Fuglaframi - 25.02.1902, Blaðsíða 1

Fuglaframi - 25.02.1902, Blaðsíða 1
Lýsingar, fyri smæsti skrift: fnnlenđskar: 10 oyr. reglan ella hennara pláss. Uttanfyri Føroyar: 12 oyr. reglan. F uglaf rami. „Fuglaframi“ kann bíleggiast á ellum posthusum í Fer- oyum, Danimarki, Grenlandi, Noregi og Sveríki. Nr. 22. Tírsdagin 25. Februar 1902. 4. ár. „Fugkframi“ kemur út 2. og 4. tírsđag um | Ansvarhavandi blaðstýrari: „Fuglaframi“kostar,goldinframmanundan, mánaðin. Skriftlig uppsogn. SvERRE PaTURSSON. | 1 kr. hálvárið, flutningspening undantikin- Verm og lýs! So sjaldsamur er ein lítil neisti, tó lítið virdur hann nóg'vum karin vika; leingi heldur hann á, og veitstú? tað størsta bál kanstú við honum kyka; hann vermir tey køldu og lýsir bjart, hvar myrkrið fyrr var tungt og svart. So mangur situr við kalđa grúgvu, hevur ei kongul at leggja at eldi; so mangur .dvølir i myrkum búgvi, tí armóð hurð fyri ljósið neldi. Eigir tú neistan, so fløga og lýs, gleðin, tú tá sært, er lønin vís. Ein neista tú eigir — rikur ertú — størri í virði enn gull tú kanst sanka, um at tú nýtur hann rætt, ta bertú sælu til hjørtur av longsli banka. Neistin er hjartaylurin tann, sum skaparin legði í kvinnu og mann. Túsundtals hjørtur langta og tráa burtur av foldum frá køldu grúgvu; tíðliga brast eydnan, tey vildu fáa, døkt varð dimmið í hjartabúgvi. Ikki hoyrdist eitt blíðrnælt orð, hin stirnaða vónin tá fór i sor. Hjartayiur tín eigir megi: lat lýsa tí kærleiksneistan bjarta; rek sorg á dyrnar, ber aftur gleði, verm og fjálga hvørt stirnað hjarta, Tað verk vil tær minnast tín faðir og Gud eftir at sólin er slóknað út. I e a n. Ein Framstigsbygd. (Av T.) Eg fór ein heystardagin ferðandist við sSmiril at finna skyldfólk mítt í Suðroy. Sum vant er, legði skipið inn á Skálavík landandi almindiligar krambavarir, post og ferðafólk. Hetta var nú alt sovorði »góðsc, sum hann landar, hvar hann kemur at, og soleiðis einki at tosa um. Menn tað sum var flutt umborð aftur, varð meira sjaldsamt og upplívandi fyri ein so góðan Føroying sum eg — helst tá íð eg veit meg ókendan! — rokni meg til at vera. Tað var ikki bert, at tað var »lanđsins grøðii — »landsgrovn«, sum teir kalla — menn tað var eitt slag landsgrovn, sum eg ikki havi sætt flutt 1 nógd fyrr sum handilsvara. Tað var føroyskt smør, ein hópur fínt innballað, tilgjørt í Skálavík í mjølkhúsinum hjá Valdimar keypmanni »á MøU. Tað var hann, íð fekk tvinnanda heiðursvirði fyri smør sítt á krýatúrframsýningini í Havn á Olavsøku, fyrsta heiðursvirði fyri sjálvt smøri og síðani framíhjá - heiðurs- virði ýyri snoturligu innballingina. A veginum til Suðroyar spurdi eg meg gjøllari fyri um jarðabrúkið í Skálavík hjá einum tiðindafróðum Sandoyingi, sum fór sama veg, sum eg. Frá honum fekk eg so at vita bæði eitt og annað. Hettar smørið, sum kom umborð í Skálavík, skulđi á Tvøroyri. Alt smørið, sum tilgjørt varð í mjølkhúsinum hjá Valdi- mar. fór tann vegin. Vegna sína umhyggi- ligu tilgerð og sín fína smakk, bleiv tað altíð keypt fram fyri tað frá útlondum innflutta, tó at tað var ikki lítlan mun hægri í prísi. Føroyskt smør gekk har fyri »fint«, innflutt fyri »simpult«. Valdimar fekk 94 oyiur fyri pundið í netto. 011 Skálavíksfólk lótu mjølk til »mejaríið« og vóru væl tilfriðs við tað. Mær minnist, at tað hevur verið lasta í »Fuglafr.« at fleiri hús í eini bygd hava sær hvørt sítt »mjølkhús«, varan verður ikki tá so fín og einsartað, og tað spillur fyri smørprísi og smøravreiðing bæði nú og seinni. Tað íð ger, at smørið í Skálavík hevur fingið eitt so gott orð á seg, er, at har er bara eitt mjølkihús fyri alla bygdina, har verður smørið til- gjørt í stórum og verðurjævnt alt, sum tað er; tann, íð arbeiðir tað, leggur sína tíð og sín dugnaskap til, har verður ikki tað »skvatlc og tað »pilkarf«, sum er óund- gangiligt í »smámjølkhúsunum«. Frúgvin AnnaMaria fKirkju- g e r ð i eigur eisini ein part i at smørtil- gerðin kom so væl á gongd. Hon var

x

Fuglaframi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fuglaframi
https://timarit.is/publication/11

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.