Føringatíðindi - 18.01.1900, Side 1
FØRINGATÍÐINDI
Nr. 2. 18. JANUAR 1900. 11. Ár.
fgSST ^ið hesum blaðnum fylgir til
blaðhaldara í Førjum ferðaætlan fyri guvu-
skipið »Smiril«.
Nýggj bók frá Førja bókafelag, prentað
í Keypmannahavn, kann væntast at koma
í »Lauru« 23. jan. Tað er eisini væntandi,
at annar partur &v dr. Jakobsens »Færøske
Folkesagn og Æventyr« kemur upp í sama
farti.
Nýggjárs vónir.
»Eg saðli mín hest í sólarljómi,
eg ríði við bestu vpnum
um blóming og fruktir, um sólskinsfrið
á landinum og á sjónum.«
—s.
Mangur ríður fram í nýggja árinum við
góðum vónum, og góðar vónir eiga vit at
hava, antin sólin á nýggjársdegi skínur
fagurliga, ella hon er huld í skaddu ella
kavaroki. Altíð hevur árið nóg mikið av
sólskinsstundum, um vit nýta tær rætt.
Mangar góðar vónir koma til skammar
meðan árið líður. Blómingsvónirnar eru,
men vit sáa so illa, at hjá okkum kann
ikki skapast góð frukt.
Sólin sær — og ofta varnast vit tað
ikki. Vit eru so innibyrgd í okkara sjálv-
góða starvi; vit hava so nógvar aðrar gudar,
at okkum ikki kemur til hugs, tá íð »hann
sjálvur« letur sól sina lýsa yvir illum og
góðum. Sólskinsstundirnar liða; — okkum
verða tær ikki til gagns. Dagur líður
undan degi, ár undan ári; fruktirnar verða
sum sáið.
Føringafelags ársgildi varð hildið y.jan.
Millum 30 og 40 fólk vóru samankomin.
Við borðið og seinri vóru talur hildnar av
R. Effersø fyri Føringafelag, Jóanes bónda
í Kirkjubø, amtmanninum’og E. Liitzen. Sv.
Patursson talaði fyri arbeiði millum Føringar
til frama hjá móðurmálinum og Førjum. M.
Á. Winther talaði fyri Føringafelag í
Kjøbinhavn. J. Dalsgaard um Æøringa-
tíðindi«. Síðani tosaðu ymsir aðrir fyri
Førjurh, háskúlanum og ørðum.
Dansað varð til kl. 3. Stuttligt tykti
øllum.
Hvat er at gera?
Á Føringafelags ársgildi kom uppá
mál, at felagi ikki nýttist meiri sum lands-
felag, síðani bygdafeløgini stungu høvdini
upp eitt fyri og annað eftir og síðani
Meginfelagið skuldi byrjast. Fg tori ikki
at siga nakað ímóti hesum, tí sum nú
stendur til, hellur viljin hjá fólki tann vegin.
Meginfelagið kemur at standa í staðin fyri
Føringafelag, og hetta má so antin doyggja
ella ganga yvir til at vera eitt felag fyri
Havnar bygd og teir Føringar, runt um
lanđið kannske, sum ynskja at vera við.
Havnar fólk má ti byrja við at hugsa
| - sær Føringafelag sum felag fyri Havnina,
og eg eri til sins at biða innvarsla til
aðalfund sum skjótast, fyri at vit kunnu
tosa um sakina í Føringafelag. Tað er
væntandi, at vit kunnu fáa loyst Føringa-
felag sundur á aðalfundi, og skulđu felags-
fólk ikki møtt nóg mannsterk, kunnu
Havnarfólk smiða sær eitt felag og sleppa
Føringafelag uppá fjall.
Tað sýnist ikki at kunna verða ørð-
vísuni enn at loysa Føringafelag upp, tí
sum fyrr sagt — fólkaviljin gongur tann
vegin nú, siga menn. Fólkaviljin ræður,
men ein annar spurningur er, um tann
nýggji orðningurin er so helđigur. Eg fyri
mín part vænti einki gott burtur úr teimum
nógvu smáfeløgum, um tey so eru inni í
Meginfelaginum og harvið kannske eina
ferð um árið. við einum av sínum limum
hoyra frá hvørjum øðrum. Eg kvíði fyri,
at er samanhaldið ringt frammanundan
millum teir, sum strevast fyri okkara tjóð-
skapi, og eru meiningarnar um eitt og
annað ymiskar, so verður tað verri. Smá-
feløgini koma eisini at vera fá áðrenn
langt um líður, tí nógvar bygdir í Førjum
eru soleiðis útgjørdar, at eitt felag, bygt
uppá nationala grund, neyvan kann trívast
leingi. Sakin manglar talsmenn víða hvar
enn, og teir, sum vilja vera við, detta frá,