Føringatíðindi - 20.09.1900, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 20.09.1900, Blaðsíða 2
Ferðebúgvin. Dagur í eystri er at siggja, sólin rísur vokur at sjá. Fuglar singja morgunsálmar, takkarsang fyri náttahvíld. Mansins synir reisast á føtur, brátt kemur lív í, hvar fyrr var kvirt. Hvør, sum er mentur, dagsverk sítt byrjar, summi við sangi, summi við tøgn. Síggja tit mannin, ungur á árum, vaksin sterkur, íð stendur og skimast. Stendur við dyrnar, hond á klinku, klæðsekk í hini, tungur um hjarta. Tvinni tíggju ár eru runnin, síðan hann fyrstu ferð ljósið sá. Sína ævi hevur hann livað í tí húsi, hann stendur hjá. Nú skal hann stýra út í rúmið, burtur frá heimið, frá faðir og móður. Hann hevur heilsað øllum heima, skilnarstundin er honum tung. Ut má hann fara eydnina royna, væl er hon lúnut, men stundum slær til. Burtur han leingist, men heimið hann dregur, heldur hann heftan eina stund. Hond hann tekur burtur av klinku, klæðsekk hann setur niður við fót. Eyguni renna, hjartað tað bankar, henđur hann leggur saman í bøn. Hvat hann biður, hvat hjartað følur, kennur hvør maður, kennur hvør kvinna, íð stóð sum hann. Faðir og móður fyri innan biðja tað sama, hann følur tað sjálvur. Víða um heimin mundi hann ferðast, happ og óhapp barst honum fyri. Aldrin tó gloymdi hann hina løtu, tað var hans viti til endamálið. K. L. M. Ein drongur mundi doyð nú ein dagin úti í Vágsbotni. Hann datt á sjógvin og lá har inntil hann sakk. Arbeiðsmaðurin Gerhardt Vilhelmsen sprakk út eftir honum og fekk hann uppá lanđ, hálvdeyðan, boð mátti eftir doktara. Nú sýnist hann at vera undansloppin. Eina ferð fyrr íár var ein đrongur um at drukna uppi í Hoydalshyli, hvar smá- dreingir vóru við at svymja. Ein 12 ára gamalur drongur leyp út í hylin, sum er djúpur, og kavaði eftir hinum, fekk hann upp frá botni og á land. Tað fyrikemur mær løgið, at hvørki hetta er komið í bløðini. Helst tað um drongin, ið redđaði vinmann sín við fára fyri sær sjávum. Slíkt er umtalu vert. B. A. C. »Tað er ov seint . . . .« »Áarvegurin« og vegurin hini meðni Havnará undir Liitzens garði er vandafuilur at ferðast í tnyrkri, meðan einki rekverk er. Tað man undra mangan, at ikki óhapp er skett á hesu leið oftari enn tað er. Fyri kortum mundi tó verið illa vorðið, og tað má so aftur brúkast til at mana Havnar kommunu til at taka sær av tí vakra áar- vegnum soleiðis, at hann, umframt at vera vakur, verður behagiligur. Tað er ikki gamansleikur at detta í Havnará, ti ein kann lætt beinbróta seg, og tað er altíð, í hvussu er, ódámligt og kann vera skaði- ligt at fáa karm og vera fyri øllum teimum óbehagiligheitum, sum fylgja av at ganga í vatnið. Eg haldi ti, at Havnar kommuna hevði frygda mangan ein av sinum inn- byggjarum, um tað bæði skjótt og brátt

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.