Fuglaframi - 14.01.1902, Blaðsíða 1
Lýsin^ar,
fyri smæsti skrift:
ínnlendskar:
10 oyr. reglan ella
hennara pláss.
Uttanfyri Feroyar:
12 oyr. reglan.
Fuglaframi
„Fuglaframi“ kann
bíleggiast á øllum
postnusum í Før-
oyum, Danimarki,
Grønlandi, Noregi
og Sveríki.
Nr. ig. Tirsdagin 14. Januar 1902. 4. ár.
„Fuglaframi“ kemur út 2. og 4. tírsdag um Ansvarhavandi blaðstýrari: „Fuglaframi“ kostar, goldin frammanundan,
mánaðin. Skriftlig uppsegn. SvERRE PaTURSSON. i kr. hálvárið, flutningspening undantikin.
Veiðilógin
»Við lóg skal land byggjast«, Men
lógir valdast, og ikki kann tað um allar
sigast, at tær byggja land. Tað er skjótt
at gera lóg, men ikki er tað skjótt at gera
tær, so tær »byggja« land.
Tann lóg, íð ikki byggur, brýtur. Og
tann lóg, sum bert er til á pappírinum, er
betur ógjørd. Tann lóg, sum yvir tað
heila verður hatað og yvir tað heila verður
brotin. hon leggur ein sterkan spfra til
framvøkstir av einum lógbrótarafólki, sum
altíð er til reiður at rætta armin út, so
skjótt møguligir klagarir eru úr ljósmála.
Veiðilógin er ein lógin, íð løgd er á
skeivt grundarlag. Hon er sum skapt
til at elva lógbrótara-natúr, lóghat og lóg-
vanvirðing fram í okkum.
Tað skal ikki vera nógv fyri at vísa
á tað. Ein reglan í lógini t. d. ljóðar:
»Frá 15. marts til augustiok má eingin ...
skjóta innan fyri 1 / 2 míl frá friðlýstum
fuglabergi til havs og fjórðing fram við«.
Tá íð útróðramaðurin fer agnleysur
frá landi og einki bítur á trávina, tá er
tað fuglurin, ritan serliga, íð er so tøkín.
Men lógliga fæst hon ikki, nær sagt, hvar
ein er innan fyri % míl úr landi. Vestantil
á oyggjunum eru fuglabergini soleiðis so
tøtt, at alt í einum er friðað langar leiðir.
Nú er tað heilt utan skil, at lógin leggur
tær treytir á útróðramannin, at hann skal
*/2 míl — 2 fjórðingar — frá landi, uin
hann vil skjóta sær agn uppá húkin.
Slíkt kann reint spilla honum útróðra-
dagin.
Hendan lógreglan um ‘/2 mil úr landi
er væl ætlað at skulla verja við lít um
fuglin. Men um hon bleiv hildin, noyddist
hon at verða fiskiskapinum til stórt mein.
Men hildin verður hon nú ikki — utan
kannska av i av ioo! So nú er hon
tvørtur ímóti sum ætlað var: Nú skjóta
vit sum eingin lóg er til. Hann, ið brýtur
veiðilógina, prísast ofta meir enn hann, íð
heldur hana.
Lóg er nú lóg, antin hon er so ella
so, og um tað nú er veiðilógin, so eru
allir sekir, íð bróta hana. Er ein lóg av
lagi, tá er tað einasti beini vegurin at krevja
tingið til at skipa hana um aftur.
Eg skal sýna, hvussu merkisliga før-
oyskir tingmenn hugsa við hvørt. Eyri
einum av teimum navnframasti politikkar-
num, sum eisini var við at skipa veiði-
lógina, kærdi 6g meg einaferð um, at
login var utan skil strang. Hann hevði
svarið t’l: »Jú, fólk er so bannsett, at tað
ikki vil lystra tað, íð fyrisett verður. Tt'
settu vit tað til 2 fjórðingar úr landi, so
kunnu teir hava 1 at »leypa uppá«; tá
íð tað er friðað tveir, so skjóta eingir utan
teir frekastu nærri enn einum.«
Lógin tykist soleiðis á ein hátt at vera
gjørd uppá at brótast! Menn enntá her
er farið skeivt við at halđa, at hon ikki
bleiv brotin meir enn til helvtar. Ikki er
orðtakið komið í huga: »Gevur tú hinum
illa ein fingur, tekur hann allar«.
Er ein fyrst farin at skjóta innanfyri,
verður skjótt einki mark fyri innleikanum.
Hettu er reglan, íð serliga er lógsins
»forargilsisklettur«. Eisini mangir fugla-
fuglaeigarir samsinnast í, at hon er burtur
av leið.
Veiðilógin hevur ellars mangar aðrar
i brestir, t. d. í harulógini.
So væl sum hon á pappírinum vakir
yvir bjargafuglunum, so eftirgevandi er
hon, tá tað ræður um tær neyðars harun-
ar. Frá septemburlok, tá tú finnur naknar
harungar, og út í 15. februar — gott trið-
jungin av árinum — eru tær friðleysar
fyri hvørjum óvitaskjótara bæði gerand og
halg.
Løgin er lógin eisini við sínum reglum
fyri ræning. .Við ræning ræður tað so
nógv um lagaligt veðurlag og um fuglurin
verpur seint ella tíðliga, at reglurnar ofta
koma at útistongja frá at taka egg. Heldur
ikki mann tað vera nakað uppvenjandi i
soleiðis at seta reglur fyri nær sagt hvørj-
um spori, íð eigarin gongur í sínum bergi.
Reiðiliga merkislig er tann eina reglan
um at æðuegg ikki má takast utan til
klekingar. Hvør skal taka meg fastan,
um eg taki mær nøkur æðuegg? Hittur
nakar meg við eggunum, so havi eg sjálvt-
sagt tikið tey til at leggja undir hønuna.
Hittur eingin meg, so verður morgunmatur
burtur úr teimum!