar afturat sær til at senda
út innbjóðing til eitt partafelag, sum nú
hevur góðar vónir fyri sær.
H e 11 a n d.
Hetland er ein lítlan mun størri enn
Førjar, hevur heldur turrligari veðurlag og
heldur meir summarslýðku. Grundarlagið
í øllum landinum er fast berg, sum yvir
høvur er fjalt av heldur tjukkari lind av
eyri, sandi ella mógvi enn F'ørja kletturin.
Ikki er áskotið tó meir enn so, at Het-
lendarum, sum ferðast í øðrum londum,
rennir tíða til »gamla klettin« (the old rock).
Fjøllini i Fletlandi eru lægri og kollutari
enn íFørjum. Hægsta fjallið er H.tið hægri
enn Kirkjubøreyn. Grýtið í Hetlandi er
annað slag enníFørjum. Góð, djúp mold,
sum tú finnur i mongumFørja dølunum, er
sjaldsom at finna í Hetlandi. Har er mógvur
og lyngur yvir høvur ráðandi uttangarðs.
Viðaskógvur er eingin, so at lanđið hevði
verið frálíka óhugnaligt, hevði har ikki
verið so mangar smáar oyggjar og holmar
og so mangar víkir og fjarðir við býlingum
og innangarðsjørð til at bróta av tær ræðu-
ligu lyngheiðarnar bæði á meginlandinum
og á teimum størstu oyggjunum.