Fuglaframi - 13.06.1899, Blaðsíða 1

Fuglaframi - 13.06.1899, Blaðsíða 1
Lýsingar, fyri smæsti skrift: ínnlendskar: 10 oyr. reglan ella hennara pláss. Uttanfyri Føroyar: 12 oyr. reglan. Fuglaframi. „Fuglaframi“ kann bíleggiast á øllum posthusum í For- oyum, Danimarki, Grønlandi, Noregi og Svøríki. Nr. 5. Tísdagin 13. juni 1899. „Fuglaframiu kemur út 2. og 4. tírsdag um Blaðstýrari: „Fuglaframi“ kostar, goldin frammanundan, mánaðin. Skriftlig upnsøgn. SvERRE PaTURSSON. i kr. hálvárið, flutningspening undantikin. Teir haldarir, sum enn stanđa til skuld fyri blaðgjald, biðjast um at royna at gjalda hana við tað fyrsta. Nakrir haldarir í út- londum biðjast eisini at skunda sær. Tá betalingstíðin eina ferðina er fastsett, skulu blaðhaldarnir ikki bíða uppá at fáa rokning. Rokning verður ikki gjarna send, uttan til teir, sum biðja um at fáa at vita hvussu nógv teir skulda. Eysturoy. M. Poulseu, handilsmaður á Toftum; J. Poulsen, lærari á Stronđum; Ole Olsen, kongsbóndi í Leirvík, og H. P. Weihe, keypmaður í Sólmundarfirði. O. H. Dahl fekk eins nógvar ákvøðir sum H. P. Weihe. Við lutkasting fall luturin Weihe til. O. Dahl, tykist mær, má roknast til teir góðu menninar í tinginum. Hann syntist hava góðan hug til tingarbeiðið og tók munagóðan lut í tingstarvinum. Ein slíkan frísinnaðan framburðsmann hevur minst av øllum Føroya løgting ráð at missa. Tí má tað kallast stórt spell, at hann ikki varð afturvaldur. Men má vónast, at tað ikki má vara ov leingi, áðrenn O. Dahl sæst aftur á løgtings- pallinum. Norðstreymoy. O. Jacobsen, kongs- og óðalsbóndi i Kvívík, og S. E Muller, exam. jur., í Havn. Suðurstreymoy. Just Jacobsen, kongsbóndi í Havn. í síðsta blaði, meðan talað var um okkara framburðsarbeiði, var nevnt bl. a. at tað galt um at fáa menn inn á løgtingið, sum høvdu eina hægri og víðari sjón uppá føroyskan útvikling, enn teir nógvu ting- menn, sum nú eru vavdir inn í bygda-, persón- og partípolitikkina. Tann fyrra politikkin førur fram, tann seinna førur hat og afturgongd í sínum skjóldi. Við at kanna um omanfyri standandu tingmenn, má tað yvir høvur sigast, at »smá»-politikkin enn ósmæðin kneysar við sínum ljóta høvdi í Føroyum. í næsta blaði vera kannske líkindi til at umtala løgtingsvalgið skiligari og tá serliga valgið í Suðurstreymoy, sum fekk eitt so merkiligt útfall, við tað at tann maðurin, sum eingin hugsaði viðari uppá at velja, tó var valdur, og aftur ímóti fekk hann, sum mestur hugur var fyri, bert nakrar fáar stemmur. Bræv norðaneftir til »Fuglaframa<. Hvalastøðin hjá Michelsen. Utróður. — Lambingin. R i n g t v á r. Teir flestu Føroyingar og serliga teir, sum lesa »Dimm.« og »Føringat.« hava hoyrt, at hvalaveiðumaðurin Grøn hevur bygt virkihús og sethús á »Gjánoyri«. Men at hvalaveiðumaðurin Michelsen hevur bygt virkihús og sethús o. a. m. — og er tað einki aftari enn hjá Grøn — á »Kópa- gørðum«, tað hava vist teir fægstu Før- oyingar hoyrt. At blaðstýrari »Dimm.«s hevur greitt frá, at hvalaveiðumaðurin Michelsen hevur bygt virkihús í Norðdepli (Oyrini), tað snakkast ikki so mikið um, tí maðurin er vist ókunnugur har um vegir. Men at blaðstýrari »Føringat.«s skal .hava greitt sínum lesarum frá, at Michelsen hevur bygt við Fossá, tað sýnist undarligt, tí hann hevur mangan verið í lTvannasundi og allastaðnis har um vegir, so tað kundi væntast, at hann hevði sagt betri frá. Fossá egnar seg helst ikki væl til sovorðið pláss; bakkin er ikki rættuliga lágur, og heldur ikki er tað so slætt niðri við sjógvin. Tí skal »Fuglaframi« nú bera tað sanna út ímillum fólk. Hvalaveiðumaðurin Michelsen keypti ífjør eitt stykki burtur av ognarhaganum »Norðara depli«, mittimillum bygdirnar Fossá og Oyrina, tað heitur »Kópagarðar«, og var hetta stykkið o. u.

x

Fuglaframi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fuglaframi
https://timarit.is/publication/11

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.