Ungu Föroyar - 01.03.1908, Blaðsíða 1

Ungu Föroyar - 01.03.1908, Blaðsíða 1
Ungu Foroyar * II " .. ’ ’ ’ í , M 3. | Marts 1908. ? 2. arg. r 11 */*/*/*/*i*/ti* 'tt */t * /•/*/*. tt øitttttltitttttltittlllttttttt't Kongsdóttirin í Nolsoy. Áður í fyrndini er ein kongsdóttir søgd at hava búð í Nólsoy og tað bar soleiðis til: Tað sigst, at í Skotlandi hava rátt sex kongar, sum havn itið Jákup; ein teirra (nú veit eingin longur at siga hvør) var faðir til hasa áðurnevndu kongsdóttur. Tá vóru eisini mong smáríkir har í nánd, og hvørt teirra hevði sín egna kong, ið kallaðir vóru nesakongar. Ein av hesum nesakongunum vildi hava kóngsdótturina, og hon hann. Men Jákup kongur vildi hetta ikki; tí hann helt tað vera ov vánaliga giftu fyri dóttur sína. Tó lótu tey seg víga í loyndum, og síðani máttu tey flýggja burtur fyri at krógva seg; tí Jákup kongur ætlaði at drepa mannin. Komu tey so til Nólsoyar og búsettust í Korn- dali. Tá búði einki fólk í Nólsoy; tí alt var útdeytt av sv rta deyða, sum hevði gingið stutt frammanundan. Kongsdótturin og maður hennara búði í einum veggjarhúsi, og av tí er toftin enn til skjals. Innan fyri dyrnar /*/*/*/*/t/*/*iii*/*/ii*i*/ii*iii*i*ii/iir/ii*/ii*i*i*i*iiiiiii*/*i*/*i*i*i*i*i*iiii'*/*/*i*i*i var ein kelda, sum hon tók vatn úr; j henda kelda rennur enn og nevnist j Prinsessukeldan. So leið tíðin, og tey fingu ein lítlan son; men altíð livdu tey í ótta fyri, at Jákup kongur skuldi finna tey. So ein dagin síggja tey ein stóran skipaflota stýra inn á Nólsoyarvík. Tey j kenna strax, at tað er pápi hennara, Jákup kongur, sum í langa tíð hevði leitað eftir teimum, ið nú kemur, og hon gitar við tað sama, at hann er komin at drepa mann sín. Hon bað j hann tí fara burtur í hagan at krógva seg, hon skuldi sjálv taka móti pápanum. So fór hon við barni sínum oman í Halgutoftir, har sum kongurin lendi, og sum eru stutt niðan fyri Korndal. Tá hon kom ímóti pápanum, koyrdi hon klæðini burtur frá bringuni á sær, og síðani bað hon pápan róliga um fyrst at stinga seg og lítla barn sítt, áðrenn hann gjørdi manni sínum nakað. Meðan hon talaði var barnið farið at fryða seg upp á kongin — abba sín — og toygdi seg eftir gullgeirunum og øðrum dýrgripum, sum kongurin bar uppi á j sær. Tá blotnaði kongurin um hjartað, ■ og við tárum í eygum fevndi hann

x

Ungu Föroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.