Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.09.1915, Qupperneq 4

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.09.1915, Qupperneq 4
5) Hjarta mftt gevur seg i mfnum brósti, deyðans ræðslur eru komnar á meg. 6) Ótti og bivan hava meg tikið, nøtran á meg gongur. 7) Og eg sigi: Gævi eg hevði veingir sum dúgvan, so fleyg eg burt og fann eitt skjól! 8) Ja, langt av leið eg vildi skunda og finna f oyðimórk ein griðstað. Sela. 9) í skundi eg fór at søkja mær livd móti ódnarvindi og veðri! jo) Vill teir, Harri, kljúgv teirra tungur! Tí sæð eg havi valdsgerð og ófrið í staðinum. ií) Dag og nátt teir ganga runt á hansara múrum; skaðar og ógerðir eru í miðjum staðinum, 12) yvirgangsverk har heldur til, fals og svik ei víkja frá hansara torgum. 13) Tí tað er ikki mín fíggindi, ið meg háðar, tað kundi eg tolt, ikki mín óvinur, ið vanvirðir meg, honum kundi eg komist undan. 14) Men tað ert tú, javnlíki mín, vinur mín, lagsmaður mín! 15) Vit sum lógdu vinalig samráð saman, sum samhugaðir gingu í Guðs hús saman! 16) Lat deyðan teir ráma! Lat teir livandi fara í helheim niður! Tí illskapur er í goymslum teirra og hjórtum. 17) Men eg, eg rópi til Guð, Harrin vil veita mær bjarging. 18) Kvóld og morgun og miðjan dag vil eg klaga og stynja, og hann hoyrir mfna reyst. 19) Harrin loysir út sál mína í friði frá teimum, ið søkja at mær, tí fjólmangir eru teir um meg. 20) Guð, ið frá upphavi trónar, Sela, vil hoyra og kúga teir, ið ikki kenna at skifta sinni og ikki hava ótta fyri Guði. 21) Hann legði hond á vinir sínar og fostbrøðralagið hann breyt. 22) Hálari enn smør er muður hans, men svik er honum f hjarta; mjúkari enn olja eru orð hans, men eru tó drigin svórð. 23) Kasta tína byrði á Harran og hann skal halda tær uppi! Allar ævir hann ikki vil loyva, at rættvfsur fótfesti missir! 24) Men tú, Guð, skal stoyta teir f grav- dýpið niður. Blóðmenn og svikarar skulu ei náa til helvtar av lívsævi teirra. Men eg líti fast á teg! 56ði sálmur. 1) Til songmeistarans; eftir »hin málleysa dúgva i. fjarlægum staði«; av Dávid, ein miktam, tá Filistarnir tóku liann i Gat. 2) Miskunna mær, Guð, tí menniskjur vilja meg slúka, allan dagin treingja meg stríðsmenn; 3) allan dagin vilja fíggindar mfnar meg slúka, tí mangir móti mær strfða í hugmóð! 4) Tann dag eg óttist, eg líti á teg! 5) Við hjálp frá Guði vil eg lovi hans orði. Eg lfti á Guð, eg vil ikki óttast, hvat kann kjót mær gera? 6) Allan dagin teir venda mínum orðum, Óll teirra hugsan er móti mær til tað illa. 7) Teir taka seg saman, teir ganga á loynum, teir vara fótspor míni, rætt sum teir vildu mfn deyða. 8) Vegna illskap teirra teir skulu ikki sleppa! Guð, í vreiði tíni rinda tú fólkaslóg niður! 9) Harm mín hevir sjálvur tú talt, tár míni eru goymđ í tíni skál og bók. 10) Tí skulu fíggindar mínir undan flýggja, tann dag tá eg rópi um hjálp. Tað veit eg av sonnum, at við mær er Guð. 11) Við hjálp frá Guði vil eg lova hans orði, hjálptur av Harranum vil eg lova hans orði. 12) Eg líti á Guð, eg vil ikki óttast, hvat kann mær menniskja gera ? 13) Eg lyfti tær skyldi, Guð, við takklæti eg vil tær gjalda. 14) Tí sál míni tú hevir bjargað frá deyða og frá meinbogum fóti mfnum, at eg fyri ásjón Guðs kann ganga í lívsins ljósi. Udgivet af Strømøs kristelige Ungdomsforeninger ved J. Dahl, Thorshavn. Trykt i »Fær® Amtstidende«s Bogtrykkeri.

x

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne
https://timarit.is/publication/20

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.