Fuglaframi - 11.12.1900, Síða 2

Fuglaframi - 11.12.1900, Síða 2
moldini, nevnđi hann einki um) — so er tað einasta íð dettur niður á Føroyingar tað, at teir eru — blíðir at koma til! Vit misunna ikki íslendingum. Tað er ikki tí. Men heldur lítið munnu Danir hirða um Føroyingar, tá teir ikki høvdu annað gott at siga um okkum enn at vit vóru blíðir at koma til! Hesi orðini um teir blíðu Føroyingar er sum tann sukurmolin, ið smábarnið fær at ugga seg við fyri at tað skal vera friða- ligt og ikki forstýra tey vaksnu. »Lítil er barnsins uggi», halda teir. Og hví skulu teir ikki halda tað? Hava vit ikkí í heilum gjøgnum alt okkara almannastarv, allan okkaraatburð, altokkara tingstarv lagt dent uppá at elva fram ein slíkan hugsan hjá Danum? Vit hava for- bronglað okkara framtiðsarbeiði bara fyri tann skulđ. Jól. „Tykkum er ídag ein frelsari føddur“, Luk. 2. II. Alt frá avfornum tíðum longdist heim- sins fólk eftir einum frelsara og hjálpar- manni; sum í feburhita tráaði heimurin fram móti teirri sælu tíð, tá hann skuldi koma og hjálpa teimum sorgarbundni og ólukku- ligu, grøða tey sáru sinn og tey sjúku hjørtur. Tað var ikki bert Israls ættin, sum hevði spádómur um, at einaferð kom tann tíðin, tá tað guddomliga sendiboðið skuldi ferðast her á foldini. Eisini aðrar fólka ættir bæði Persarar, Grikkarar og Kina- menn veit man um, sum høvdu longsil og fyrisøgnir um eina góða komandi tíð, tá hin neyðstaddi heimurin skuldi fáa bæta og sálarhjálp frá einum sterkum og heilagum menniskja úr himinum. Vit vita nú hvør hesin sterki og heilagi er. Mann aftaná mann í 1900 ár er hansara navn nevnt. Og nú ídag minnast. vit aftur serliga á at hann er komin, sum heimurin frá avfornum tíðum longdist eftir. ídag ljóðar aftur boðið: »Tykkum er i dag ein frelsari føđdur!« Tað ljóðar til tað sterku sál, sum hevur strítt fyri í gerningi at vinna Harrans góð- heit, inntil hon lúgvaðist og lá hjálparleys og vónleys. Til hana ljóðarboðið: »Verð ikki rødd; tí tær er ein frelsari føddur í dag!« Tað ljóðar til tað køldu sál, sum er sveipað í gler og kulda. »Tær er ein frelsari føddur íđag,« ljóðar boðið í jdjandi kærleika. Kærleikin kann brána glerið, sum liggur um hjarta, hann kann vekja hin đólska og bloyta hin forstokkaða. Til hini fátæku og einsamallu, sum stynja i neyð og sorg og vónloysi ljóðar boðið: »Tit eru ikki einsamøll, Harrin hevur ei gloymt tykkum um syskin tykkara hava gloymt tykkum; óttist ikki, tykkum er ein frelsari føddur í dag.« Til tey sorgarbundnu og tey sum gremja seg unđan lívinum Ijóðar bóðið: »Grátið ikki; ti hyggið, ídag er tykkum ein frelsari føddur!* Til øll, til øll Ijóðar gleðisboðið. Tað fer tónandi sum ein mjúkur harpusláttur um allan hin stóra mannaheimin: »ídag er frelsarin føddur!« Vermandi, yljandi, altfevnandi flýgur tað úr kroysu í borg, úr borg í smáttu, úr bygd í bygd, úr einum landi í annað, og altíð ljóðar tað líka lynt og mjukt og uggandi, altíd líka gleðisfult og kærleiksfult. Harrin gávi at vit vera ment at taka væl móti hesum boðnum í đag. Væl fyri hann, íð tað kann. Væl fyri hann sum er mentur at fagna boðnum og siga kann av hjarta: »Okkum er ein frelsari føddirL Posthús og postkassar. I Dimmalætting fyri 17. novbr. stendur nakað um postkassan í Havn, og blaðið gremur seg eisini um, at vit landsbygda- menn ikki kunnu finna á posthúsið, um vit koma til Havnar. Blaðið eigir tøkk hvørja ferð, tað vil gera nakað fyri okkum lands- bygdafólk; men hesa ferð hugsi eg, tað kunđi haft spart sær ómakin. Teir av okkum, sum sjaldan koma til Havnar. mugu ofta spyrja um eitt og annað; men tá íð vit fáa at vita, at posthúsið er »úti í Havn«, so finna vit tað líka væl, sum um tað var í »Villistovuc, »Boyastovu«, Borgarstovuc ella eini hvørjari aðrari gamlari »stovu«, og nógv betur enn tað var »hjá Jens Hansen», »Peter Jensen« ella hvussu tey nýggju húsini í Havn nú verða skírd. Fyri okkum er nú eisini komin tann framburður, at tá íð vit koma til Havnar, so er posthúsið opið, um sólin er farin um midđag, og fólk eru beinasom við okkum, meðan tað fyrr var stongt so skjótt, middagur var farin. Væl minnast vit at Múller sál. plagdi vera so beinasamur at taka postin frá okkum í stovu síni; men tá ið ein maður hevur fasta »kantórtíð«, smæðist ein fyri ov ofta at gera honum ónáðir til aðrar tíðir, og so kann han vera úti ella sjúkur.'og hvar eru so hjálparnir? Um tað hevði verðið hent fyri Havnar- fólk at fáa fleiri postkassar, dugi eg ikki

x

Fuglaframi

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fuglaframi
https://timarit.is/publication/11

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.